Tveir nýggir firvaldar funnir í Føroyum

Tað eru teir báðir músarvongur og eikispannari, sum vórðu funnir ávikavist í Hoyvík og Nólsoy seinasta heyst

 

FIRVALDAR

Ikki færri enn 113 sløg av firvaldum halda til í Føroyum. Hetta stendur í áhugaverdari grein, sum stendur at lesa í ritinum hjá Føroya Fuglafrøðifelag, sum júst er útkomið. Greinina, ið er brot úr føroysku firvaldasøguni, hevur Annleyg Patursson skrivað. Har verður Leif Dahl nevndur. Hann starvaðist í Føroyum sum lækni í tvey tíðarskeið í fýrati- og fimti árunum, og var tann fyrsti, sum fór undir at kanna firvaldalív okkara.

Í 1937 vóru 32 firvaldar skrásettir og í 1956 vóru 22 firvaldar komnir afturat. Alt bendir á, at Leif Dahl sjálvur setti føroysk nøvn á firvaldarnar. Í 1982 varð savnið hjá Leif Dahl ognað Føroya Náttúrugripasavni.

Næstu 30 árini varð gott sum einki gjørt fyri at kanna føroyska firvaldalívið, men í nítiárunum vóru firvaldar aftur á skránni. Tá vórðu ljósfellur settar upp runt í landinum og fólk á staðnum tømdu tær eina ferð um vikuna. Danin dr. Svend Kaaber stóð fyri kanningini og í 1997 kunngjørdi hann ein lista. Aftur í 1998 varð ein listi gjørdur yvir firvaldarnar í Føroyum, hesa ferð vóru tað Jens-Kjeld Jensen og Annleyg Patursson, sum gjørdu listan. Og á hesum listanum vóru tríggir firvaldar, sum ikki eru á listanum hjá Kaaber.

Í fjør vóru tveir nýggir firvaldar funnir. Teir eru músarvongur, som kom í ljósfelluna hjá Annleyg Patursson í september, og eikispannari, sum Jens-Kjeld Jensen fangaði í Nólsoy á mikkjalsmessu. Talið á firvaldum í Føroyum er sostatt 113.

Annleyg Patursson sigur í greinini, at tað er forvitnisligt at síggja, hvussu stórur munur er á hvørjir firvaldar halda til á teimum ymsu plássunum. Tað eru heilt onnur sløg av firvaldum, sum eru vanlig í Sumba, enn norðanfjørðs. Eisini er stórur munur á, hvørji eru í Nólsoy og hvørjir eru í Hoyvík. Tað ger tað ivaleyst meiri spennandi at kanna og skráseta firvaldar í Føroyum.