SAMRÁÐINGARRÆTTUR
Málið er einfalt, kommunurnar yvirtøku 1. juli í fjør dagstovnaøkið frá landinum og tí eru tað tær, sum skulu samráðast við Føroya Pedagogfelag um nýggjan sáttmála fyri teir 500 limirnar, sum arbeiða á dagstovnum kring landið. Hetta sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum hevur ilt við at skilja, at Føroya Pedagogfelag ikki sættis við henda veruleika. Í tvær vikur hevur Pedagogfelagið sent løgmanni trý brøv, tað seinasta eitt klaguskriv um framferðina í málinum. Tvey brøv eru svarað, men Føroya Pedagofelag er ikki nøgt við úrskurðin.
- Svarini eru avgreidd av lógardeildini og tey taka støði í galdandi lóggávu. Eg skal síggja til, at lóggávan verður umsitin eftir landsins lógum. At felagið ikki er nøgt við svarini, kann eg ikki gera so nógv við, sigur Anfinn Kallsberg.
Føroya Pedagogfelag vil hava løgmann at bera seg skjótt at og svara klaguskrivinum sum skjótast. Felagið hevur longu sagt, at verður útfallið ikki nøktandi, verða tiltøk sett í verk. Og tiltøk merkir arbeiðssteðg, har 500 starvsfólk leggja arbeiðið niður. Løgmaður dámar hinvegin ikki hesa hóttanina, hann hevur fingið.
- Eina klagu sum hesa kann eg ikki avgreiða í eini handavend. Og eg svari ikki klagum undir hóttan. Felagið ákærir tvey landsstýrisfólk og skal nøkur rættartrygd vera, mugu tey hava høvi at úttala seg í málinum. Er tað soleiðis, at eitt landsstýrisfólk hevur borið seg skeivt at, er ein vanlig mannagongd, sum skal fylgjast. Hetta kann taka langa tíð, sigur Anfinn Kallsberg.
Lógarinnar bókstavur avgerandi
Kjarnan í málinum er, at Helena Dam á Neystabø sum landsstýriskvinna, á tingi svaraði fyrispurningum frá tveimum tingfólkum uppá, hvar samráðingarrætturin liggur eftir, at kommunurnar yvirtóku dagstovnaøkið 1. juli í fjør. Samráðingarnar skulu framhaldandi verða ímillum Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag, segði hon. Og hesum hava bæði Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið handlað eftir. Men sambært løgmanni er tað sólarklárt, at tað er kommunurnar, sum Føroya Pedagogfelag skal samráðast við.
- Tað stendur í lógini, hvør hevur ábyrgdina av økinum, tað er kommunurnar, og tú kanst ikki hava ein triðja part at samráðast við. Í lógini stendur eisini, at Fíggjarmálastýrið skal góðkenna sáttmálarnar. Lógarinnar bókstavur gongur fram um tað, sum verður sagt á tingsins røðarapalli, serliga undir fyrstu viðgerð. Ofta henda nógvar broytingar, frá tí eitt uppskot verður lagt fyri tingið til tað endaliga er avgreitt. Tá ber ikki til at hefta seg við, hvat onkur hevur sagt undir fyrstu viðgerð.
Tað undrar løgmann, at Pedagogfelagið, sum hevur sitið undir hvørjum orði, sum varð sagt, tá dagstovnalógin var fyri á tingi í fjør, ikki hevur funnið út av, at tað stendur klárt og týðiliga í lógini, at kommunurnar eiga økið.
- Fíggjarmálastýrið ger sáttmála við Pedagogfelagið fyri tey, sum arbeiða á stovnum, ið hava við okkara málsøki at gera. Eingin sigur, at tað ikki kann vera sami sáttmáli, sum verður galdandi fyri hini. Fíggjarmálastýrið hevur bara ikki heimild at gera hendan sáttmálan. Dagstovnaøkið er kommunalt øki og kommunurnar hava ábyrgd av økinum, bæði tá ið tað snýr seg um at skipa og raðfesta økið, og tá ið tað snýr seg um at samráðast um tær treytir sum eru, slær løgmaður fast.
Alt seinasta heyst hevur Pedagogfelagið samráðst við Fíggjarmálastýrið um nakrar flokkingar innan dagstovnaøkið.
- Hetta kenni eg einki til og kann tí ikki svara uppá, hví so hevur verið, sigur løgmaður.
Øll byrjan trupul
Ikki bara Føroya Pedagogfelag hevur ikki vitað, at samráðingarrætturin er fluttur. Heldur ikki kommunurnar hava verið greiðar yvir, at tað eru tær, sum skulu samráðast við Pedagogfelagið.
- Kommunurnar hava verið ógvuliga virknar, tá ið henda lógin varð tilevnað. Tær hava enntá sagt, at landsmyndugleikarnir blandaðu seg ov nógv ppí, tá ið lógin skuldi gerast, eitt nú tá ið krøv skuldu setast.
- Hinvegin er øll byrjan trupul og kommunurnar hava fingið eitt nýtt øki at umsita. Nú eru tær arbeiðsgevarar og tað hava tær ikki verið fyrr. At tær ikki hava fyrireikað seg til hesa nýggju uppgávuna, er eitt sindur kaotiskt. Tað er eisini óheppið, at ymsu kommunurnar gera ymiskar sáttmálar, og eg skilji væl, at tað vil Føroya Pedagogfelag sleppa undan.
Ein gongd leið
- Tað kann vera, at samskiftið ikki hevur verið nóg gott. Og tað er greitt, at tað er ógvuliga óheppið, at eitt fakfelag fær ymisk signal frá landsins myndugleikum. Hinvegin at fara at blokera alla barnaansingina í Føroyum, tí vit hava tosað framvið hvønn annan, er ikki orsøk til at fara út í arbeiðssteðg. Vit eiga heldur at seta okkum niður at loysa trupulleikan, og tað er ikki ringt.
Og løgmaður vísur á ein møguleika.
- Onkur hevur longu hevur verið inni á, at tað ber til at loysa trupulleikan fyribils við at Kommunusamskipanin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gera eina avtalu við Fíggjarmálastýrið, har sami sáttmáli verður gjørdur fyri pedagogarnar fyri eitt tíðarskeið. Fíggjarmálastýrið kann ikki gera sáttmála yvir høvdið á kommununum, men kommunurnar kunnu geva Fíggjarmálastýrinum loyvi at gera ein sáttmála sum er galdandi fyri bæði dagstovna- og serstovnaøkið. Tað er ein gongd leið, sigur Anfinn Kallsberg.









