Um vikuskiftið hevur Javnaðarflokkurin árliga landsfundin í Læraraskúlahøllini í Havn. Á skránni er m. a. val av starvsnevnd, eins og dagsins politisku mál verða umrødd. Eisini verður kósin løgd fyri framtíðar politikki floksins.
Fundurin byrjar í kvøld, fríggjakvøld, kl 19:30, har fólk verða móttikin við hugnaligum tónleiki. Kl 20 fer Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka at halda røðu. Hann er gestarøðarin hesaferð.
Tá gestarøðarin er liðugur, fer floksskrivarin at greiða frá virki starvsnevndarinnar í farna ári. Hetta er seinasta frágreiðing hjá sitandi floksskrivara, Eyðólvi Dimon, tí hann hevur gjørt av ikki at stilla uppaftur til valið, sum verður í morgin, leygardagin. Eyðólvur Dimon hevur sitið sum floksskrivari síðani 1991.
Innkomin eru tvey uppskot til nýggjan skrivara, tey eru fyrrverandi løgtingsamaðurin í Vestmanna, Hans Pauli Strøm og Anna Johannesen, fyrrverandi formaður í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Hvør teirra verður floksskrivari, ger landsfundurin av í morgin, har limafeløgini greiða atkvøðu ? alt eftir hvussu nógvar limir feløgini hava. Einstakir limir í feløgunum kunnu eisini biða um sjálvir at greiða atkvøðu, men tá skulu teir verða 10 limir um hvørja atkvøðu.
Onnur broyting í starvsnevndini verður, at Ragnhild Olsen, sum er umboð hjá Sosialistiskum Ungmannafelag í nevndini, ikki stillar uppaftur, tí hon ætlar sær uttanlands í lestrarørindum. Í hennara stað hevur SU skotið upp at velja formannin í SU, Kristoffur Gaardlykke úr Miðvági.
Seinasta punktið á skránni í kvøld verður, tá einstøku limafeløgini í Javnaðarflokkinum fara at greiða landsfundinum frá virkseminum seinasta árið.
Í morgin, leygardagin, kl 9 verður fundurin tikin uppaftur. Tá fer Atli Dam, fyrrverandi floksformaður, at hava minningarorð yvir Kára D. Petersen, sum doyði í summar.
? Kári var í nógv ár starvsnevndarlimur og floksskrivari hjá Javnaðarflokkinum, eins og hann eisini var hollur ráðgevi øll árini, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.
Næsta punktið á skránni leygarmorgunin verður formansfrágreiðingin, har Jóannes Eidesgaard skal greiða limunum frá báðum valunum, ið verið hava, fólkatingsvalinum og løgtingsvalinum, sum ikki góðu Javnaðarflokkinum neyðugu undirtøkuna, so flokkurin aftur kundi fáa ávirkan á landsins politikk. Somuleiðis skal floksformaðurin royna at greiða frá, hvussu tað ber til, at Javnaðarflokkurin jú í seks ár hevur sitið uttan ávirkan á landsins stýri, og hvussu hann ætlar, at flokkurin skal koma sær úr hesi støðu.
Frá kl 10 ? 12 verður aðalorðaskifti.
? Her er ætlanin, at fólk skulu kunnu sleppa at siga tað, tey hava hug til. Vit verða viðhvørt hartað fyri, at fólk ikki eru sloppin fram við tí, tey hava í huga, og tí hava vit valt at hava orðið frítt á henda hátt, sigur Jóannes Eidesgaard.
Eftir døgurðasteðgin verða temaorðaskifti, har tingmenninir fara at leggja fyri við uppleggi um ymisk evni. Kristian Magnussen fer at leggja fyri arbeiðsloysisskipan, Katrin Dahl Jakobsen fer at tosa um fjølmiðlaskatt o. o. viðurskifti í hesum sambandi. Gerhard Lognberg hevur upplegg um, hvør ið skal hava ábyrgdina av umhvørvisøkinum. Andreas Petersen fer at tosa um bíðilistarnar á sjúkrahúsunum og um sjúkraviðgerð uttanlands. Henrik Old at tosa um vinnupolitikk ? m. a. fer hann at tosa um avmarkingar hjá vinnuni, t. d. um bip-støð og um tað, at fiskurin skal um ávísa havn.
At enda fer Vilhelm Johannesen at leggja upp til orðaskifti um fíggjarpolitikk og viðurskifti í hesum sambandi ? ella um »skerdan blokk og sperda fíggjarlóg« sum hann hevur nevnt tað.
Jóannes Eidesgaard væntar, at orðaskiftið endar einaferð um fýratíðina seinnapartin. Tá skal fundurin so gera eina fundaryvirlýsing og velja umboðini í starvsnevndina.
? Landsfundurin er eitt sera týðandi forum hjá okkum ? ikki minst hjá okkum aktivu politikarum, tí okkum tørvar sambandi við limirnar fyri á tann hátt at motivera okkum til dagsins politikk, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini á landsfundinum ætlar sær at leggja upp til eitt hugsjónarligt orðaskifit, sum hann heldur verða rættuliga tiltrongd, ikki minst eftir kjakið seinastu tíðina, sum hevur borið brá av, at ávísir samfelagsbólkar skulu útihýsast.










