Knapt 54.700 fólk búgva í Føroyum

1. oktober búðu 54.668 fólk í Føroyum. Tað eru 309 fleiri enn 1. oktober í fjør. Vøksturin er 0,6%, sum er eitt sindur minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,8%.

Tað skrivar Hagstovan.

 

Hóast fólkatalið framvegis veksur, so er vøksturin minkandi. Um 300 fólk løgdust aftur at í Føroyum seinastu tólv mánaðirnar, og tað eru bara tveir triðingar av fólkavøkstrinum í undanfarna tíðarskeiði. Broytingin er javnt býtt millum burðaravlopið og nettoflytingina.

 

##med2##

 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum til- og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar taldi 309 fólk og kom av einum burðaravlopi á 128 og eini nettoflyting á 181 fólk.  

 

Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar var 148 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Helvtin av minkingini var í burðaravlopinum og hin helvtin í nettoflytingini. Burðaravlopið var minni, serliga, tí færri vóru fødd. Nettoflytingin var minni, tí hóast færri fluttu av landinum enn í undanfarna tíðarskeiði, so vóru tað uppaftur færri, sum fluttu til landið. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri. 

 

##med3##

 

Færri verða fødd

 

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram, meðan gongdin í deyðatalinum er við tað sama. 

 

##med4##

 

Færri flyta

 

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gongdin í bæði til- og fráflytingini er minkandi. Tilflytingin er tó minkað nakað meiri enn fráflytingin, og tað minkar um nettoflytingina. 

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Størsti vøkstur í størstu kommununum

 

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar, Nes og Vága kommunum. Í bygdum og býum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, á Argjum, í Hoyvík og á Toftum. Kommunurnar við størstu afturgongd í fólkatalinum vóru Eiðis, Sunda, Vágs og Fuglafjarðar kommunur, har fólkatalið minkaði við um 30 fólkum í hvørjari kommunu seinasta árið. 

 

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. oktober 2023 og 2024. Gongdin í fólkatalinum í einstøku bygdunum sæst her.