Tað hevði fólk ikki funnið seg í

Tað er neyðugt at fáa staðfest, at øll skulu hava rætt at fara í hagan og í fjøllini, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum

Eftir mínum tykki er tað avgerandi, at tað verður staðfest í nýggju stjórnarskipanini, at øll hava rætt til at fara í hagan og í fjøllini .

 

Tað heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Í morgin verður aðalorðaskifti í Løgtinginum um ferðavinnuna í Føroyum, og í upplegginum til orðaskiftið, sigur Poul Michelsen, at sjálvandi eiga vit øll náttúruna rundan um okkum. Og hann staðfestir eisini, at sjálvandi eiga vit øll frameftir at hava rætt til at njóta tað náttúrugivna virðið rundan um okkum.

 

Hin møguleikin er, at vit staðfesta tað øvugta, nevniliga at hvørsmansrættur ikki er galdandi í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at tað er tað sama sum at einskilja alla jørð í Føroyum, og tá verða tað bøndurnir kring landið sum kunnu avgera um almenningurin skal hava atgongd til “teirra” jørð ella ikki.

 

– Vit kunnu hugsa okkum, at bøndurnir settu yvirskipað forboð ímóti allari ferðslu í náttúruni, soleiðis at vit ikki longur kunnu fara okkum ein túr í hagan við familjuni. Eg vænti ikki, at føroyingar høvdu funnið seg í tí, sigur Poul Michelsen.

 

Hann sigur, at okkara grannalond hava prógvað at tað ber tað væl til at verja tann privata ognarrættin, samstundis sum hvørsmansrætturin til náttúruna er í gildi.

 

– Rættindini og skyldurnar ganga báðar vegir. Eins og ognarrætturin hjá jarðareigarum ikki er óavmarkaður, er hvørsmansrætturin tað heldur ikki, tí hann einans um óskaðiliga nýtslu. Tað vil siga, at ferðslan í náttúruni skal leggjast soleiðis til rættis, at hon ikki hevur týðandi vansar, ella búskaparligan miss, fyri privata eigaran, við sær, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann heldur, at útgangsstøðið eigur altíð at vera, at vit øll hava atgongd til náttúruna. Men tað skal sjálvsagt vera, uttan at gera okkum inn á tað virksemi, sum er í høgunum kring landið.

 

Í hesum sambandi heldur Poul Michelsen, at vit eiga at gera mun á vanliga hvørsmansrættinum og vinnuligum virksemi í náttúruni.

 

– Sjálvandi eigur skipað ferðavinna at vera løgd til rættis í samráð við jarðareigaran, eins og tað er sjálsagt, at eigarin fær ein rímiligan part av inntøkuni frá slíkum virksemi.

 

Hann sigur, at tann nýggja náttúruverndarlógin, sum kemur í næstum, skal brúkast til at avmarka ferðsluna, har tað er neyðugt.

 

– Royndirnar aðrastaðni hava eisini víst, at tað er ein fyrimunur at skipa hvørsmansrættin neyvari í lóggávu, soleiðis at tað verður lógarásett, hvar mørkini ganga, hvørji rættindi og skyldur jarðareigarar og almenningurin hava, og hvussu gjald kann verður kravt fyri atgongdina.

 

Men Poul Michelsen sigur, at tað er eisini neyðugt at endurskoða gomlu jarðarlóggávuna, sum stavar frá eini heilt aðrari tíð, tá fólk ongantíð fóru ørindaleys í hagan.