Skúlaviðurskifti
? Vit hava ikki nógv pláss. Men vit hava ein sera góðan skúla.
Sigrun Skálagarð , leiðari á HF í Klaksvík, fegnast um at áhugin fyri at søkja inn á HF í Klaksvík, hevur verið alsamt veksandi seinastu árini.
Men hon heldur, at tað hevur sína orsøk at áhugin fyri skúlanum er veksandi.
? Vit hava tað trongt, tí vit hava ein lítlan skúla. Men nettupp støddin hevur sínar fyrimunir. At vit hava tað trongt, ger okkum nógv meiri samansjóðað, enn vit kanska høvdu verið í einum stórum, fínum skúla.
Ein orsøk til tað veksandi næmingatalið kann eisini vera, at tað er ikki heilt so lætt at fáa arbeiði, sum tað hevur verið og so byrja tey ungu longu tíðliga at brynja seg til framtíðina og fara á HF fyri at leggja grundina undir eina útbúgving
Men so skulu junglutrummurnar heldur ikki undirmetast, heldur Sigrun Skálagarð
? Næmingar tosa sjálvandi saman. Og er tað ein góður flokkur, sum tekur prógv, frættist tað og tað vekir áhugan fyri útbúgvingini.
Og tað, hon meinar við ein góðan flokk, er ein flokkur, sum er væl samansjóðaður, sum er jaligur úteftir og sum hevur ein sterkan, sosialan felagsskap.
? Og so síggja fólk sjálvandi eisini, at gamlir næmingar koma aftur til Klaksvíkar eftir at hava tikið ymsar útbúgvingar og tað er við til at økja áhugan.
Sum ein stór familja
Sigrun Skálgarð ivast ikki í, at trivnaðurin á skúlanum hevur sera nógv at siga .
Og trivnaðurin á HF í Klaksvík er avbera góður.
Tað er ikki tíð at skúlin ger meiri fyri trivnaðin enn aðrir skúlar gera.
? Men vit hava so lítið pláss, at tað slepst ikki undan, at næmingar og lærarar eru nógv saman. Teir sita í somu hølum í matarsteðginum og tað gevur teimum høvi til annað prát enn tað, tey hava fyri í skúlanum.
Leiðarin er líka við at halda, at í summum førum er tað enntá ein fyrimunur at hava lítil høli.
? Tað er avgjørt ikki ein fortreyt fyri trivnaði at hava stór, fín høli, tí tað hava vit als ikki. Tað, sum hevur størstan týdning, er, at lærarar tíma at vera saman við næmingunum, eisini í fríkorterum og matarsteðgi so at tey kunnu tosa um annað enn tað fakliga, men kunnu tosa um ymisk viðurskifti, sum eru uppi í tíðini.
? Vit eru næstan sum ein stór familja.
Úrslitið av tí er, at vit í dag hava ein annan flokk við 24 næmingum, men vit hava tveir fyrstu flokkar, sum hvør hevur 24 næmingar.
? Harumframt standa nøkur á bíðilista, men vit hava tikið so nógvar næmingar inn, sum vit yvirhøvur kunnu.
Fáir drongir og nógvar gentur
Sigrun Skálagarð sigur, at eitt, sum hon heldur er er eitt sermerki fyri HF í Klaksvík, er, at ógvuliga fáir næmingar gevast.
? Sjálvandi hendir tað seg, at næmingar finna útav, at teir eru komnir á skeiva hill, ella gevast av øðrum orsøkum. Men í øðrum flokki, sum vit hava nú, eru framvegis teir 24 næmingarnir, sum byrjaðu.
Men eitt, sum ger seg galdandi í HF í Klaksvík, er, at tað eru ógvuliga fáir drongir á skúlanum.
Í teimum báðum fyrstu flokkunum við tilsamans 48 næmingum, eru bara átta drongir. Í øðrum flokki uppá 24 næmingar, eru bara tveir drongir.
? Men eg haldi ikki, at teir fáu drongirnir, sum eru, klaga um tað.
Leiðarin veit ikki, hvussu tað ber til, at so fáir drongir søkja.
Tað kann vera tí at tað eru nógv av teimum siðbundnu dreingja-tilboðunum í Klaksvík.
? Vit hava bæði tekniskan skúla og sjómannaskúla í Klaksvík. Men vit hava eisini nógvar bátar í Klaksvík og tí er tað lutfalsliga lætt hjá drongjunum at fáa kans.
Leiðarin heldur eisini, at HF hevur eina styrki og tað er, at tað ber til at taka HF upp á tvey ár, men at tað tekur trý ár at fáa studentsprógv.
? HF er eitt prógv, sum í stóran mun leggur upp til at næmingarnir skulu taka miðallangar útbúgvingar.
Og tá ið tað so harafturat tekur tvey ár at taka HF, ger tað eisini sítt til at vekja áhugan hjá einum fjølbroyttum skara av næmingum.
Og tað eru nógv sløg av næmingum á HF í Klaksvík
? Nógvir av okkara næmingum eru vaksnar kvinnur, sum mangan eisini hava børn, men sum leita aftur á skúlabonk, tí tey leingjast eftir teirri útbúgvingini, sum tey av ymsum orsøkum kanska ikki fingu høvi til at taka, tá ið tær vóru ungar.
-? Vit hava eisini ungar kvinnur, sum eiga børn, men sum kortini hava áræði til at fáa sær eina útbúgving.
Og serliga hesir báðir bólkarnir av næmingum, eru samdie um, at tað er ein avgjørd styrki, at tað bara tekur tvey ár at taka HF.
? Vit hava ikki stundir at brúka trý ár uppá eina miðnámsútbúgving, siga tey.
Men Sigrun Skálagarð leggur stóran dent á, at tær vaksnu kvinnurnar eru ein sannur fongur fyri skúlan.
? Tær vaksnu kvinnurnar hava heilt aðrar fortreytir enn tær yngru. Tær kunnu taka lut í kjakinum í flokkinum útfrá vinnuligum royndum og útfrá størri livsroyndum enn tær ynrgu, serliga í lærugreinum, sum samfelagskunning. Sostatt hava tær nógv at geva undirvísingini, sum annars ikki hevði verið.
Tær hava eisini sera góða ávirkan á flokkin í aðrar mátar, tí onkusvegna eru flokkarnir við eldri næmingum í, róligari enn hinir.
? Og samstundis fellur tað teimum merkiliga lætt at koma upp í tann sosiala felagsskapin á skúlanum, saman við teimum yngru næmingunum.
? Eg vil næstan siga, at tær eldru kvinnurnar eru ómissandi fyri skúlan, sigur Sigrun Skálagarð.
Stúrir ikki fyri undirsjóvartunlinum
Um tvey ár er fast samband til Klaksvíkar og spurningurin er so, hvørja framtíð HF í Norðoyggjum hevur. Stúrir leiðarin ikki fyri, at HF har norðuri verður niðurlagt, nú tað verður so lætt at koyra inn á meginlandið?
? Nei, tað geri eg ikki. Eg vænti ikki, at politikarar fara at niðurleggja HF í Klaksvík í óðum verkum.
? Áðrenn teir seta nøkur tiltøk í verk, fara politikarar sjálvsagt at kanna málið gjølliga. Og teir fara sjálvandi ikki at niðurleggja ein skúla við so stórari undirtøku sum HF í Klaksvík hevur.
Harafturat er ikki pláss fyri næmingunum á HF í Klaksvík á Kambsdali.
Sigrun Skálagarð væntar tvørturímóti, at undirsjóvartunnilin fer at økja enn meiri um áhugan fyri at søkja inn á HF í Klaksvík, tí tá ið koyrandi verður ímillum, væntar hon eisini umsóknir úr Eysturoy. Men tá fara hølistrupulleikarnir av álvara at gera seg galdandi, tí tey fáa ikki tikið fleiri næmingar við teimum hølum, tey hava nú.
Hinvegin hevur hon onki frætt um, at ætlanin er at útvega HF í Klaksvík betri høli.
? Men betri høli er ikki sum so ein raðfesting hjá okkum. Vit hava góðar umstøður sum so. Vit hava bara ikki so nógv pláss og tað kundi verið betri, sigur leiðarin í HF í Klaksvík.