?Sjálvandi var hetta betri ógjørt. Men eftir sum støðan er, var hetta tann frægasta loysnin fyri ikki at gera skaðan størri.
Formaður sjálvstýrisfloksins á tingi, Sámal Petur í Grund, er hampiliga væl nøgdur við úrslitið av samgongufundinum í gjár um ætlanin at leggja Landsverkfrøðingin og Strandferðsluna saman og uppsøgnina av Henningi Jacobsen.
Sámal Petur í Grund sigur, at fyri so vítt kom tað burturúr fundinum, sum ætlanin var.
? Í fyrstu syftu fekk Finnbogi Arge eina ábreiðslu og mátti lova at taka betri partar fyri seg.
? Sostatt er hesin arbeiðshátturin, at seta politisk tiltøk í verk, uttan nakra sum helst, politiska viðgerð, ella kunning, steðgaður.
? í aðru syftu er arbeiðið at at leggja Landsverkfrøðingin og Strandferðsluna saman, steðgað.
Sámal Petur í Grund sigur sostatt, at tað er beinleiðis skeivt tá ið bæði útvarp og sjónvarp bera tey tíðindi, at arbeiðið heldur fram at leggja báðar stovnarnar saman.
? Hatta er ein grov yvirtulking av semjuni á samgongufundinum og tað er beinleiðis skeivt, tí tað er onki avgjørt um tað.
? Tað, sum er avgjørt, er, at nú skulu Løgmaður og Finnbogi Arge leggja fram eina frágreiðing um, hvat fór fram fyrisitingarliga, tá ið Landsverkfrøðingurin varð sagdur upp.
? Somuleiðis skal ein ítøkilig ætlan løgd fyri samgonguna um samferðslustovnarnar.
? Sostatt verður onki meiri gjørt við samanleggingina, fyrrenn málið er lagt fyri samgonguna og góðtikið.
? Og harafturat skal ein frágreiðing leggjast fyri tingið um samferðslukervið, sum møguliga endar við einum aðalorðaskifti um øll samferðslumál.
Men Henning Jacobsen verður ikki settur aftur í starv?
? Men, tað hevði verið at gjørt hendan sjónleikin fullkomnan.
Men tá ið nú samgongan ásannar, at framferðin hevur verið óheppin og tá ið tað nú er óvist, um samanleggingin verður veruleiki, var so ikki tað rætta at farið aftur til byrjanina og sett landsverkfrøðingin aftur?
?Nei, tað haldi eg ikki. Tí verða stovnarnir lagdir saman skal hann kanska aftur sigast upp. Tað komu eisini nýggir upplýsingar í trúnaði fram á samgongufundinum, sum gjørdi.
Hvat var tað fyri upplýsingar?
? Tað fái eg ikki sagt. ? Men hóast talan ikki var um uplýsingar, sum á nakran hátt vóru tyngjandi fyri Henning Jacobsen, vóru teir av einum slíkum slag, at teir lýstu málið betri og gjørdu at vit komu til hesa semjuna.
Hevur tað staðið nógv á samgonguni í hesum máli?
?Nei, tað haldi eg ikki.
? Eg haldi, at samgongan er rættiliga sterk. Hon hevur eitt felags mál, sum bindur hana rættiliga fast saman.
? Tað sum gjørdi reaktiónina so harða var, at ætlanin hevur verið at skerja møguleikarnar hjá samgonguni at viðgerða málið. ? Vit kenna málið aftur frá Skálafjarðarsiglingini, tí tá ið hon helt uppat, váttaði Finnbogi Arge beinleiðis fyri okkum, at hann hevði nettupp onki sagt um tað frammanundan fyri at sleppa undan politiskum mótmælum.
? Men tað sigur seg sjálvt, at soleiðis ber ikki til at arbeiða í eini samgongu og tí vakti hetta so mikla øsing.










