Kvinnuhondbóltur
Talan var um sannan lagnudyst hjá Tjaldri leygardagin. Sæð burtur frá einsamalla sigrinum á Kyndli í grundspælinum, hevur liðið bara tapt og tapt, og hevði sjálvandi eina isoleraða botnstøðu á stigatalvuni við sær.
Næst niðasta liðið á talvuni var Neistin, og tá hesar komu á vitjan longu í fyrsta umfarinum í endaspælinum, er einki at siga til, at nú mátti bera ella bresta hjá Tjaldrinum. Ein ósigur vildi í hvussu so er ført við sær, at munurin longu nú vildi somikið stórur, at ein og hvør realistisk vón um at bjarga sessinum í deildini vildi verið burturvið.
Hildu allan vegin
Og tær á heimaliðnum mundu hesa ferð vita við sær sjálvum, at møguleikin var til staðar. Neistin hevur í ár verið langt ífrá støðnum, sum í mannaminni hevur tryggjað teimum støðuna á føroysku hondbóltstindunum. Stigatalvan er kontanta avrokningin fyri spælið gjøgnum árið, og undan dystinum móti Tjaldri var Neistin á næst aftasta plássinum. Ein støða, sum í allar mátar man vera púrasta óvand fyri sigursvanda felagið.
Og spenta støðan endurspeglaðist eisini rættiliga skjótt í spælinum úti á vøllinum. Neistin fekk nevnliga als ikki spælið at koyra. Við at mansverja stórskjúttan, Simonu Dziugyte, fekk Tjaldur á ein effektivan máta bremsa vandamesta neistavápninum, og so stríddust tær á heimaliðnum annars alt tað, sum tær vóru mentar.
Og tað var eisini hampuliga skjótt, at hetta gav úrslit. Verður sæð burtur frá allar fyrstu løtuni, so var Neistin ongan tíð á odda í dystinum. Munurin var kanska ikki so stórur, men Tjaldur helt alla tíðina nevið frammanfyri, og beint undan steðginum settu tær so ferð á. Við eini væl spælandi Lenka Ribaric og odda sendu tær bóltin fimm ferðir á rað í meskarnar, og so var Neistin um at vera har, sum tær ikki kundu grynna.
Og í seinna hálvleiki kom ongan tíð veruligur spenningur í. Mest dramatiska mundi vera, tá ein áskoðari helt seg skula hjálpa dómaraparinum við dømingini, men eftir at hesin var fingin úr høllini, varð hildið fram, og tær á heimaliðnum vóru eirindaleysar. Alla tíðina var munurin hildin á einum fýra-fimm málum, og sum dysturin nærkaðist endanum, so mátti Neistin ásanna, at her vendist ikki.
Spent støða
Fyri Tjaldur er einki at taka seg aftur í, at sigurin kom væl við. Sum nevnt, so vildi ein møgulig bjarging verið trupul at sæð, høvdu tær tapt dystin, men nú er minni munurin í so máta. Bert ein dystur, og hóast allar uppgávur í útgangsstøðinum eru truplar, so er einki at ivast í, at tær nú hava fingið hug at fleiri stigum.
Fyri Neistan má hinvegin sigast, at úrslitið var nakað nær einari katastrofu. Skal Tjaldur bjarga tilveruni í deildini, er í løtuni mest sannlíkt, at tað so ístaðin verður Neistin, sum fer úr deildini. Ein møguleiki, sum annars altíð vildið mettur sum tað reina møsn, men sum í dag líkist alt meira veruleikanum. At Mildrið Jacobsen so eisini meiddi sær fótin í Runavík, og neyvan verður tøk aftur alt fyri eitt, mundi ikki gera støðuna betri í so máta.
Enn hevur liðið tó 11 dystur at vinna seg uppaftur, og einki er at ivast í, at fólkið er til eina betri endastøðu. Men so skal eisini heilt annað spæl enn tað, sum liðið hevur sýnt seinastu dystirnar, finnast fram.
Dysturin í tølum
Tjaldur-Neistin 25-20 (15-8)
Málskjúttar:
Tjaldur: Lenka Ribaric 9(2), Oddvá Fossdalsá 7, Milica Ergic 5, Heidi Heinesen 3, Kristine Ellingsgaard 1
Neistin: Simona Dziugyte 6(1), Susan Brockie 4, Súna Mørk 3(1), Anna Clementsen 2, Vivian Unadóttir 1, Mildrið Jacobsen 1, Ata Høgnadóttir 1, Rakul Augustinussen 1, Ása á Neystabø 1
Brotskøst: Tjaldur 2, Neistin 3
Útvísingar: Tjaldur 3
Dómarar úr Kyndli: Eyðun Samuelsen & Hannis Wardum.