Alivinnan
? Alivinnan í Føroyum hevur verið merkt av skilaloysi, kleyvarskapi, ørskapi, grammleika og ókunnleika.
Guttormur A. Djurhuus í Kaldbak er gamal í garði í føroysku alivinnuni.
Hann hevur meiri og minni fingist við aling í 25 ár, bæði sum alari og partvís eisini sum granskari og hann hevur alla tíðina fylgt gongdini í alingini.
Og hann sigur, at vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at alivinnan í Føroyum fór fyri bakka.
Hann heldur, at tað eru fleiri lið í sambandi við alingina sum hava svikið so dyggiliga, antin tí tey hava verið ov gramm, tí tey hava vitað ov lítið ella tí at ikki hava livað upp til tær uppgávur, teimum varð álagt.
Sostatt heldur hann, at vit liggja, sum vit hava reitt.
Hann hugsar her um politisku myndugleikarnar. Men hann hugsar eisini um teir myndugleikar sum skuldu hava eftirlit við alingini og skuldu ráðgeva politikarunum. Og hann hugsar eisini um peningastovnarnar, sum fíggjaðu alingina og hann hugsar eisini um alararnar sjálvar.
Óbrúkiligt smolt
Hann sigur, at ein høvuðsorsøk til, at alingin kollsigldi, er, at kynbótaarbeiðið hevur verið alt ov vánaligt.
? Vit hava rætt og slætt ongantíð havt smolt, sum hevur verið vert at seta á sjógv, sigur Guttormur A. Djurhuus bart út.
? Smoltið, vit hava havt at seta út, hevur verið so vánligt, at tað er ikki óvanligt, at 50% av tí doyr, eftir at tað er sett á sjógv og onkuntíð er fellið enn størri.
? Tá ið fellið er so stórt, kann ein og hvør hugsa sær, hvussu lívførið og dygdin er í smoltinum, sum er eftir.
Og tá ið útgangstøðið er so vánaligt, hvussu skal endaliga úrslitið so verða, spyr hann. Veruleikin er, at onki av tí smolti, vit hava sett út, átti at verðið alt víðari.
? Tann stóri trupulleikin var, at smoltstøðirnar sluppu av við alt smoltið, sama, hvussu dygdin í tí var.
Samstundis lat landskassin studning fyri smoltið, uttan at seta nakra sum helst treyt dygdina.
? Bara smoltið tað andi í tí, tá ið tað fór á sjógv var tað nog mikið til at fáa studning.
Guttormur Djurhuus sigur, at undir hesum umstøðunum var ongin sum helst áhugi fyri at stremba eftir at ala fram betri smolt.
? Sostatt hevur alt kynbótaarbeiðið av tí sama mestsum ligið á láni. Tað var Fiskaaling, sum skuldi standa fyri kynbótaarbeiðnum. Og tað er landið, sum eigur Fiskaaling og sostatt hevur landið skyldina av, at kynbótaarbeiðið hevur verið alt ov vánaligt.
Hann leggur afturat, at ein skuldi trúð, at teir alarar, sum sjálvir høvdu smoltstøðir, høvdu ein áhuga í at fáa betri smolt.
? Men í hesum føri er tað helst ókunnleiki, sum ger seg galdandi. Helst hava teir hugsað sum so, at tá ið teirra smolt er líka gott sum tað frá Fiskaaling, man tað vera á góðari leið.
Hann nevnir eisini, at í Noregi er fellið nógv minni. Fyrr var tað kanska 10-20%, nú er tað kanska eini 5-10%.
Alt ov nógv smolt
Somuleiðis staðfestir Guttormur Djurhuus, at vit hava alt ov nógvur fiskur í hvørjum ringi.
? Vit hava havt nógv meiri fisk í hvørjum ringi enn norðmenn hava havt og tí hevur tað verið alt ov trongt í ringunum.
Harafturat hava vit heldur ikki lagt upp fyri, at nótin minkar rættiliga fitt, tá ið tað rekur og sostatt verður tað enn trengri hjá fiskinum.
? Hetta ger fiskin strongdan. Fiskurin kann verða strongdur av ymsum orsøkum og eisini av streymi, aldu, av skitnum nótum og av plásstroti. Og á strongdum fiski viknar immunverjan munandi.
? Og tá ið smolti so harafturat frammanundan er vánaligt, er fiskurin nógv meiri móttakiligur fyri sjúkum, enn vanligt, tá ið smittutrýstið annars er til staðar. Og vit kunnu helst ganga útfrá, at ILA virus er allastaðni.
Undir vanligum, skipaðum umstøðum, var fiskurin kanska mótstøðuførur ímóti smittuni, og varð ikki vorðin sjúkur. Men av tí at hann er strongdur, og smoltið frammanundan er ov vánaligt, klárar hann ikki at standa ímóti.
? Og allan hendan ørskapin hava peningastovnarnir fíggjað í berari grammheit, leggur Guttormur Djurhuus barsagdur afturat.
Hann nevnir eisini, at tá ið ILA hevur tikið seg upp í einum brúki og boð eru komin um at taka tann sjúka fiskin, hevur tað onkuntíð tikið fleiri mánaðir at taka tann sjúka fiskin.
? Í onkrum førum hevur tað tikið so langa tíð at taka ILA sjúkan fisk, at ein heilur fjørður hevur luktað av rotnum fiski, tí teir maktaðu ikki at taka tann sjúka fiskin.
? Hetta lótu myndugleikarnir um seg ganga. Men avleiðingin var, at allur fjørðurin varð smittaður.
Men hevur trupulleikin ikki júst verið, at vit hava ikki havt nóg stóra orku til at taka sjúkan fisk?
? Hatta er at venda trupulleikanum á høvdið. Ongin skal fáa loyvi at seta meiri fisk út, enn orka er til at taka.
Guttormur Djurhuus vísir eisini á, at vit hava ikki tær neyðugu reglugerðirnar til at skipa alingina á rættan hátt.
? Men støðan er sanniliga eisini tann, at eftirlitið við, at galdandi reglugerðir verða hildnar, hevur als ikki verið nóg gott.
Skal Guttormur Djurhuus finna nakra umbering fyri politikararnar, skuldi tað verið, at hetta er eitt serstakt øki, sum vit ikki kunnu krevja at politikarar hava so gott innlit í.
? Men teir hava ráðgevandi stovnar í hesum sambandi og spurningurin er, um samanspælið har ímillum, hevur verið nóg gott.
Fæst aftur á føtur
Hóast alingin er kollsigld, heldur Guttormur Djurhuus, at tað eru góðir møguleikar at fáa alingina á føtur aftur.
? Vit hava góðar umstøður til aling. Men fortreytin er, at alingin verður skipað ordiliga. Tað merkir, at nágreiniligar reglulgerðir skulu gerast fyri alingina í øllum liåum, ikki bara á sjónum, men eisini fyri smoltalingina, tí væntandi reglugerðir er ein stórur trupulleiki.
? Men so mugu vit eisini ásanna, at málið um at ala 100.000 tons um árið er alt ov høgt, tí verður alingin skipað, sum hon eigur, er aliøkið avmarkað,.
Hann heldur, at tað er meiri hóskandi, at føroyingar seta sær sum mál at ala eini 25.000 tons um árið.