VIRUSSTRÌÐ
Á IP-net deildini hjá Føroya Tele, sum húsast á Hálsi í Havn, sita nakrir telduserfrøðingar, sum burturav arbeiða við at hava eftirlit við netinum hjá Føroya Tele. Teirra fremsta uppgáva er at forða fyri virusskaða og álopum frá hackarum, sum støðugt royna at finna trygdarhol í telduskipanum hjá fyritøkum og privatum, ið eru íbundin internetið ígjøgnum Føroya Tele.
Og teir hava ivaleyst at taka sær til.
- Virustrupulleikin er vaksin alsamt hetta seinasta árið. Eitt dømi um hetta er, at ein vanligan dag fáa eg millum 20 og 25 emailar sendar á mína adressu her á Føroya Tele. Hetta eru emailar frá fyritøkum og privatfólki, sum í flestu førum als ikki vita um, at tey hava virus, og eiheldur eru varug við, at hesi virus sjálv hava syrgt fyri at senda mailar út til tey, sum standa á adressulistanum í emailforriti teirra, greiðir Páll Wiberg Joensen, leiðari á IP-net deildini á Føroya Tele frá.
- Eg vildi mett at eini 90 prosent av teimum, sum hava virus á telduni, vita ikki av tí, og har liggur tann størsti trupulleikin, tí virusini sleppa at liggja í frið og breiða seg støðugt til onnur. Fólk hava einaferð installerað ein virusskannara, og so gloyma tey alt um hann, og halda væl standa til. Men nýggj virus verða síggja dagsins ljós at kalla hvønn dag, og tí er ein virusskannari einki verdur, um ikki hann verður dagførur javnan. Av tí sama vita fólk ikki av, at telda teirra hevur virus, hóast tey flestu munnu hava okkurt slag av virusskannara, sigur Páll Wiberg Joensen.
Kanna alt
Nú virustrupulleikin tykist at vaksa støðugt, hóast nógv verður upplýst um virusverju, hevur Føroya Tele tikið eitt umfatandi stig fyri at basa trupulleikanum. Allur postur, sum verður sendur til ella frá einari adressu av slagnum navn@post.olivant.fo, sum allir internethaldarar hjá Føroya Tele hava, fara ígjøgnum postservaran hjá Føroya Tele. Harumframt hava nógvar fyritøkur sínar postskipanir liggjandi á servaranum.
Runt roknað verða 56.000 emailar um dagin sendir ígjøgnum postskipanina hjá Føroya Tele, fleiri hundrað teirra eru virusmailar, metir Páll Wiberg Joensen.
Meginparturin av emailunum, sum sendir verða í Føroyum, fara soleiðis um hendan eina postservara, og ætlaða loysnin á virustrupulleikanum er at kanna hvønn einasta email, sum kemur um hendan postservararan. Tey vanligastu telduvirusini breiða seg nevniliga ígjøgnum email.
- Vit hava síðan einaferð í februar mánað arbeitt við at fáa eina virusskanningarskipan at virka, sum skal tryggja, at allir emailar, ið innihalda virusfilar, ongantíð verða sendir út til móttakaran. Soleiðis ætla vit at forða fyri at virus kann breiða seg ígjøgnum okkara postskipan, og tað átti at hjálpt rættiliga væl um virustrupulleikan, sigur leiðarin á IP-net deildini hjá Føroya Tele. Skipanin er komin í rættlag, og áðrenn hendan vikan er liðin, verður hon sett til, og tá minkar virustrupulleikin væntandi stórliga.
Í karantenu
Í juli mánað hava teir royndarkoyrt skipanina, sum helst verður tikin í nýtslu í hesum mánaðinum. Hendan tænastan verður ókeypis, og brúkararnir fara sambært leiðaranum á IP-net deildini ikki at merkja nakran mun - so leingi eingin sendir teimum ein virusmail.
- Verður ein mailur, sum breiðir virus, sendur til tína adressu, verður hann í framtíðini settur í karantenu. Tú fært síðan um postskipanina upplýst, at tú hevur fingið ein mail frá hesum ella hasum móttakaranum, sum inniheldur virus. Vísir hetta seg at vera ein sera umráðandi mailur, ber altíð til at fáa hann sendan kortini umvegis okkum. Mailarnir verða ikki slettaðir í fyrstu atløgu, sigur Páll Wiberg Joensen.
At Føroya Tele nú fer at kanna allar mailar fyri virus merkir tó ikki, at teldubrúkararnir eiga at gloyma at dagføra virusskannaran á teirra egnu teldu.
- Virus kann breiða seg á aðrar mátar, til dømis við at nýta diskettur, sum áður hava verið í virusraktum teldum, so tað verður enn orsøk til at verja seg við egnum virusskannara. Men við hesi skipanini fáa vit tað vanligastu viruskelduna burtur, sigur leiðarin á IP-net deildini, Páll Wiberg Joensen.