Tað má røkka ella støkka

Hvørki HB ella NSÍ hava ráð at missa nakað serligt, tá ið tey bresta saman í toppuppgerðini í hesum umfarinum

Tað eru tvey lið við stórum ætlanum og stórum vónum, og sum tykjast hava nakað at hava vón og ætlan í, sum bresta saman í Gundadali í morgin. Í fjør var HB meistari, og NSÍ, sum vann steypafinaluna ímóti HB, var næstbest. Bæði liðini ætla sær at enda ovast í ár, og í báðum feløgunum eru teir greiðir yvir, at vánirnar fyri at gera ætlanirnar til veruleika eru ikki minst tengdar at, hvussu tað fer at hilnast í morgin.
? Vit hava stóra virðing fyri HB. Men støðan er soleiðis, at vit kunnu ikki vera nøgdir, um tað ikki eydnast okkum at fáa øll trý stigini, siga teir í NSÍ. Í Runavík eru teir væl fyri. Spælararnir eru topptrimmaðir eftir væl eydnaðu venjingarleguna í Danmark, og teir eru ótolnir eftir at sleppa í eldin aftur. Í hvusu so er sekstan spælarar kappast um tey fyrstu ellivu plássini hjá NSÍ.
Tá ið HB vitjaði NSÍ fyrr í summar var úrslitið 2?2, og tá ið NSÍ í fjør var í Gundadali var úrslitið 4?0 til HB. Hetta var samstundis størsta tapið hjá NSÍ í fjør. At HB megnaði at fáa øll seks stigini ímóti NSÍ í fjør taldi nógv í samlaðu uppgerðini.

Átjan kappast
Í HB siga teir seg eisini vera væl fyri. Teir hava so at siga ikki havt summarfrí. Beinanvegin eftir at 10. umfarið í landskappingini var avgreitt, var Europa Cup luttøkan á skránni.
? Allir spælararnir, sum higartil hava roynt seg á besta liðnum, eru tøkir. Kári Nielsen, sum breyt beinið tíðliga í ár, hevur vant við fullari ferð í fleiri vikur. Honum restar dystarvenjing, men tað sær gott út hjá honum. Venjarin hevur tann positiva trupulleikan, at tað eru einir átjan spælarar, sum stríðast um tey ellivu plássini, og í hvussu so er sekstan teirra kunnu vera við til at manna liðið, uttan at styrkin á tí broytist nakað serligt, verður sagt úr HB.
Í útidystinum ímóti Kaunas var Carsten From á beinkinum frá byrjan. Hann hevur annars verið ein av teimum, sum hvørja ferð hevur verið við frá byrjan.