Eitt av virkjunum, ein ikki hoyrir so nógv um í tí dagliga er virkið "Vónin", sum hevur framleiðsluhallir bæði í Føroyum og uttanlands.
Hetta virkið framleiðir fyri tað mest trol av ymiskum støddum og ymiskum sniðum, men dentur verður lagdur á ein sámiligan prís við eini høgari dygd.
Ein fyrimunur við Vónini er, at tætt er millum framleiðslu og brúkaran. Tað hendir seg javnan at teir fáa viðmerkingar og eisini atfinningar at trolunum, og út frá hesum hava teir so møguleika at framleiða júst tað trolið, sum tann einstaki trolarin hevur tørv á.
Virkið byrjaði í 1971, og hevur tí mong ár á baki. Ein styrki er somuleiðis, at menn støðast væl í fyritøkuni. Fleiri hava arbeitt har í 20 ár, og onkur enntá frá fyrsta degi av og er har enn!
Høvuðssæti í Fuglafirði
Eitt ynski hjá leiðsluni í Vónini er at vera so nær kundunum sum gjørligt. Tí hevur fyritøkan í dag tveir virkisbygningar í Føroyum: Ein í Fuglafirði og hin í Tórshavn.
Báðir virkisbygningarnir eru skipaðir soleiðis, at tann í Fuglafirði tekur sær av útgerðini til tey skipini, ið royna eftir uppisjóvarfiski og aling, meðan tað í Havnini verður framleitt til teirra, sum royna eftir botnfiski.
Í Fuglafirði, har eisini høvuðssætið hjá Vónini er, verður serliga arbeitt við trolum til fiskasløg, so sum svartkjaft, makrel, sild og lodnu. Fyrr var eisini eitt stór virksemi við at gera nýggjar nótir til alingini. Men soleiðis sum viðurskiftini eru í alivinnuni nú á døgum, er lítið virksemi á hesum øki. Í dag verður mest arbeitt við at bøta nótirnar, vaska og sóttreinsa.
Har finst eisini eitt vaskianlegg, sum verður nýtt í sambandi við sóttreinsan av aliringum. Í Fuglafirði finst somuleiðis ein royndarbrunnur. Her hevur ein møguleika at gera modellir av trolunum, og síðani royna tey í hesum royndarbrunninum. Her ber so til at rætta uppá møguligar skeivleikar, soleiðis at trolið svarar til tey ynskini, sum kundin hevur sett fram. Annars verður eisini nógv nýtt at gera hesar royndir á teldu.
Tað er tó kortini ikki alt sum hevur við uppisjóvarfiskin at gera. Tí, sum ein part av framleiðsluni í Fuglafirði, verða eisini grunnar framleiddir á staðnum. Íalt arbeiða beint oman fyri 40 fólk á virkinum í Fuglafirði.
Eitt annað áhugavert í hesum sambandi er, at tað fyri ein stóran part nettupp er uppisjóvarfiskur, ið verður landaður í Fuglafirði. Tí er jú rættiliga praktiskt hjá teimum at hava eitt trolvirkið í býnum, um so er at brúk er fyri serkønari hjálp til eitthvørt, ið hevur við trolini at gera.
Í Havn og útlondum
Á virkinum í Havn er talið á arbeiðsfólkið minkað nakað í ár. Í løtuni liggur talið omanfyri 15 fólk.
Her verður, sum longu nevnt, einamest arbeitt við at framleiða trol til botnfiskaveiðu - t.d. eftir toski í føroyskum sjógvi, eins væl og í Barentshavinum. Somuleiðis verða framleidd trol til fiskiskap eftir so ymiskum fiskasløgum sum rækjur, upsa, hýsa og kalva.
Í sambandi við virksemið í Havnini kann haraftrat verða nevnt at Vónin eigur Skipshandilin, har alskyns útgerð til fiskimenn er at fáa.
Umframt hesi bæði virkini í Havn og Fuglafirði, eigur Vónin eisini tvey virkir uttanlands - eitt í Grønlandi og hitt í New Foundlandi. Við hesum verður roynt at koma enn nærri teim útlendsku kundunum. Í dag kann Vónin tí staðfesta, at omanfyri ein triðingur av søluni er uttanlands.
Virkið í Havn er sera væl egnað til framleiðslu av rækjutrolum, og tað kemur tí ofta fyri, at tey verða seld til Grønlands. Beint nú eru teir í Havn í ferð við at gera tveir posar til ein grønlendskan trolara. Hetta arbeiðið verður liðugt í hesi vikuni.
Ein annar fyrimunur við at hava virkir á øðrum støðum er møguleikin hjá kundunum at fáa gjørdar størri og smærri umvælingar við útgerðini á stað-num.










