Molde misti Europa burtur í síðstu løtu

Nú ætlar fyrrverandi felagið hjá Jákupi Mikkelsen at keypa ein svenskan landsliðsveteran frá IFK Göteborg

 

Sambært norsku fjølmiðlunum, so var hýrurin ikki góður í umklæðingarrúminum hjá Molde sunnudagin. Men Jákup Mikkelsen heldur ikki, at tað var so galið:

? Teir dugdu væl at taka tað. Sjálvandi vóru vit allir vónbrotnir av, at møguleikin fyri at spæla í UEFA Cup hvarv í evstu løtu, men spælararnir í Molde tykjast vera vanir við, at tað ikki altíð gongur, sum teir høvdu viljað og vónað.

Hjá Molde ráddi um at verja fjórða plássið í síðsta umfarinum. Og alt tóktist leingi benda á, at tað skuldi eydnast. Stabæk var kappingarneytin. Teir høvdu vitjan av Moss, og har var javnleikur 1?1, tá tað leið ímóti dystarenda. Samstundis var Molde frammanfyri við brotssparksmálinum, sum íslendingurin Andri Sigthrisson hevði skorað, tá 20 minuttir vóru farnir.

Molde hevði nógva vindin í Stavanger undan í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki royndu teir at verja leiðsluna. Tað eydnaðist ikki, tí í 89. minutti skoraði Erik Nevland. Han royndi úr fjúrtan metrum, bólturin tók í ein mótstøðumann og snýtti Jákup Mikkelsen fullkomuliga.

Og skaðin gjørdist fullkomin, tá Stabæk í yvirtíðini skoraði sigursmálið ímóti Moss. Harvið verða tað teir, og ikki Molde, sum fáa møguleikan í Europa Cup. Men tað er ikki heilt víst, at møguleikin verður aktuellur. Treytin er, at Viking vinnur steypafinaluna ímóti Bodø/Glimt.


Brúka pengar

Molde hevur givið Jákupi Mikkelsen eitt tilboð, sum hann ikki heldur vera so mikið gott, at tað loysir seg hjá honum at flyta við familjuni til Noregs.

Men sambært norskum og svenskum fjølmiðlum, so eru teir ikki heilt sørir við pengum í Molde. 30 ára gamli miðvallarin í IFK Göteborg, Håkan Mild, og Molde tosa saman um møguleikan fyri framtíðar samstarvi. Í svenska Aftonbladet verður sagt, at tað eru norsku pengarnir, sum lokka miðvallaran, sum hevur spælt 68 landsdystir, til Noregs.

Molde venjarin, Gunder Bengtsson, var vónbrotin av, at tað ikki hevði eydnast hansara liði at spæla seg í UEFA Cup kappingina. Hann helt eisini, at Viking hevði gjørt fríspark ímóti einum av hansara monnum beint áðrenn, at teir skoraðu.

At hann og Molde eru áhugað í at brúka pengar upp á ein svenskan miðvallara, segði venjarin komast av, at hann metti henda spælaran kunna vera við til at gera liðið meiri støðugt.

Venjari hjá Viking Stavanger er Benny Lennartsson. Hann er fyrrverandi venjari í Lyngby, har Todi Jónsson helt sera nógv av honum. Málverjin hjá Viking eitur Bo Andersen. Hann hevur áður verið málverji í Lyngby.

Viking venjarin helt, at brotssparkið, sum Molde skoraði uppá, var sera bíligt. Tey flestu tóku undir við honum, tí bólturin varð skotin í hondina á verjuspælaranum, sum hevði armin tætt inn at kroppinum.

Men Viking venjarin fekk ikki undirtøku, tá hann helt, at hansara lið varð snýtt fyri eitt brotsspark. Spælarin, sum datt í brotsteiginum, ásannaði sjálvur, at tað var í lagi, at hann fekk gula kortið, tí hann hevði roynt at filma seg til eitt brotsspark.


Rosenborg fyri 10. ferð

Tað var undan síðsta umfarinum spenningur um meistaraskapin. Lilleström hevði møguleikan at taka Rosenborg aftur. Lilleström gjørdi sítt við at vinna 3?1 á heimavølli ímóti Tromsø, men tað var ikki nóg mikið.

Meðan teir hava havt nógv at hugsa um í europeisku meistarakappingini, hava teir í Tróndheimi megnað at syrgt fyri, at teir eisini komandi ár fara at taka lut í peningaríku kappingini. Sunnudagin var tað neyðugt hjá Rosenborg at vinna útidystin ímóti Brann í Bergen, og tað gjørdi RBK so rudduliga. Teir vunnu 6?2. Harvið tryggjaðu teir sær tíggjunda meistaraskapin á rað. Ein sovorðin sigursrøð er óhoyrd í Noregi og í Vestureuropa sum heild.

Kurt Mørkøre er aftur í Sogndal, men hann er ikki á besta liðnum. Sunnudagin vann Sogndal 3?2 á heimavølli ímóti Bodø/Glimt. Harvið endaði Sogndal á 8. plássinum. Tað er ein endastøða, sum teir í Sogndal eru nøgdir við.