Í fjør flutti AB niður úr bestu deildini, og argjamenn hava fokus á, at tað nú í heyst fer at eydnast aftur fer at eydnast at vinna sessin í bestu deildini.
Í tí kappingini var talan um afturstig í dag, tá ið Øssur Hansen, sum í fjør vandi B36 liðið, og hansara menn í AB fór úr Gundadali og út aftur um brúnna við 3-1 tapi.
Øll málini vórðu skorað síðsta hálva tíman.
Jógvan Kárason Gullfoss setti hol á, tá ið tað restaði ein hálvur tími. Hetta var fimta ferðin í ár, at hann var málskjútti í 1. deild. Minuttin eftir, at B36 hevði lagt seg á odda, varð Aron E. Jacobsen skiftur inn á B36 liðið, og tíggju minuttir seinni varð hann málskjútti og so var 2-0 til B36. Hetta var onnur ferðin í ár, at 18 ára gamli Aron E. Jacobsen var málskjútti í 1. deild. Uppleggið átti Thomas Bjørn Miezan.
Sjey minuttir undan leikloki kom spenningur í áftur, tá ið AB minkaði um munin til 2-1. Málskjútti var Luca Ørsted Thorstensen. Hetta var triði dysturin hjá 20 ára gamla danska álopsspælaranum, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti í AB troyggjuni. Uppleggið átti Sjúrður Henriksen.
Minuttin eftir, at AB hevði minkað um munin, sá Dánjal Danielsen hjá AB gula kortið fyri aðru ferð, og so var AB undirmannað. Tveir minuttir undan leikloki var tað Ragnar Davidsen Nielsen, sum staðfesti 3-1 heimasigurin. Hetta var annað málið hjá 18 ára gamla miðvallaranum í ár.
B36 er í toppinum við 37 stigum, og AB er á fjórða plássi við 30 stigum.
Um eina viku verður B36 aftur partur av grannauppgerð í Gundadali, tá ið FC Hoyvík verður gestur.
AB fær um eina viku vitjan av Víkingi, sum kappast um fremsta plássið.