SEV ov tungt at dansa við

SEV eigur at verða umskipað so at tað verður lættari at arbeiða, heldur Leivur Hansen, sum framvegis metir seg vera formann í SEV-stýrinum. Tað er leiðslan í SEV, sum er tung at dansa við, heldur Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsráðnum

 
 SEV-ósemja
 

- SEV eigur at verða umskipað, so at tað verður lættari at arbeiða
Leivur Hansen, sum framvegis metir seg at vera formann í SEV-stýrinum, heldur, at soleiðis sum SEV er skipað nú, er tað alt ov tungt at dansa við.
SEV hevur eina leiðslu. Harafturat er eitt stýri við sjey limum, har ein er úr hvørjum øki í Føroyum. Men harumframt hevur SEV eina umboðsnevnd, har hvør kommuna í Føroyum hevur ein lim fyri hvørjar upp á byrjað túsund fólk. Tað merkir, at ein kommuna við 10 fólkum hevur ein lim í umboðsráðnum og ein kommuna við 1100 fólkum hevur tveir. Havnin hevur sostatt 20 limir í umboðsnevndini.
Í løtuni eru sostatt 70 limir í umboðsnevndini.
 
Avoldað skipan
Leivur Hansen heldur, at hetta er ein virkisskipan, sum er alt ov tung at arbeiða við og at tað tí er neyðugt at umskipa SEV.
- Bygnaðurin, sum nú er í SEV, er ósmidligur og avoldaður.
Hann tekur tí fult undir við, at SEV verður umskipað. Hann hevur eisini talað fyri, at stýrið tekur spurningin um bygnaðin í SEV, upp til viðgerðar
Men hann sigur, at harðasti mótstøðumaður ímóti at umskipa SEV, hevur júst verið Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini.
Spurningurin er so, hvussu SEV eigur at verða umskipað, men tað dugir Leivur Hansen ikki at siga í løtuni.
- Tað er ein spurningur, sum eigarin eigur at taka upp. Og tey, sum eiga SEV, eru allar kommunurnar í Føroyum.
Eitt, sum hevur verið nevnt, er at umskipa SEV til eitt okkurt slag av partafelagi, ella í okkurt felag, sum líkist einum partafelag.
­- Eg haldi, at kommunurnar eiga at taka málið upp og at lýsa fyrimunir og vansar við tí, heldur Leivur Hansen.
 
 
Mugu hava ávirkan
Hans Tausen Olsen, formaðir í umboðsnevndini, avsannar, at hann er ímóti at broyta bygnaðin í SEV.
­­- Tað er akkurát tað, sum liggur fyri framman at umskipa SEV.
Men nær tað verður og, hvussu SEV verður umskipað, dugir hann ikki at síggja.
Annars er tað umboðsnevndin, sum skal góðkenna slíkar umskipingar.
Tað hevur verið tosað um at gera SEV til okkurt slag av partafelag.
- Tað vil eg síggja fyrimunirnar við fyrst, áðrenn eg taki undir við tí. Tosað vit um eitt partafelag, skulu vit bæði betala skatt, eins og onkur skal hava vinning burturúr tí og eg veit ikki um tað er tað rætta.
Hinvegin vísir Hans Tausen Olsen á, at tað eru kommunurnar sum eiga SEV og teir einstøku kommunurnar mugu eisini framyvir hava eitt orð at siga í SEV.
­-Tí kann ongin kommuna útihýsast úr einum umboðsráði, tí SEV má altíð verða ein samhaldsfastur felagsskapur. Tað hevur sera stóran týdning, haldi eg.
Hann heldur, at ein máti kundi verið at broytt fortreytirnar fyri, hvussu nógvir umboðsnevndarlimir skulu vera, men tað má ikki gerast so, ein einstakar kommunur ongan lim fáa.
- Annars fækkar talið á kommunum, so talið á umboðsnevndarlimum fer at minka eitt sindur av teirri orsøk. 
- Umboðsnevndin kann minkast, hon hon má altíð hava minst ein lim úr hvørjari kommunu. Og umboðsnevndin kemur altíð at hava minst ein ársligan aðaldund, tí kommunurnar eiga SEV.
Annars Hans Tausen Olsen púra ósamdur í, at tað er umboðsráðið, sum er orsøkin til óskilið í SEV.
- Tað er ikki tann politiska skipanin í SEV, sum er ein vansi. Umboðsnevndin er saman nakrar fáar ferðir um árið at góðkenna fíggjarætlanir og onnur, yvirskipað viðurskiftið, umframt tey mál, sum verða løgd fyri nevndina. Annars  er tað stýrið, sum hevur alt vald at stjórna  SEV ímillum umboðsnevndarfundirnar.
- Teir trupulleikar, sum eru í SEV, stava tískil frá teirri umsitingarligu leiðsluni. Er SEV tungt at dansa við, er tað sostatt umsitingarliga leiðslan, sum er tung at dansa við og ikki umboðsnevndin.
- Ein máti kundi tí eisini verið at fækka talið á stýrislimum, heldur Hans Tausen Olsen.