avgreiðast í Gundadali. Undrið ynskti at flyta dystin til Klaksvíkar fyri at fáa fleiri áskoðarar. Fótbóltssambandinum gjørdi eftir ynskinum. B36 og EB/Streymur spæla í morgin. Dystirnir í dag: Klokkan [...] millum teir fremstu í landskappingini, rýkur út seinnapartin. HB fær vitjan av Jógvan Martini Olsen og hansara víkingum seinnapartin. Bæði liðini hava framt broytingar í spælarahópinum í vetur. Hetta verður [...] hjá Símini Hansen og Evrard Blé fyri Víking. Framherjin Andrew av Fløtum, HB, noyddist av vøllinum í stórsteypadystinum síðsta vikuskiftið. Hann spælir ikki aftur næstu tveir mánaðirnar. HB hevur ikki
hava vón og ætlan í, sum bresta saman í Gundadali í morgin. Í fjør var HB meistari, og NSÍ, sum vann steypafinaluna ímóti HB, var næstbest. Bæði liðini ætla sær at enda ovast í ár, og í báðum feløgunum eru [...] 2?2, og tá ið NSÍ í fjør var í Gundadali var úrslitið 4?0 til HB. Hetta var samstundis størsta tapið hjá NSÍ í fjør. At HB megnaði at fáa øll seks stigini ímóti NSÍ í fjør taldi nógv í samlaðu uppgerðini [...] tað fer at hilnast í morgin. ? Vit hava stóra virðing fyri HB. Men støðan er soleiðis, at vit kunnu ikki vera nøgdir, um tað ikki eydnast okkum at fáa øll trý stigini, siga teir í NSÍ. Í Runavík eru teir
er í vanda. Fyrru ferð var um ársskiftið, tá ið pedagogar vóru í verkfalli og tá førdi Edvard Heen, stjóri í almannaverkinum, frá, at lív og heilsa á búfólki á stovnum undir almannaverkinum, var í vanda [...] eingi av búfólkunum komu í vanda, tí tey ikki fingu tað røkt og ansing, tey kravdu. Og nú eru ljósmøðurnar so í verkfalli og tær hava gjørt av, at frá klokkan trý, seinnapartin í morgin, leygardagin, verða [...] koma burtur úr hesi støðuni, at lív og heilsa á fólki verða sett í vanda, tá ið verkfall er. Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum. Fyri aðru ferð hesar síðstu mánaðirnar, er
verið í meiri enn átjan umfør. Sunnudagin var 22. umfar á skránni, og longu í annaðkvøld verður sjøtul settur á 23. umfarið. Tá skal VB spæla í Klaksvík. Sambært skipanini skuldi dysturin verið í Vági [...] sunnudagin. Hann verður í Klaksvík, tí KÍ var í Vági á Jóansøku, og hann verður hóskvøldið, tí VB í vikuskiftinum skal til Íslands at spæla móti vinarfelagi. Vágbingar og klaksvíkingar hava tað til felags [...] valdast um, hvussu tað fer at hilnast hjá hinum botnliðunum, tá ið tey í vikuskiftinum skulu í eldin. ÍF eigur torføra uppgávu í Gundadali móti B36, TB eigur torføra uppgávu á Eiði, og GÍ eigur torføra
Tað kókar í Hvannasundi. Soleiðis plagar at verða tikið til, tá ið tað viðhvørt eitt sindur seinni á árinum plagar at vera nógvur høgguslokkur í Hvannasundi. Longsti dagur er í morgin, men longu nú kókar [...] og at tað nú er Ritan, sum er fremst í FM kappingini við Jalli í hølinum. Higartil hava tað bara verið hesar báðar manningarnar, sum hava kappast um sigrarnar. Einki í róðrinum á Skálafjørðinum bendu á, [...] taka Sølmund, sum í heimasjógvi ætlaði at verja góðu støðuna, sum teir við sigrum í tveimum teimum fyrstu kappingunum høvdu vunnið sær. At hetta ikki fór at vera dagurin hjá teimum í Kappróðrarfelagnum
vinna finaluna. GÍ hevur ofta verið í altjóða kappingum, og eg vænti og vóni, at teir fara at vinna í morgin, sigur Páll Isholm, borgarstjóri. Hann hevur í fýra ár búð í Gøtu, og hann hevur verið borgarstjóri [...] orduliga kring Varmakeldueiðið. Fótbóltsfeløgini í kommununum, sum liggja báðu megin eiðið, hava strítt seg í steypafinaluna, og seinnapartin í morgin verður tað gjørt av, um tað skal verða GÍ, sum enn [...] Hetta er positivt, og tað hevur sett rættuligan dám á her í Fuglafirði. ÍF hevur verið á tindinum og niðri í dalinum í ár. At vit eru komnir í steypafinaluna hevur bjargað kappingarárinum. Eg rokni við
vann Eysturoyingur kappróðurin (tað venda vit aftur til í blaðnum í morgin), og sunnudagin vann NSÍ stórsigur og varðveitti harvið trýstið á HB í kappingini um oddasessin. TB tóktist hava givið skarvin [...] síðsta stóra vikan verið framúr. Eftir javnleikin í torføra útidystinum á Svangaskarði, fingu teir fult í Gundadali ímóti B36, so spældu teir seg í finaluna í steypakappingini, og á stevnuni vunnu teir stórsigur [...] hjá landsliðsmanninum at sleppa upp í part í álopinum. Sonni L. Petersen og Óli Hansen hava skorað fleiri mál síðstu tíðina. Hóskvøldið var Christian Høgni vongverji í vinstru, og hesa ferð loysti hann Brynjolv
fyrstu framførsluna í Prix Føroyar undankappingini í Klaksvík, høvdu ikki leitað sær í KÍ-høllina til fánýtis. Fyrstir á pallinum vóru nevniliga Taxi, og bertgtóku teir fimm tónleikararnir í bólkinum ta soltnu [...] Eisini høvdu tey í Dynamitt gjørt sera nógv burturúr pallframførsluni. Hon var tann besta í allari kappingini. Men nógvir av áskoðarunum vóru samdir um, at leikararnir í Dynamitt fullu niður í sína egnu grøv [...] um hvør hevur bestan møguleika at fara avstað við sigrinum. Vit bíða bert í spenningi. Meira um Prix Føroyar í blaðnum í morgin.
Kappróður Longu í morgin verður annar FM kappróðurin í ár. Fyrsti róðurin var í Klaksvík síðsta leygardag, og næstu vikurnar verður kappróður á skránni hvønn leygardag fram til 12. juli. Tá verður Vestanstevna [...] Hvassi, sum í fjør stóð seg so ógvuliga væl, var næstur gentunum í Havnar Róðrarfelag. Nú er báturin av Oyri so tætt við at vera í heimasjógvi, sum tað ber til, og genturnar av Eysturoyarlandinum í Sundalagnum [...] Vestanstevna, og so verður steðgur fram til á Ólavsøku. Í Hósvík eru teir farnir undir fyrireikingarnar til FM róðurin á Sundalagssstevnu, sum verður í morgin. Har verður róð á øllum trimum teinunum – 1000, 1500
verður staðfest í nýggju stjórnarskipanini, at øll hava rætt til at fara í hagan og í fjøllini . Tað heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Í morgin verður aðalorðaskifti í Løgtinginum um [...] um ferðavinnuna í Føroyum, og í upplegginum til orðaskiftið, sigur Poul Michelsen, at sjálvandi eiga vit øll náttúruna rundan um okkum. Og hann staðfestir eisini, at sjálvandi eiga vit øll frameftir [...] galdandi í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at tað er tað sama sum at einskilja alla jørð í Føroyum, og tá verða tað bøndurnir kring landið sum kunnu avgera um almenningurin skal hava atgongd