Atlantic Airways verður ikki privat monopol

Treytin fyri at selja Atlantic Airways hevur allatíðina verið, at føroysk áhugamál framhaldandi verða røkt. Tí skilur Christian Andreasen, nevndarformaður í felagnum, ikki rættiliga útsøgnirnar hjá flogovastanum Hans Hansen í síðstu viku

Í grein í blaðnum fríggjadagin ávarar flogovastin í Atlantic Airways, Hans Hansen, staðiliga ímóti at einskilja føroyska flogfelagið. Høvuðsgrundgevingin hjá Hans Hansen er, at vit ikki kunnu vænta, at eitt vanligt kommercielt felag fer at hava áhuga í at geva føroyingum somu tænastu sum nú, ella í heila tikið í at menna føroyska flogferðslu. Hann sigur seg hava gjørt vart við hetta fyrr, men at tað tykist, sum at hetta helst skal tigast burtur. Tí kennir Hans seg noyddan at loysa frá posabandinum, nú tað tykist sum at leiðslan í Atlantic Airways hevur fingið munnkurv.
Føroysk áhugamál raðfestast
Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantic Airways, skilur ikki rættiliga útsøgnirnar hjá flogovastunum. Hann vísir á, at leiðslan í Atlanic Airways allatíðina hevur verið hoyrd í einskiljingarmálinum og hevur roynt at ávirka málið soleiðis, at tryggja verður, at keyparin fyrst og fremst skal røkja føroysk áhugamál í loftferðsluni.
-Lógaruppskotið leggur nevniliga upp til, at landsstýrið skal eiga ein stóran minniluta í felagnum, at føroyski almenningurin skal hava høvið at keypa ein part av teimum partabrøvum, sum verða seld, og at starvsfólkini á sama hátt eisini skula hava møguleika at ogna sær partabrøv í felagnum.
- Tá tað beinleiðis framgongur av viðmerkingunum, at landsstýrið ikki ætlar, at privatiseringin av Atlansflog skal blíva eitt alment monopol, má hetta samstundis merkja, at landsstýrið ikki ætlar, at ein einstakur íleggjari fer avstað við felagnum, sigur Christian Andreasen. 
Í hvønn mun privatfólk fara at nýta høvið at keypa partabrøv, er ilt at siga. Men í øllum førum leggur uppskotið upp til, at nýggi eigaraskapurin verður spjaddur, og at felagið framhaldandi hevur høvuðsstøð í Føroyum. Talan verður sostatt ikki um at avhenda hvørki felag ella uppbygdu servitanina til ein einstakan útlendskan keypara.
-Lógaruppskotið leggur eisini upp til, at gerast skal ein partaeigarasáttmáli, sum skal tryggja landsstýrinum avgerandi ávirkan á felagið, og at nýggju høvuðspartaeigararnir skula góðtaka, at felagið framhaldandi kemur at hava høvuðsstøð í Føroyum, sigur Christian Andreasen.
Ikki nýtt
Annars sigur nevndarformaðurin, at málið um einskiljing av Atlansflog ikki er nakað nýtt. Tað hevur ligið í kortunum í fleiri ár, at felagið fyrr ella seinni skal út á privatar hendur, í hvussu so er partvíst. Skiftandi nevndir hava umrøtt spurningin við landsstýrið, og leiðslan fyri felagið hevur ígjøgnum fleiri ár mælt til, at spurningurin um einskiljingina av felagnum bleiv avkláraður. Tað átti tí ikki at komið óvart á nakran, at spurningurin um einskiljing av felagnum nú verður tikin upp til viðgerar.
-Leiðslan fyri felagið, bæði nevnd og stjórn, hava verið við í tilgongdini, sum hevur ført til fyriliggjandi lógaruppskot, og leiðslan tekur undir við uppskotinum. Leiðslan hevur havt møguleika at gera sínar viðmekingar, og veruleikin er tann, at landsstýrið í rættuliga stóran mun hevur tikið við tey atlit, sum leiðslan hevur mælt til, alt fyri at tryggjað, at tann vitan og tað virksemið, sum felagið hevur bygt upp seinastu sløku 20 árini, verður verandi í Føroyum, sigur Christian Andreasen.
Ikki fingið munnkurv
Samstundis vísir Christian Andreasen aftur, at nakar skal hava fingið munnkurv í hesum málinum.
- Leiðslan hevur eftir innanhýsis semju gjørt av, at tað bara er nevndarformaðurin sum útalar seg í hesum málinum. Onki óvanligt er í eini slíkari avgerð í førum, har eitt mál sum hetta framvegis er til viðgerðar, og har politiski mynduleikin nú skal taka avgerð, sigur Christian Andreasen.
-Sjálvandi skulu øll hava loyvi at siga sína hugsan  eisini flogovastin. Men tað tykist eitt sindur løgið, at hann gevur fatan av, at viðurskifti í hesum málinum verða tagd burtur. Hettar er ikki so. Annars skal eg viðmerkja, at flogovastin í hesum máli ikki hevur gjørt viðmerkingar vegna felagið ella leiðsluna fyri felagið. Talan er um hansara persónligu meining, sum so eisini má standa fyri hansara egnu rokning, sigur nevndarformaðurin í Atlantic Airways.