Væleydnað barnaprix í Norðoyggjum

Leygarkvøldið var 4. innleiðandi umfarið í Nósabarnaprix. Kappingin var í KÍ-høllini í Klaksvík

Við í kappingini leygarkvøldið vóru 8 gentur og 1 drongur, men hóast genturnar vóru so nógv við yvirlutan, var tað drongurin, 12 ára gamli Olvheðin Jacobsen úr Hvannasundi, ið fór avstað við sigrinum.
Á øðrum plássi kom Maria Nolsøe úr Havn, og nr. 3 gjørdist Mathilda Sivertsen úr Hoyvík.
Undirtøkan í Norðoyggjum var ikki stór hesuferð, tí sluppu luttakarar úr øðrum pørtum av landinum við til hesa kapping.

James sigur, at áhugin annars er stórur at verða við í Nósabarnaprix. Um 300 børn sluppu ikki við á hesum sinni, sigur hann.

Sum altíð, var ógvuliga torført at døma, siga dómararnir. Luttakararnir lógu sera tætt.

- Millum børnini hesuferð, eru avgjørt "talentir" at finna, sigur James Olsen, sum saman við Mark Joensen hevur tikið stig til barnaprix í Føroyum.

James sigur, at endamálið við kappingunum er at geva børnum møguleika at koma sær fram, hava tey gávur at syngja og framføra.

- Sjálvur fekk eg mítt "gjøgnumbrot", tá eg sum 11 ára gamal vann eina sangkapping í SMS í 1981, sigur James Olsen.

James sigur, at síðani tá hava ongar sangkappingar verið fyri børn.

Eitt sindur fyri øll
Kappingin leygarkvøldið var væleydnað. James Olsen og Angela Petersen undirhildu, og tað komu tey serstakliga væl frá.

Tey fingu ikki bara børnini at flenna, men eisini tey vaksnu fingu sær ein góðan látur hetta kvøldið.

- Vit royna at gera eitt sindur fyri øll, so tað ikki verður keðiligt,
sigur James.

Nú eru 3 undankappingar eftir; í Havn 5. okt., á Oyrabakka 12.
okt. og í Vágunum, 19. oktobur.

Finalan verður á Kambsdali 9. novembur.

Tað er Føroya Banki, ið er høvuðsstuðul fyri hesum tiltaki, sum hevur fingið heitið; Nósabarnaprix.

-Vit eru væl nøgd við kappingarnar, sum hava eydnast væl, og verður hetta eitt afturvendandi tiltak hvørt ár framyvir, sigur James Olsen at enda.