bersøgna og altjóðakenda røðu, sum fyri tað mesta snúði seg um yvirgangsatsóknirnar í New York og Washington og stríðið, sum Bretland og USA nú standa á odda fyri ímóti yvirganginum. Men hann nam eisini [...] helt sín árliga landsfund. Á røðarapallinum stóð bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, og helt røðu fyri teimum mongu túsund Labour-veljarunum, sum vóru komnir at hoyra oddamannin í Labour halda røðu. Jóannes [...] eftir at hann í fjør vitjaði á høvuðsskrivstovuni hjá flokkinum í London. Hann heldur tað vera sunt fyri Javnaðarflokkin at hava samband við aðrar flokkar enn bert teir norðurlendsku, sum gott samband altíð
snýtt fyri eitt brotsspark. Spælarin, sum datt í brotsteiginum, ásannaði sjálvur, at tað var í lagi, at hann fekk gula kortið, tí hann hevði roynt at filma seg til eitt brotsspark. Rosenborg fyri 10. ferð [...] var so galið: ? Teir dugdu væl at taka tað. Sjálvandi vóru vit allir vónbrotnir av, at møguleikin fyri at spæla í UEFA Cup hvarv í evstu løtu, men spælararnir í Molde tykjast vera vanir við, at tað ikki [...] var Molde frammanfyri við brotssparksmálinum, sum íslendingurin Andri Sigthrisson hevði skorað, tá 20 minuttir vóru farnir. Molde hevði nógva vindin í Stavanger undan í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki royndu
sigur, at tað í veruleikanum var óføra lætt at skipa fyri einari ferð til Føroya úr Chicago. Flogferðaseðlarnir skuldu tey rinda einar 3.600 dollarar fyri, men tá skuldi tey eisini til Írlands. Tá hetta var [...] Seamus og Marna Harmey vórðu gift hin 20. mai í ár. Tey valdu at bíða eitt sindur við teirra brúdleypsferð. Tá tey so skuldu fara avstað, so var eftir at velja staðið, og valið fall á Føroyar. Tey eru [...] in. Hon arbeiðir hjá Greenhouse/Leo J. Shapiro, sum ger sokallað ?marked research?. Tey settu sær fyri at finna eitt gott stað at fara á brúdleypsferð. Tey kundu hugsað at hava nógvar og góðar møguleikar
umrødd. Eisini verður kósin løgd fyri framtíðar politikki floksins. Fundurin byrjar í kvøld, fríggjakvøld, kl 19:30, har fólk verða móttikin við hugnaligum tónleiki. Kl 20 fer Jørn Astrup Hansen, stjóri [...] døgurðasteðgin verða temaorðaskifti, har tingmenninir fara at leggja fyri við uppleggi um ymisk evni. Kristian Magnussen fer at leggja fyri arbeiðsloysisskipan, Katrin Dahl Jakobsen fer at tosa um fjølmiðlaskatt [...] Her er ætlanin, at fólk skulu kunnu sleppa at siga tað, tey hava hug til. Vit verða viðhvørt hartað fyri, at fólk ikki eru sloppin fram við tí, tey hava í huga, og tí hava vit valt at hava orðið frítt á
sostatt púra tættur tey síðstu góðu 20 árini, hann goymdi havnarborgarum vatn. Nú eru longu fleiri ár síðani, at býráðið slepti vatninum úr brunninum við Gráastein fyri seinastu ferð ? tað var tíðliga í [...] Vatnveitingin í Havn er annars nógv eldri enn so. Tað var longu fyri góðum 100 árum síðani, at fyrsta byrgingin varð gjørd úti í Marknagili, og vatnveiting løgd oman í Havnina. Tað sigst, at okkurt rørið [...] Johansen skrivar í bók síni, »Vatnveitingin í Tórshavn í 100 ár«, at tað var ein bornhólmari, sum stóð fyri hesum arbeiði. Hann var her undir krígnum og slapp ikki heimaftur fyrr enn kríggið var av. Brunnurin
burturav arbeiða við at hava eftirlit við netinum hjá Føroya Tele. Teirra fremsta uppgáva er at forða fyri virusskaða og álopum frá hackarum, sum støðugt royna at finna trygdarhol í telduskipanum hjá fyritøkum [...] kin er vaksin alsamt hetta seinasta árið. Eitt dømi um hetta er, at ein vanligan dag fáa eg millum 20 og 25 emailar sendar á mína adressu her á Føroya Tele. Hetta eru emailar frá fyritøkum og privatfólki [...] førum als ikki vita um, at tey hava virus, og eiheldur eru varug við, at hesi virus sjálv hava syrgt fyri at senda mailar út til tey, sum standa á adressulistanum í emailforriti teirra, greiðir Páll Wiberg
Tey trý seinastu árini hevur gallaveitslan verið skipað í Havn, men í ár varð hon so fyri fyrstu ferð hildin uttan fyri Havnina, tá GÍ hevði átikið sær at halda galla. Og ikki kann sigast annað enn, at [...] hann sær eisini fyri fyrstu ferð pláss í byrjunaruppstillingini á landsliðnum, tá Týsklands-dysturin stóð á skránni. Ein uppgáva, sum framherjin eisini loysti uttan stórvegis hóvasták. Fyri Rannvá Andreasen [...] til bestu leikararnar og venjararnar skuldu latast. Á sama hátt sum í fjør hevði Sosialurin skipað fyri atkvøðugreiðslu, har liðformenn og venjarar úr ymsu feløgunum fingu høvi at siga, hvønn tey hildu
leikbanninum, og hann hevur verið førur fyri at venja, men hóskvøldið fekk hann ein snudd, sum í gjár kanska tóktist skula hava við sær, at hann ikki verður førur fyri at spæla í morgin. Men hann vónaði tað [...] vit einki fara at hava at iðra okkum um, um liðini frammanfyri okkum kiksa. Í fyrsta lagið spæla vit fyri at sleppa við í altjóða fótbólt næsta ár. Um vit vinna á B36, so økist tann møguleikin sjálvandi, [...] B36. B68 skal spæla ímóti GÍ og VB, og HB skal spæla ímóti B36 og KÍ. Tað kundi meiri enn so komið fyri, at oddaliðini fara at missa okkurt stigið í teimum dystunum, heldur ? ella kanska meiri vónar Ian
er kontanta avrokningin fyri spælið gjøgnum árið, og undan dystinum móti Tjaldri var Neistin á næst aftasta plássinum. Ein støða, sum í allar mátar man vera púrasta óvand fyri sigursvanda felagið. Og spenta [...] málum, og sum dysturin nærkaðist endanum, so mátti Neistin ásanna, at her vendist ikki. Spent støða Fyri Tjaldur er einki at taka seg aftur í, at sigurin kom væl við. Sum nevnt, so vildi ein møgulig bjarging [...] í útgangsstøðinum eru truplar, so er einki at ivast í, at tær nú hava fingið hug at fleiri stigum. Fyri Neistan má hinvegin sigast, at úrslitið var nakað nær einari katastrofu. Skal Tjaldur bjarga tilveruni
kappast um heiðursmerkini. Fyri at teljast ímillum tey bestu, so er neyðugt, at tú hevur einar fimm spælarar, sum í fleiri ár hava spælt í bestu deildini, og sum harvið eru førir fyri at stýra dystunum. Tað [...] Og sunnudagin gjørdist lagið uppaftur betri, tí tá eydnaðist tað EB/Streymi at vinna á heimavølli fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Einasta málið fingu teir, tá eitt stórt korter var farið. Soran [...] og enn eina ferð vísti Jón Sigurd Gleðisheygg, at tað liðið, sum letur hann standa púra leysan mitt fyri og fimm metrar úr málinum, tað verður sektað. Jón Sigurd drønstútaði, so bólturin fór í málið, og