Veteranarnir settu dagsskránna

Eitt stig í part tóktist at vera at liva við hjá báðum pørtum eftir oyggjauppgerðina á Svangaskarði, har ungu menninir fingu góðan stuðul frá teimum royndu

B68 2 bóltar
GÍ 3 bóltar
 
Tað ræður um at geva ungum monnum, sum eru uppvaksnir í felagnum, møguleikan. Tað er einasta gongda leið, um teir skulu mennast og gerast stuðlar og berandi kreftir á liðnum. Hetta er hugburðurin bæði á Toftum og í Gøtu, og fatanin er bæði røtt og rímulig.
                      Tá ið feløgini, sum seinastu stívliga fjórðings øldina hava verið tey fremstu í Eysturoy, hittust á Svangaskarði, vóru nógvir ungir og evnaríkir spælarar á báðum liðunum. Dystargongdin vísti eisini, at tað er ógvuliga týdningarmikið at hava royndar spælarar at hjálpa teimum yngru.
                      Á B68 liðnum vóru Arnbjørn Danielsen í miðverjuni og serliga Øssur Hansen á miðvøllinum eyðsýndir. Ein annar veteranur, Súni Fríði Barbá, var fremsta álopshóttanin, og hann skoraði einsamalla B68 málið. Tað gjørdi hann, tá ið seinna umfarið var meiri enn hálvrunnið, og eftir at B68 í fitta løtu hevði verið omaná og eisini hevði havt møguleikar fyri at javna.
                      B68 málið kom eftir best gjøgnum spælda álopið hjá teimum. Teir nýttu bæði breidd og dýpd, áðrenn innskifti Jóhan Dávur Højgaard stakk bóltin fram eftir miðásinum og til Súna Fríða Barbá, sum var á rangstøðumarkinum. Súni Fríði var púra kaldur, sneiddi framvið fína GÍ málverjanum og trillaði bóltin í málið.
                      So var javnt. Men tað var ikki heimaliðið, sum síðstu løtuna átti bestu møguleikarnar at fáa sigursmálið. Teir átti GÍ. Í vinstra borði tóktist B68 ikki sannførandi í verjupartinum. GÍ hevði fleiri góð álop, og í tí eina førinum høvdu teir tríggjar royndir móti málinum hjá óføra Tóra Thomsen. Hans Jørgen Djurhuus sendi í stólpan, málverjin hálvbjargaði royndini hjá Sámali Joensen, og Jann Ingi Petersen bjargaði á strikuni, tá ið Hanus Jacobsen royndi seg!
 
Veteranarnir gingu undan
Eisini undan steðginum var GÍ eitt sindur omaná. Leikferðin var ongantíð so høg, sum hon viðhvørt er at síggja. Í løtum hekk samanspælið hampuliga væl saman, men tað kom meiri enn so fyri, at tað varð sparkað høgt og langt í góðu líkindunum.
                      Á GÍ liðnum vóru tað í 1. hálvleiki serliga veteranarnir Sámal Joensen og Pól Ennigarð, sum fyltu nógv á miðvøllinum. Pól var í meiri verjukendum leikluti, og Sámal var framrættaður og dugdi, sum hann plagar at gera, væl at finna holini frammarlaga á vøllinum.
Serliga síðstu løtuna undan steðginum var Sámal rættuliga vandamikil. Nýggi B68 maðurin, Ralph van Dooren, var verjukendur miðvallari. Hann tykist hava góð evni við bóltinum og góða fatan av spælinum, men hann er ikki í nóg góðari venjing, og síðstu løtuna undan steðginum var heilt galið.
                      Sámal Joensen hevði onkrar góðar royndir, og tað var hann, sum setti hol á í 20 minutti. GÍ vann bóltin av B68, sum misti á veg í álop í vinstru. Bólturin varð spældur út í høgra borð til Pól Ennigarð, sum smeig sær til baklinjuna og legði flatt og skrátt innfyri. Eftir kontra datt bólturin fyri føturnar á Sámali Joensen og so var 1-0. Afturat Sámali hevði Hanus Jacobsen eisini onkra vandamikla roynd, men tað komu ikki fleiri mál.
                      Hjá GÍ vóru Kaj Ennigarð og Niclas Niclassen fyri tað mesta tryggir miðverjar. Onkra ferðina var um reppið, at Súni Fríði Barbá varð leysur. Arbeiðssami B68 framherjin var tó ov einsamallur. At hava Jann Inga Petersen sum álopsrættaðan miðvallara tykist ikki sannførandi hugskot. Dygdirnar hjá honum eru meiri at varðveita og spjaða spælið heldur enn at detta í holini frammi á vøllinum, bjóða av í gjøgnumbrotum og at hótta við skotum úti frá.
                      Felags fyri ungu menninar á báðum liðunum tykist vera, at teir hava góð evni, og at teir fara at fóta sær. Men hesa ferð vóru tað veteranarnir, sum stóðu sterkast í myndini.