hevur tað so at siga hvørja ferð kiksað í seinastu løtu, og tá kann tað verða tungt at fáa menn upp aftur við høvdunum. Júst hesi bæði liðini hittust í steypafinaluni í fjør, og tá vóru tað strandingar, ið [...] vunnu ein tryggan sigur. Liðið hjá StÍF er lítið broytt í mun til í fjør, og hava strandingar ein góðan dag, kunnu teir lættliga koppa øllum liðunum í Føroyum. StÍF og H71 eru eisini tvey ógvuliga ymisk lið [...] H71 leggur eisini upp til ein dyst millum nakrar av bestu málverjunum í landinum. Marian í málinum hjá StÍF er óivað besti málverji í landinum, meðan bæði Levi Nybo og Jens Skipagøta eru millum teir allarbestu
rokna við at selja yvir 60.000 Corolla Verso í Evropa í 2004. Bilurin er teknaður á designteknistovuni hjá Toyota í Suðurfraklandi og kemur á føroyska marknaðin í juni. Myndatekstur: (Myndir frá Bella Centrinum) [...] hjá Toyota við nýggja Corolla Verso var at gera ein tann mest fleksibla MPV-bilin í sínum klassa í besta kvaliteti og í evropeiskum stíli. Tað sær út til at hava eydnast teimum at náa sítt mál, tí bilurin [...] girkassa, sum eisini virkar sum automatgir. Terra og Sol Instrumentini eru í Lexus stíli, og alt innan er í nýggjasta móta og í gjøgnumførdum kvaliteti. Bilførarin situr høgt og útsýnið er gott allar vegir
Sivertsen úr Hoyvík. Undirtøkan í Norðoyggjum var ikki stór hesuferð, tí sluppu luttakarar úr øðrum pørtum av landinum við til hesa kapping. James sigur, at áhugin annars er stórur at verða við í Nósabarnaprix [...] og framføra. - Sjálvur fekk eg mítt "gjøgnumbrot", tá eg sum 11 ára gamal vann eina sangkapping í SMS í 1981, sigur James Olsen. James sigur, at síðani tá hava ongar sangkappingar verið fyri børn. Eitt [...] fyri øll, so tað ikki verður keðiligt, sigur James. Nú eru 3 undankappingar eftir; í Havn 5. okt., á Oyrabakka 12. okt. og í Vágunum, 19. oktobur. Finalan verður á Kambsdali 9. novembur. Tað er Føroya Banki
Hann starvaðist í Føroyum sum lækni í tvey tíðarskeið í fýrati- og fimti árunum, og var tann fyrsti, sum fór undir at kanna firvaldalív okkara. Í 1937 vóru 32 firvaldar skrásettir og í 1956 vóru 22 firvaldar [...] kom í ljósfelluna hjá Annleyg Patursson í september, og eikispannari, sum Jens-Kjeld Jensen fangaði í Nólsoy á mikkjalsmessu. Talið á firvaldum í Føroyum er sostatt 113. Annleyg Patursson sigur í greinini [...] sum eru vanlig í Sumba, enn norðanfjørðs. Eisini er stórur munur á, hvørji eru í Nólsoy og hvørjir eru í Hoyvík. Tað ger tað ivaleyst meiri spennandi at kanna og skráseta firvaldar í Føroyum.
Rainforrest í Kaldbak. Síðani verður vitjað hjá Bakkafrost á Glyvrum, áðrenn leiðin gongur til Klaksvíkar har borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Karl H. Johansen tekur í móti. Í Klaksvík verður vitjað í Chri [...] Føroyar og Danmark, men eisini í sambandi við trygdarstøðuna í Europa, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í tíðindaskrivi um vitjanina. Samstundis verður eisini fyrsti fundurin í nýstovnaða samstarvsráðnum [...] forsætisráðharran og grønlendska landsstýrisformannin. Ríkisfundurin verður í Hoyvíksgarði í Hoyvík. Seinni sama dag verður fyrsti fundur í nýggja uttanríkis- trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum, har fleiri
Í fjør flutti AB niður úr bestu deildini, og argjamenn hava fokus á, at tað nú í heyst fer at eydnast aftur fer at eydnast at vinna sessin í bestu deildini. Í tí kappingini var talan um afturstig í dag [...] gamla miðvallaranum í ár. B36 er í toppinum við 37 stigum, og AB er á fjórða plássi við 30 stigum. Um eina viku verður B36 aftur partur av grannauppgerð í Gundadali, tá ið FC Hoyvík verður gestur. AB fær [...] B36. Hetta var onnur ferðin í ár, at 18 ára gamli Aron E. Jacobsen var málskjútti í 1. deild. Uppleggið átti Thomas Bjørn Miezan. Sjey minuttir undan leikloki kom spenningur í áftur, tá ið AB minkaði um
ungum barnafamiljum í kommununi at fáa egnan bústað. Og tað er ikki nóg gott. Eftir míni áskoðan hevur Tórshavnar Kommuna eina natúrliga skyldu at økja munandi meira um talið av grundøkjum í kommununi til frama [...] av lutaíbúðum í kommununi til serliga yngri ella eldri borgarar, sum ger tað møguligt hjá teimum, sum ikki hava ráð at keypa bústað, fáa eitt alternativ. • Hvørt ár stykkja grundstykki út í nærum øllum [...] møguligt hjá borgarum at ávikavist keypa ella byggja síni egnu hús. Ella fáa møguleikan at leiga íbúðir í kommununi. • Altíð nógv grundøki tøk til keyps , sum tryggjar at borgarar hava møguleika at keypa, umframt
Størsti vøkstur í størstu kommununum Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar, Nes og Vága kommunum. Í bygdum og býum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, á Argjum, í Hoyvík og á Toftum [...] gongdin í føðitalinum heldur fram, meðan gongdin í deyðatalinum er við tað sama. ##med4## Færri flyta Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gongdin í bæði til- [...] landinum enn í undanfarna tíðarskeiði, so vóru tað uppaftur færri, sum fluttu til landið. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri. ##med3## Færri verða fødd Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og
Tað skrivar komandi borgarstjórin í Havn, Elsa Berg, í eini viðmerking á Facebook í sambandi við, at fíggjarætlanin fyri næsta ár varð samtykt á býráðsfundi í Havn í gjár. – Tað er sitandi býráð, sum hevur [...] broytingar, sum hava røtur í samgonguskjalinum, sum nevndu partar arbeiða við í løtuni, skrivar Elsa Berg, og hon heldur fram: »Tað samgonguskjalið tekur útgangsstøði í kjarnutænastunum í kommununi og raðfestir [...] dagstovnarnir eina serskylda upphædd at dagføra inni- og útiøkini í barnagørðunum. Vit fara nú undir at byggja røktarheimið í Hoyvík, frítíðarskúlan í Kollafirði, og kommunalir bygningar og skúlar verða lagdir
hevur til viðurskiftini í krígsraktu økjunum. Við friðarkonsertini vilja vit í felag vísa á týdningin, at friðartilgongdir verða settar í verk skjótast gjørligt, soleiðis at fólkini í Ukraina, Russlandi, Ísrael [...] og Palestina fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj. Fólk eru vælkomin at hava ljós við sær í sambandi við friðarkonsertina, har ljósið ímyndar eina vón um frið í teimum londum, har kríggj, yvirgangur [...] ymiskum sjónarmiðum viðvíkjandi kríggjunum í Ukraina og Miðeystri. Um nakar so kann tónleikurin sameina fólk og fólkasløg; tí er tað við vónini um góða undirtøku í sambandi við friðarkonsertina 17. januar