Ebbu Winther til minnis

23. januar 1924 - 15. januar 2005

Nú dagarnir aftur eru farnir at leingjast, og vit líta fram ímóti ljósari tíðum - full av vónum um tað lívsjáttandi várið - fór Ebba inn um tær himmalsku grindirnar.

Búgvin at fara um sýnina, haðani vit ikki venda aftur.

Í sálarligari javnvág, tí hon hevði eina kjølfestu, sum bygdi á trygga andaliga grund, og ein lívsvísdóm, sum hon hevði nomið í lívsins skiftandi viðurskiftum, í bókmentum og í mentanararvi okkara.

Ebba var ein merkiskvinna, sum øll høvdu virðing fyri og tokka til. Altíð heil, fróð og vitug.

Hennara trúfesti og umsorgan røkk langt út um tað vanliga. Hon var ættarkær og trúgv og gloymdi ongan. Altíð við tí góða orðinum, vælmeint og hjartalig. Men hon hevði sanniliga sínar meiningar, og hon dugdi eisini siga sína hjartans meining við væl vigaðum orðum - bæði um daglig og samfelagslig viðurskifti.

Ebba taldist millum teirra, sum á stillføran hátt altíð tók eina hond í, tá okkurt var. Hon hevði altíð tíð og orku - ofta saman við manninum Boga - at hjálpa til. Tað eru mong, sum í takksemi minnast hennara hjálpsemi.

Hon hevði eisini teir eginleikar at kunna savna. Bæði familju og vinfólk. Hon tók stig, bíðaði ikki, og skipaði fyri uttan at gera nakran háva burturúr - ósjálvsøkin sum hon var.

Nógv jalig lýsingarorð kunnu sigast um hana, men sum tann mentakvinna hon var, hevði tað ikki hóvað henni.

- o -

Ebba hjá Andreas hjá Marini, sum tilkomin havnarfólk ofta nevndu hana, var havnarfólk. Dóttir Andreas Andreassen, av Kák í Havn, og Dortheu, ættað heiman av Sandi.

Hon var góð við Havnina og tað fólk, sum her býr og virkar. Ikki merkt av trongskygni, men tí víðskygni, sum eyðkendi hana og hugburð hennara. Hon kendi jørðildið, hon var partur av - søguna, húsini, býlingarnar, og tær ættir, sum búleikaðust við vágirnar báðar, og fingu sína úrkomu úr sjónum, í fiskaarbeiði, sum bønarmenn, í handverki, og av traðunum, sum randaðu býin.

Vaksin upp í Gongini - við Doktaragrund og undir Kletti - hevði hon alsk til býin og gamla býarpartin. Tí dámdi henni tað lítið, tá farið varð óvandaliga fram ímóti tí hugnaliga umhvørvi, sum eyðkennir høvuðsstað okkara.

Tey mongu munnu helst kenna Ebbu frá lívsstarvi hennara í handli og seinri á matstovu - á læraraskúlanum og í bankanum. Serliga munnu nógv minnast hana frá teimum árunum, tá hon saman við góðum fólki skipaði fyri í kjøt- og krásadeildini í Smæruni, sum tá var fremsti matvøruhandilin í býnum. Størv, sum fullu henni løtt, tí alt lá so raðið fyri, og harafturat var hon so fyrikomandi.

Ebba og Bogi settu búgv á Landavegnum, har hann hevði slitið barnaskógvarnar. Tey bygdu eitt hugnaligt heim, har mangur kom á gátt - havnarfólk og fólk av bygd.

Blíðskapur og gestablídni hava eisini eyðkent heimið á Landavegnum. Bæði í tí dagliga og tá okkurt var á vási. Vertskapsfólk hava Ebba og Bogi verið sum fá. Bæði tvey - úrmælingar í matgerð - høvdu evnini at skapa hugna, so øll kendu seg væl. Hesi evni - saman við áhuganum fyri sangi og gleðini at syngja - hevur havt við sær, at ofta er trivið í onkran sang ella vísu. Væl lá fyri og nógv dugdi hon.

- o -

Familjan er vanliga kjarnin í tilveruni og so var eisini hjá henni, sum vit nú fylgdu til gravar. Ein annar kjarni í lívi hennara vóru vinkonurnar, og bindiklubburin, sum tær trúliga hava havt, vetur eftir vetur, síðani í fjørutiárunum.

Fyri okkum - í Jónnnes Paturssonargøtu 28 - hevur heimið hjá Ebbu og Boga og døtrunum, Sigrid og Dortheu, altið verið sum okkara annað heim. Sum ein náttúrligur og inngrógvin partur í barna- og ungdómsárunum og seinri í lívinum. Fyri mammu var vinkonan Ebba ikki bara ein vinkona, men sum ein systir. Dagliga tosaðu tær saman ella sóust, og ofta fylgdust tær - á vitjan, túrum ella í kirkju.

Í huganum eru nógv góð minni - løtur og hendingar - sum hava givið innihald og førning. Løtur, tá fólk høvdu tíð at liva. Hugnalig vetrarkvøld og góðar summarløtur. Ikki minst, tá tey eldru gjørdust sum børn á útferðum í Havnardali. Spæl og matgerð yvir eldinum, sum Bogi var skjótur at kynda, við onkrum torvkongli ella træspreki.

Í minninum er eisini fyrsta ferðin heim á Sand fyrst í sekstiárunum, tá vit dvaldust nakrar ógloymandi dagar í Trøðum, og ferðaðust um teigar og tún og bygdir. Dagar, tá vit eisini upplivdu ein farra av eini tíð, sum tá var farin í høvuðsstaðnum.

Ebba var ein góð, fitt og blíð menniskja, sum lærdi okkum nógv og gav okkum nógv - ein fyrimynd, vit minnast í størsta takksemi.

Ærað verði minnið um Ebbu.

Jóhann