grunnar framleiddir á staðnum. Íalt arbeiða beint oman fyri 40 fólk á virkinum í Fuglafirði. Eitt annað áhugavert í hesum sambandi er, at tað fyri ein stóran part nettupp er uppisjóvarfiskur, ið verður [...] virkið "Vónin", sum hevur framleiðsluhallir bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta virkið framleiðir fyri tað mest trol av ymiskum støddum og ymiskum sniðum, men dentur verður lagdur á ein sámiligan prís [...] mong ár á baki. Ein styrki er somuleiðis, at menn støðast væl í fyritøkuni. Fleiri hava arbeitt har í 20 ár, og onkur enntá frá fyrsta degi av og er har enn! Høvuðssæti í Fuglafirði Eitt ynski hjá leiðsluni
Tutl hevur fyri stuttum umskipað sítt virksemi fyri at gera tað effektivari. Í hesum sambandi er plátufelagið farið í samstarv við Bókamiðsøluna um at taka sær av goymslu og útbreiðslu fyri seg Kristian [...] og í ár er eisini so, í tíðarskeiðinum juni til august koma nógvar spennandi fløgur, higartil eru 20 fløgur á skránni. Her eru útgávur við nýggjum spennandi nøvnum so sum Budam, Lawetz oddamanninum Høgna [...] Blak fekk í 60 ára gávu. Tað eru vinir og samstarvsfelagar hjá Kristiani, ið høvdu spælt fløguna inn fyri at heiðra mannin, ið ivaleyst hevur havt størri ávirkan á føroyskan tónleik enn nakar annar. Útlendskar
tikið við tey atlit, sum leiðslan hevur mælt til, alt fyri at tryggjað, at tann vitan og tað virksemið, sum felagið hevur bygt upp seinastu sløku 20 árini, verður verandi í Føroyum, sigur Christian Andreasen [...] ikki hevur gjørt viðmerkingar vegna felagið ella leiðsluna fyri felagið. Talan er um hansara persónligu meining, sum so eisini má standa fyri hansara egnu rokning, sigur nevndarformaðurin í Atlantic Airways [...] hendur, í hvussu so er partvíst. Skiftandi nevndir hava umrøtt spurningin við landsstýrið, og leiðslan fyri felagið hevur ígjøgnum fleiri ár mælt til, at spurningurin um einskiljingina av felagnum bleiv avkláraður
ikki at sita frammanfyri sjónvarpið ella at rinda í dýrum dómum fyri at fara niður til Týsklands fyri at uppliva fótbóltsspenning og harvið fyri at fáa adrenalinið at pumpa næstan ómenniskjaliga skjótt og [...] partar vildu sjálvandi vinna og harvið styrkja um sína støðu í toppinum. Men teir vildu ikki leypa á fyri einhvønn prís. Tað ráddi um at binda um so álopið ikki var sektað og mótstøðuliðið fekk mál. Hetta [...] røkka. Men GÍ vísti góðan hugburð. Stutt eftir NSÍ leiðslumálið var um reppið, at gestirnir øktu til 2-0, men skotroyndin hjá Boga Løkin brast í tvørtræið aftanfyri Géza Turi, sum ikki var heilt sakarleysur
við upprættari pannu. Í góðan hálvleik høvdu teir í undirtali stríðst móti meistaraliðnum úr B36, og fyri tað nógva vóru tað eisini teir appelsingulu, sum glepsaðu mest. Sylla tók kjansin Frá byrjan tóktist [...] Skála vera liðið, sum trýsti meira, tá dysturin fór ígongd. Hóast báðir partar sjálvandi høvdu virðing fyri hvørjum øðrum, so vóru vertirnir meira respektleysir í so máta. Langa løtu kom B36 snøgt sagt ikki [...] miðvøllinum verri. Spakuliga fekk B36 tó fatur á rætta endanum, og tá stóri møguleikin kom, tóku teir alt fyri eitt av. Innkast úr vinstru varð tveitt til Fróða Benjaminsen, sum fekk snarað seg leysan mest sum
hevur ein lim fyri hvørjar upp á byrjað túsund fólk. Tað merkir, at ein kommuna við 10 fólkum hevur ein lim í umboðsráðnum og ein kommuna við 1100 fólkum hevur tveir. Havnin hevur sostatt 20 limir í umb [...] ósmidligur og avoldaður. Hann tekur tí fult undir við, at SEV verður umskipað. Hann hevur eisini talað fyri, at stýrið tekur spurningin um bygnaðin í SEV, upp til viðgerðar Men hann sigur, at harðasti mótstøðumaður [...] umboðsnevndini, avsannar, at hann er ímóti at broyta bygnaðin í SEV. - Tað er akkurát tað, sum liggur fyri framman at umskipa SEV. Men nær tað verður og, hvussu SEV verður umskipað, dugir hann ikki at síggja
bólturin fyri føturnar á Sámali Joensen og so var 1-0. Afturat Sámali hevði Hanus Jacobsen eisini onkra vandamikla roynd, men tað komu ikki fleiri mál. Hjá GÍ vóru Kaj Ennigarð og Niclas Niclassen fyri tað [...] meiri enn hálvrunnið, og eftir at B68 í fitta løtu hevði verið omaná og eisini hevði havt møguleikar fyri at javna. B68 málið kom eftir best gjøgnum spælda álopið hjá teimum. Teir nýttu bæði breidd og dýpd [...] hon viðhvørt er at síggja. Í løtum hekk samanspælið hampuliga væl saman, men tað kom meiri enn so fyri, at tað varð sparkað høgt og langt í góðu líkindunum. Á GÍ liðnum vóru tað í 1. hálvleiki serliga
hevði verið møguligt at sett ferð á búskapin aftur. Tað hevði ikki bert verið til gagns fyri Týskland, men fyri alt Europa, tí týski búskapurin er so stórur og týdningarmikil í hesum sambandi. Í seinastu [...] Teir hava brúkt einar 600 milliardir um árið uppá hetta tiltakið, men enn er td. arbeiðsloysið eini 20% í DDR-partinum, meðan tað er 10% í Týsklandi sum heild. Samstundis er búskaparligi vøksturin í landinum [...] Týskland hevur havt serligar útreiðslur Tí heldur týska stjórnin, at Euro-sáttmálin ikki tekur fyrivarni fyri, at teir hava havt "serligar" útreiðslur, og tí mugu sleppa ? í eina tíð ? at eitt størri hall á
Teir kunnu ikki sigast at vera í so góðum standi, men italienarar í ferðslu eru jú eisini kendir fyri ikki at sýna nakað serligt av fyriliti. Men kortini er tað sera hugtakandi at koyra í tí flotta l [...] at vera munkur. Frants helt lítið um alt tað stórsligna ríkidømi, sum var í pávaveldinum og innan fyri kirkjuna sum heild, og tí byrjaði hann at stovna sína egnu samkomu, um ein kann kalla tað so. Pávin [...] sigur, at eina náttina droymdi pávin, at tann katólska kirkjan og pávaveldið syndraðist. Óansæð hvat fyri snildir og hvussu dugnalig fólk pávin nýtti, so megnaðu hesi ikki at halda kirkjuni saman. Inntil
at EB/Strymur fór at koma á Svangaskarð fyri at liggja aftarlaga á vøllinum og dúva upp á møguleikan fyri kontraálopum. Bergur Magnussen er snúðin. Í staðin fyri at gera, sum tað varð roknað við, so var [...] fótbóltur Toftamenn eru boysnir. Síðani teir í áttanda umfarinum taptu 2?0 í Gøtu hava teir fingið fult hvøja ferð burtursæð frá tá teir vóru í Vági. Tá endaði tað við javnleiki. Sunnudagin var uppgávan [...] halda um, og hóast EB/Streymur ikki var so málsøkjandi í 2. hálvleiki, so lúrdi møguleikin alla tíðina fyri, at tað skuldi eydnast teimum at fáa javnleikin, sum teir vóru komnir eftir. Einasta málið kom miðskeiðis