Oljuprísir
Prísurin á ferðaseðlum fylgir við oljuprísinum.
Hjá Atlantsflogi er støðan rættiliga einføld.
Fáar fyritøkur í landinum, helst ongin, brúkar so nógv brennievni sum Atlantsflog.
Vit brúka 3000 litrar av brennievni fyri hvønn tíma vit flúgva. Tí er er eyðsæð, at prísurin á ferðaseðlum fylgir rættiliga neyvt við prísinum á brennievni, sigur Magni Arge.
Tí setti Atlantsflog í vár eitt serligt oljuavgjald uppá 60 krónur upp á hvønn ferðaseðil.
Síðani er oljuavgjaldið fyrst hækkað upp í 75 krónur og nú er tað hækkað upp í 90 krónur.
Men Magni Arge sigur, at sum støðan er í løtuni, er ikki ætlanin at hækka oljuavgjaldið.
Tað veldst alt um gongdina í oljuprísinum.
Síðani fyrst í 2004 er prísurin á brennievni . Bara higartil í ár er tað dýrkað 50%.
Hann sigur, at tá ið oljuavgjaldið varð sett í gildi, var tað við tí í væntu, at tað var bara fyribils, at oljan fór at verða so dýr.
Men vísir tað seg at oljuprísurin verður verandi á hesum støðinum, er tað meiningsleyst at kalla hetta eitt serligt oljuavgjald, tí so má tað innroknast í sjálvan prísin.
Hann vísir á, at vanliga ávirka hækkingar í oljuprísinum eitt flutningsfelag sum Atlantsflog, rættiliga nógv.
Men Magni Arge sigur stutt og greitt, at tað er heilt ómøguligt at siga.
Hann hevur fylgt væl við prísgongini í oljuni seinastu 10 árini og hansara greiða niðurstøða er, at tað er ómøguligt at spáa um, hvønn veg, tað fer at ganga við oljuprísinum.
Tað hevur mangan víst seg, at gongdin verður akkurát tann øvugta av tí, sum serfrøðin metir, so tað verðu vónleyst at siga nakað um.
Men verður hetta prísstøðið, mugu vit laga okkara virksemi og príspolitikk eftir tí og royna at finna eina aðra javnvág, enn vit hava havt higartil.
Og enn er ongin orsøk til at rópa neyðarróp, heldur hann.
- Sum støðan er nú, hava vit ikki ætlanir um at hækka ferðaseðlaprísir ella oljuavgjald.
Tvørturímóti er ætlanin at gera eina liðiligari prísskipan sum gevur ferðafólki størri frælsi til at skrúva eina ferð saman.
Hann vísir á, at vanliga ávirka hækkingar í oljuprísinum eitt flutningsfelag sum Atlantsflog, rættiliga nógv.
Men tað kann hann ikki siga, tí ferðafólkatalið við Atlantsflogi bara veksur og veksur.
- Í løtuni flyta vit alt, vit fluttu frammanundan, umframt alt tað, sum Maersk flutti og so nakað afturat, so fjøldin av fólki, ið flýgur, veksur er alsamt vaksin.
So stúrir stjórin í Atlantsflogi meiri fyri, hvussu tann høgi oljuprísurin ávirkar samfelagsbúskapin heild.
Oljuprísurin hevur rættiliga stóra ávirkan á gongdina í føroyska samfelagnum, tí vit brúka so nógva olju upp á seg. Vísir tað seg, at tann høgi oljuprísurin fer at føra við sær, at stígur kemur í búskapin, fer hetta uttan iva eisini at ávirka okkum nógv við tað, at ferðafólkatalið fer at lækka og tað fer so aftur at gera tað neyðugt at leggja upp fyri tí í okkara virksemisætlan, sigur Magni Arge
-- Vit hava bara tveir møguleikar og teir eru at hækka prísin ella at effektiviserað raksturin.