okkum fyri at royna at forða fyri, at vit kunnu missa grundkapitalin, og tað er í hesum sambandi, at tað verður tosað um at minimera vágan. Men vit kunnu sjálvandi ikki geva nakað garanti, at olja verður [...] er fara undir at tekna meira partapening í næstum. Sjálvur heldur Kjartan Hoydal, at tað í dag er kanska meira hugaligt at seta pengar í felagið, nú fólk kunnu síggja, at nakað hendir og at felagið hevur [...] væl nøgdan við fundin, serliga hetta at skotbráið at kalla til fund var so stutt og at so mong fólk kortini møttu. Á aðalfundinum í fjør fekk nevndin loyvi til at tekna 55 mill. kr. í partapengini. Síðani
ger, at tað fer at bera til hjá útjaðarunum at fóta sær aftur, og sum fer at geva unga fólkinum møguleikar at seta seg niður, eisini á smábygdunum. Tað almenna skal uppí Ingeborg Vinther sigur, at tað er [...] fólki at flyta aftur til. Eg vildi ynskt, at teir politikarar, sum nú um stutta tíð fara at bjóða seg fram til løgtingsvalið, fara at síggja ta álvarsligu støðu,sum hóttir útjaðaran í Føroyum, og at tað [...] vinnuloysi. Nú er at vóna, at lív eisini kemur í aðrastaðni, har ið tað hevur verið øskukalt í langa tíð. Hon segði, at hon hevði oftað tað fatan, at fiskivinnan á landi hevur ongan góðan, og at ongin hugsar
Eysturoyingi ásanna teir, at teir vóru kløkkir, at vestmenningar góvu teimum ein so skarpan gang hesa ferð, og samstundis gleðast teir um, at tað eydnaðist at vinna, og harvið at seta met. Síðani FM kappingin [...] Scillyoyggjarnar at taka lut í altjóða kapping, og manningin á Eysturoyingi ætlar sær at taka av. Teir stóðu seg so mikið væl í kappingini í vár, at teir halda, at teir komandi ár hava møguleika at blanda seg [...] fleiri ferðir løgdu framat fyri at taka Vestmenningin, so tóktist tað sum um at vestmenningar høvdu hug at renna undan, men í evstu løtu eydnaðist tað FM vinnaranum at vinna, og munurin gjørdist ein stórur
við er tað, at veitarar í hesum londum gera tað møguligt hjá hesum skipum at halda fram at fiska ólógliga. Skiparin á Ennibergi heldur, at tað minsta, sum veitararnir mugu krevja, er at fáa at vita, hvørji [...] Herfyri ljóðaði, at umhvørvisfelagsskapir hava í hyggju at leita sær í Irmingarhavið at hyggja upp á ránsveiðina, men eg haldi, at hetta er ein trupulleiki, sum myndugleikarnir í londunum áttu at kunnað loyst [...] sektaðir Sonny Johannesen sigur, at øll veiðan, sum skrásettu skipini fiska, verður givin upp. - Vit hava eina kvotu at halda okkum til, og tá ið hon er uppi, noyðast vit at gevast at fiska. Hinvegin halda skipini
og tað kundi hent, at tann parturin, sum teir fáa av eitt nú kongafiski, toski og hýsu hevði verið við til at lyft uppundir lønsemi, soleiðis at tað kanska kundi verið lønandi at virkað henda fiskin umborð [...] Hanus heldur eisini, at okkara fiskivinnupolitikkur er alt ov stirvin. - Tað er eftir øllum at døma í fínasta lagi, at eitt línuskip, sum fiskar undir Føroyum, fer niður til Skotlands at selja veiðina, tí [...] nógvan pening, meðan konan, sum bíðar eftir at sleppa til arbeiðis á fiskavirkinum, hevur onga inntøku. Hann heldur, at málið hjá okkum føroyingum átti at verið, at fiskurin, sum verður veiddur undir Føroyum
minnist, at vit plagdu at vísa videofilmar um kvøldarnar, tí tá høvdu vit jú onki sjónvarp í Føroyum. Á denn gravgangur, ið tá var eftir at fáa sitipláss herinni. Tey ringdu líka úr Havn at royna at bíleggja [...] skalt tú skalt tíma og duga at fara væl við fólki og altíð royna at fáa tey at kenna seg vælkoman. Og so sigur tað seg sjálvt, at borðini altíð skulu vera rein og ruddilig, og at fólk ikki verða órógvað av [...] eitt tekin um, at nú er tíð uppá at gevast og fara til hús. Hatta havi eg sagt í so nógv ár nú, men eg veit ikki. Eg havi verið her so leingi, at eg dugi ikki at fyristilla mær, ikki at skula oman her
stóra orku til at taka sjúkan fisk? ? Hatta er at venda trupulleikanum á høvdið. Ongin skal fáa loyvi at seta meiri fisk út, enn orka er til at taka. Guttormur Djurhuus vísir eisini á, at vit hava ikki [...] ásanna, at málið um at ala 100.000 tons um árið er alt ov høgt, tí verður alingin skipað, sum hon eigur, er aliøkið avmarkað,. Hann heldur, at tað er meiri hóskandi, at føroyingar seta sær sum mál at ala eini [...] smolt Hann sigur, at ein høvuðsorsøk til, at alingin kollsigldi, er, at kynbótaarbeiðið hevur verið alt ov vánaligt. ? Vit hava rætt og slætt ongantíð havt smolt, sum hevur verið vert at seta á sjógv, sigur
viðgongur tó, at tað er lættari sagt enn gjørt. Hon heldur, at tað er nógv fyri, at slíkt kann koma fyri. Og samanber hon tað við, at tað verður spælt við familjurnar. ? Hetta ger eisini, at ein kennir ikki [...] so ómenniskjaligt at slíta familjur sundur orsakað av eini lóggávu. Tað kann ikki vera normalt, sigur hon. Hon heldur fram, at hon fær seg ikki til at trúgva, at myndugleikarnir fara at nokta henni uppi [...] royna jú at lata vera við at hugsa ov nógv um hetta. Hartil eru vit ein familja fyri tað, um vit ikki eru gift, sigur hon. Og leggur púra avgjørd afturat, at hon ætlar sær ikki at gifta seg fyri at kunna
hvat hann ella hon etur. Tað vísir seg at, at ein tann størsta forðingin fyri at klænka er, at vit hava lyndi til at geva øllum møguligum øðrum skyldina fyri, at tað ikki ber til beint nú. Men vilt tú [...] Jóhanna. Jóhanna hevur fyrr roynt at sloppið av við nøkur kilo uttan varandi úrslit. Hon er sannførd um, at orsøkin til at tað er eydnast hesuferð er, at hon nú veit, at um hon fylgir matskránni, gevur tað [...] Jógvan, sum eisini altíð hevur verið herviligur at sita og pilka av matinum, eftir at hann var liðugur at eta. Stóra broytingin hjá Jógvani er sostatt, at mest sum alt feittið á kjøtinum er skorið burtur
Hvussu fer hetta at ávirka arbeiðið hjá Løgtinginum? ?Tað verður soleiðis, at nevndirnar hava sum vant fyrrapartarnar týsdag, mikudag og hósdag. Eg rokni við, at teir næstu tingfundirnir fara at vera heilt til [...] ting. Tey, ið stilla upp, mugu vita, at tað er veruligt at stórt lesiarbeiði at vera tingmaður. Tað krevur meira enn áður, tí tað eru nógv fleiri frágreiðingar og annað at lesa. Tað er eitt rættiliga stórt [...] stórt arbeiði. Er nýggja skipanin farin at virka? ?Skipanin er byrja at virka. Tað hongur eisini saman við tí, at tú tók og umskipaði landsumsitingina til at vera bæði størri og betri arbeiðsføra.