Liggur einsamøll og óhjálpin

- Eg og maðurin gráta hvønn dag um, at vit ikki longur sleppa at búgva saman, sigur Una Hentze, sum er í ringari støðu. Hon býr einsamøll, sleppur ikki sjálv úr songini, og dótturin orkar ikki meira

Søgurnar eru nógvar um eldri fólk, sum ikki fáa ta røkt, tey hava fyri neyðini. Eru eingi børn til at taka ábyrgdina av óhjálpnum foreldrum, er illa statt. Ofta bukka tey avvarðandi sjálv undir.
Í húsum sínum á Marknagilsvegnum í Havn býr Una Hentze. Hon býr púra einsamøll, tí í februar slapp maður hennara, Hjørleif Hentze inn á Tjarnargarð.
Tá ið maðurin slapp á røktarheim, væntaði Una, at hon skjótt eisini fór at sleppa inn, og tað er hennara stóra ynski.
Men einki røkist fyri, at hon sleppur til mannin at búgva á Tjarnargarði.
- Eg havi verið hjá honum hvønn dag, tá ið tað hevur borið til. Vit hava sitið og hildið í hondina á hvør øðrum, og vit gráta bæði ofta um, at vit ikki sleppa at búgva saman longur, tí vit eru so tætt knýtt.
Sunnudagin høvdu hjúnini 56 ára brúdleypsdag.
Likamliga er Una illa fyri. Hon sleppur ikki sjálv upp úr songini, og er hon komin upp, hendir tað ferð eftir ferð, at beinini fara undan henni. Fleiri ferðir hevur hon ligið tímavís einsamøll á gólvinum.
Una hevur bindivevssjúku og stríðist eisini við diabetes.
- Eg taki 27 tablettir um dagin.

Lá á gólvinum
Sunnudagin í hinari vikuni ringdi Una til dóttrina og bað um hjálp, tí hon var dottin á gólvinum og slapp ikki upp.
Sjúkrasystir kom, hon ringdi eftir lækna, og boð vórðu so send eftir sjúkrabili.
Tá ið nakrir dagar vóru farnir, skuldi Una koyrast heim aftur av sjúkrahúsinum. Tað var tó av ongum tá, í bakteriur vórðu funnar í blóðinum. Hon hevði bruna og skuldi hava antibiotika.
Mánadagin í seinastu varð dóttirin ringd upp, at nú kom mamman heim.
Dóttirin beit tá tenninar saman og segði nei, at mamman kundi ikki sendast heim, tí eingin var at taka sær av henni, og hon helt heldur ikki, at Nærverkið maktaði uppgávuna at geva mammuni neyðugu røktina.


Orkaði ikki meira
- Eg orkaði ikki meira og segði við tey í Nærverkinum, at varð mamma flutt heim, var ábyrgdin teirra.
Dóttirin, sum er einabarn, hevur seinastu tvey árini verið bundin á hond og fót av foreldrunum. Hon hevur nú haraftrat slitið liðbond í skøvninginum og hevur fingið boð frá læknanum um ikki at brúka annan armin tríggjar mánaðir fram.
Hesi árini hava verið ein stríggin tíð hjá dóttrini, manni hennara og børnunum. Nú gongur tað ikki meira, sigur dóttirin.

Heim í einsemi
Fríggjadagin varð mamman send heim til at vera einsamøll.
Una sigur, at tað kvøldið fekk hon gamalt breyð, sum hevði ligið í kuldaskápinum teir 12 dagarnar, meðan hon var á Landssjúkrahúsinum. Viðskerin í skápinum var upp aftur eldri.
Leygarmorgunin kom heimahjálpin og gav henni nýggjum breyði at eta, og aftaná kom sjúkrasysturin at geva henni insulinsproytuna.
- Eg spurdi heimahjálpina, um eg ikki kundi sleppa undir brúsuna, men tað bar ikki til. Tað høvdu tær ikki stundir til um vikuskiftið, fekk eg at vita. Er tað stuttligt, tá ið man liggur í songini allan dagin og brúkar blæu?
Dótturin heldur tað vera løgið, at Nærverkið ikki ringdi til hennara og boðaði frá, at mamman varð send heim. Sjálvt um dótturin hevur sagt, at hon orkar ikki longur at hava ábyrgdina av mammuni.
Klokkan hálvgum ellivu um kvøldið kom ein heimahjálp at geva henni breyðið, ið var smurt um morgunin.
Alt vikuskiftið fekk hon ongantíð døgurða, bara breyð.

Vil inn á Tjarnargarð
- Eg má siga, at eg kenni meg ógvuliga illa, og eg orki ikki at vera einsamøll. Eg siti ella liggi her einsamøll hvønn einasta dag, og eg skilji ikki, at eg ikki eisini kann sleppa inn á Tjarnargarð.
Støðan í heiminum var upp aftur verri, áðrenn maðurin fór á Tjarnargarð. Tá hendi tað fleiri ferðir, at hon var dottin á gólvið, og hann fór út í kuldan um náttina.
- Einasta grund til, at eg eri á lívi, er tí dóttir mín, maður hennara og børn teirra hava tikið um endan. Seinasta summar kundi ommdóttirin, sum gongur í skúla, ikki arbeiða, tí hon noyddist at vera inni hjá abbanum.
Una Hentze hevur alt gott at bera teimum, sum koma sum heimahjálpir til hennara. Tær kunnu ikki gera við, at viðurskiftini er, sum tey nú einaferð eru.
Ein stórur trupulleiki hjá Unu og teimum er, at húsini ikki eru innrættað til illgongd fólk. Una hevur kamar í niðaru hæddini. Ein smøl trappa er uppá, men sjálv er hon ikki før fyri at koma upp gjøgnum trappuna. Heimahjálpirnar átaka sær ikki at styðja hna upp gjøgnum trappurnar.
- Tí havi eg ligið her í songini, síðan eg kom heim av sjúkrahúsinum, sigur Una.
Mánadagin var dóttirin inni á gólvinum, og hon hjálpti mammuni upp gjøgnum trappurnar at fáa ein kaffimunn.
- Eg veit ikki, hvat hetta skal enda við. Vit hava fingið onkran at kanna fyri okkum, um vit kunnu sleppa inn á eitt gott heim í Danmark. Ber tað til, mugu vit bara flyta av landinum, sigur Una Hentze.