Tað verður av ongum

Ynskið hjá einum býráðslimi í Havn um at avtaka ókeypis koyringina við Bussleiðini, verður ikki gingið á møti. Men broytingar verða gjørdar, sigur Jákup Dam, býráðslimur

Ókeypis Bussleiðin í Havn verður ikki avtikin!

 

Tað staðfestur Jákup Dam, býráðslimur í Havn, og formaður í Teknisku nevnd hjá býráðnum, sum umsitur Bussleiðina.

 

Annars heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, at sum heild skal ókeypis Bussleiðin takast av, men tó kunnu nakrir bólkar kanska framhaldandi koyra ókeypis, ella við avsláttri

 

 

Les meiri um tað HER

 

 

Men Jákup Dam sigur, at tað verður av ongum, tí fólk eru fegin fyri ta tænastu, tey fáa frá Bussleiðini.  

 

 

Hann sigur at meirilutin, sum tók við eftir býráðsvalið fyri einum sløkum ári síðani, hevur samtykt at ókeypis Bussleiðin skal halda fram. Bussleiðin kostar annars kommunukassanum einar 26 milliónir um árið, og tað er næstan tað sama sum eitt skattaprosent.

 

 

Men fyri tað um ókeypis Bussleiðin heldur fram, merkir tað ikki, at ongar broytingar kunnu gerast.

 

Tað er felagið, Gundurs Bussar, sum rekur Bussleiðina í Havn og sáttmálin ímillum felagið og býráðið, fer úr gildi næsta ár. Men býráðið hevur samtykt at leingja hann í eitt ár, so at hann gongur út 1. apríl í 2019. Býráðið kann so aftur leingja sáttmálan eitt ár afturat, men í seinasta lagi í 2020 skal Bussleiðin bjóðast út aftur. 

 

Og í hesum sambandi hevur Tórshavnar Býráð sett seg í samband við Cowi, sum eru serfrøðingar í ferðslu um at kanna Bussleiðina.

 

– Arbeiðssetningurin hjá teimum er at umskipa Bussleiðina, so at vit fáa eina betri tænastu, men tað skal vera uttan at útreiðslurnar hækka, sigur Jákup Dam. 

 

Hann sigur í hesum sambandi, at ferðaætlanin er eitt, tað verður neyðugt at endurskoða, tí býurin fer at broytast nógv hesa næstu tíðina. Eitt nú verður ein øgilig rúgva av børnum og ungum miðsavnað rundan um Marknagil og Landavegin, har bæði Glasir, Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin verða, og bara tað krevur eina broyting i ferðaætlanini.

 

Men eitt endamál við at lata Cowi endurskoða Bussleiðina, er eisini at vita um tað ber til at lata Bussleiðina koyra meiri um vikuskiftini, sigur Formaðurin í Teknisku Nevnd.

 

– Tað kann vera, at tey síggja møguleikar, vit ikki fáa eyga á, sigur Jákup Dam.

 

Hann sigur, at broytingarnar, ætlanin er at gera, verða ikki gjørdar uttan um brúkararnar, tí ein tørvskanning er akkurát gjørd og umboð fyri Cowi koma eisini til Føroyar at tosa beinleiðis við fólk, sum koyra við bussunum.

 

Talan er eisini um at skipa fyri einum borgarafundi um Bussleiðina.