hennara í handli og seinri á matstovu - á læraraskúlanum og í bankanum. Serliga munnu nógv minnast hana frá teimum árunum, tá hon saman við góðum fólki skipaði fyri í kjøt- og krásadeildini í Smæruni, [...] kjarnin í tilveruni og so var eisini hjá henni, sum vit nú fylgdu til gravar. Ein annar kjarni í lívi hennara vóru vinkonurnar, og bindiklubburin, sum tær trúliga hava havt, vetur eftir vetur, síðani í fjø [...] grindirnar. Búgvin at fara um sýnina, haðani vit ikki venda aftur. Í sálarligari javnvág, tí hon hevði eina kjølfestu, sum bygdi á trygga andaliga grund, og ein lívsvísdóm, sum hon hevði nomið í lívsins skiftandi
Osvald var føddur í Sumba í 1923, har hann eisini vaks upp. Sum heilt ungur fór hann til Tvøroyrar at ganga í prelimenerskúla og kom til frelsandi trúgv á Harran Jesus har í 1940, 17 ára gamal. Tað umbroytti [...] 1950 búð uttan slit í Havn, sama árið sum Judith og hann giftust og settu búgv í Jákup Nolsøesgøtu. Í Havn var hann ein sermerkt býarmynd, altíð til gongu, á møti, av møti, ørindi í býnum, út á Landssjúkrahúsið [...] Landssjúkrahúsið at vitja fólk, og hvat tað enn kundi vera. Osvald byrjaði í 1955 at virka sum heilsølumaður í kjallarahæddini í húsum sínum, seldi skógvar, harraundirklæði, tógv, leikur og annað. Hetta bleiv
og nútímansgjørdir, bæði á dekkinum og í apteringini – við betri kømrum, messu, uppihaldsrúmi og klædnarúmi. Í góðu tíðunum, sum komu nøkur ár eftir kreppuna fyrst í nítíárunum, hava feløg brúkt heilt nógvan [...] Høgagarð av Toftum førir, meðan tað í seinastuni hevur gingið minni væl at manna Gullberg, ið Árni Zachariassen í Klaksvík førir. Tað eru ikki skipararnir, sum gera munin, men í fyrsta lagi bátarnir sum arbeiðspláss [...] burtur í senn, at vera umborð á teimum smærru førunum. Í aðrar mátar eru umstøðurnar umborð á teimum størru bátunum betri, og serliga er tað vaktirnar, sum menn eru glaðir fyri. Áðrenn línuskipini í sínari
gólvinum Sunnudagin í hinari vikuni ringdi Una til dóttrina og bað um hjálp, tí hon var dottin á gólvinum og slapp ikki upp. Sjúkrasystir kom, hon ringdi eftir lækna, og boð vórðu so send eftir sjúkrabili. Tá [...] koyrast heim aftur av sjúkrahúsinum. Tað var tó av ongum tá, í bakteriur vórðu funnar í blóðinum. Hon hevði bruna og skuldi hava antibiotika. Mánadagin í seinastu varð dóttirin ringd upp, at nú kom mamman heim [...] nógvar um eldri fólk, sum ikki fáa ta røkt, tey hava fyri neyðini. Eru eingi børn til at taka ábyrgdina av óhjálpnum foreldrum, er illa statt. Ofta bukka tey avvarðandi sjálv undir. Í húsum sínum á Ma
einum máli (undan seinnu hálvfinaluni í steypakappingini, red.), sigur formaðurin. Men tað er jú júst Pól F. Joensen, sum hevur vunnið tykkum heilt fram í hálvfinaluna í steypakappingini, er tað ikki v [...] sannroynd í longri tíð, men nevndin í FC Suðuroy hevur ongantíð havt ætlanir um at senda Pól F. Joensen til hús. – Nei, tað hevur ikki verið uppi at vent. Vit hava hoyrt nógv tos ímillum fólk, men vit hava [...] við arbeiðið, hann hevur gjørt. Tað, at tað ikki hevur gingið eftir vild, hevur verið nógvum øðrum faktorum at takka. Í samrøðu við Norðlýsið í gjár vísti Pól F. Joensen á manglandi styrk undan kappingarárinum
Javnaðarflokkurin sigur í viðmerkingunum, at við hesari broyting veðrur óvissan um útrokningarháttin burturbeind í málum, har fleiri fráømingartíðarskeið eru í framhaldi hvørt av øðrum. Í málum um at fáa koyrirættin [...] gamal við dómi í 1986. 19 ára gamal fær hann seinasta dómin í 1988. Tá hann missir koyrirættindi fyri allar tíðir. Eftir verandi lóg kann hesin maður ikki taka koyrikortið aftur fyrr enn í 2003, um hann [...] íðin í næsta dómi við. Hetta hevur við sær, at tað í fleiri førum kunnu ganga nógv ár, áðrenn spurningurin um at fáa koyrirættin aftur kann leggjast fyri dómsstólarnar. Javnaðarflokkurin nevnir í viðm
Kallanes, hava í fjør og í ár riggað bátin soleiðis til, at teir, umframt at kunna fiska tosk og hýsu við línu, eisini kunnu fiska makrel við dorg. Tað eru Eyðólvur Vang í Klaksvík og Kári Klettskarð í Kongstovu [...] prosent í stuðli til royndirnar. At fiska makrel við dorg er ikki nakað nýtt uppfinnilsi, um vit so kunnu siga. Tað hava eitt nú norðmenn gjørt í fleiri ár, og royndir eru eisini gjørdar í Føroyum áður, [...] neyðugt at hyggja eftir veðurlíkindunum nakrar dagar fram. Vónin hjá teimum er eisini, at makrelvertíðin eitt annað ár kann byrja fyrr, helst í juni ella juli mánaði. - Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, byrjaðu
signal frá landsins myndugleikum. Hinvegin at fara at blokera alla barnaansingina í Føroyum, tí vit hava tosað framvið hvønn annan, er ikki orsøk til at fara út í arbeiðssteðg. Vit eiga heldur at seta okkum [...] Føroya Pedagogfelag ikki sættis við henda veruleika. Í tvær vikur hevur Pedagogfelagið sent løgmanni trý brøv, tað seinasta eitt klaguskriv um framferðina í málinum. Tvey brøv eru svarað, men Føroya Pedagofelag [...] úrskurðin. - Svarini eru avgreidd av lógardeildini og tey taka støði í galdandi lóggávu. Eg skal síggja til, at lóggávan verður umsitin eftir landsins lógum. At felagið ikki er nøgt við svarini, kann eg ikki
niðurleggja HF í Klaksvík í óðum verkum. ? Áðrenn teir seta nøkur tiltøk í verk, fara politikarar sjálvsagt at kanna málið gjølliga. Og teir fara sjálvandi ikki at niðurleggja ein skúla við so stórari [...] lærarar eru nógv saman. Teir sita í somu hølum í matarsteðginum og tað gevur teimum høvi til annað prát enn tað, tey hava fyri í skúlanum. Leiðarin er líka við at halda, at í summum førum er tað enntá ein [...] eitt, sum ger seg galdandi í HF í Klaksvík, er, at tað eru ógvuliga fáir drongir á skúlanum. Í teimum báðum fyrstu flokkunum við tilsamans 48 næmingum, eru bara átta drongir. Í øðrum flokki uppá 24 næmingar
sigur Monika Stauss Joensen í Leirvík. Tað rørdi okkurt innast í hjartanum hjá mær at syngja um hirðarnar og um eingilin. Eg sá hann fyri mær í míni barnafantasi, hvussu hann í fínum snjóhvítum klæðum sveimaði [...] hugsa um tey sum bera sár og tungar byrðar í hjartanum – tey sum uppá ein ella annan máta sita í myrkri, sigur Monika Stauss Joensen í Leirvík (Hóast skrivaða málið í Sveis er týskt, so finst okkurt smávegis [...] skitin, luktaðu av eldi og seyði, og sótu í einsemi og í myrkri. Áh, sum tað altíð hevur rørt meg, at eingilin fór fyrst hagar ....... Um eg sjálv elski at hugna um í jólatíðini og alt stásið rundanum við