hondbólti. Heili fýra dystir vera á skránni hetta vikuskiftið, so ikki er óhugsandi, at tað mesta kann vera avgjørt, tá vikuskiftið er av. Leygardagin vera tveir dystir á skránni. Í øðrum teirra skal liðið [...] hálvfinalurnar, so skulu tær helst vinna sínar dystir hetta vikuskiftið. VB er longu nú fimm stig aftanfyri Neistan á øðrum plássi, og tí er umráðandi hjá teimum at vinna sínar dystir komandi vikuskiftið. Fyrri [...] heimadystin ímóti Neistanum, so er hetta eisini ein dystur, sum skal vinnast, um tær skulu halda fast í vónini at fanga Neistan aftur. Leggjast skal tó afturat, at tað ikki endiliga er so neyðugt hjá VB at fáa
liðunum er rutinan. VÍF hevur nógvar eldri leikarar, sum hava staðið í hesi støðuni fyrr, meðan KÍF er mannað við nógvum ungum leikarum, sum ongantíð áður hava leikt so týdningarmiklan dyst. Tí er VÍF kanska [...] tók ímóti VÍF í endaspælinum. Hesin dysturin var eisini aðalroyndin undan seinnu hálvfinaluni, og her var eingin ivi um sigurin. Kollfirðingar vóru snøgt sagt nógv betri enn VÍF, og teir vunnu eisini dystin [...] kanska lítil favorittur undan seinnu hálvfinaluni, men spælir KÍF upp til sítt besta, so er als ikki óhugsandi, at teir kunnu røkka til finaluna í Coca Cola-kappingini.
hava Noreg, Serbia, Týskland og Pólland øll 5 stig. Noreg er betri innanhýsis ímóti Týsklandi. Serbia er betri innanhýsis ímóti Noregi, og Pólland er betri innanhýsis ímóti Serbia. Men øll hava 5 stig. Men [...] Vinnur Danmark ella fær javnt, og vinnur Noreg. So er stór gleði í teimum norðurlendsku heimunum, tí tá eru bæði Noreg og Danmark í HM hálvfinaluni. Og mong her á landi krossa fingrar fyri tí. Vinna Týskland [...] Men alt hetta ger tað bara meiri spennandi. Synd at siga, at sami spenningur er í HM millumbólki 1. Kroatia og Frakland spæla bólkafinaluna í kvøld kl. 20.15, men bæði liðini hava vunnið sær pláss í hálvfinaluni
at greinin er áhugaverd. - Greitt verður greitt frá, at Hógv hevur fingið ketlarnar, sum teir framleiða, CE-góðkendar, og at hetta tryggjar, at dygdin er á høgum støði, og at orkunýtslan er so lág sum [...] sum gjørligt. Hetta er púra rætt. Fyri at kunna seta eitt CE-merki á eina vøru, eru ávís viðurskifti, ið skulu vera í lagi, og er CE-merkið tað sjónliga prógvið um at so er, sigur Arbeiðseftirlitið. - Taka [...] Føroyum. Stovnurin ásannar tó, at regluverkið í Føroyum ikki er eins væl útbygt, sum eitt nú í Danmark, tá ræður um arbeiðsumhvørvi sum heild. - Er nakar í iva um, hvørjar reglur eru galdandi um ávís arbe
sá eg hjá Jersey her við síðuna av, at har fóru fleiri uttan fyri mittastu ringarnar á skivuni, og so er spurningurin, hvussu nógv vit hava vunnið aftur. Eg rokni ikki við, at tað er nóg mikið, men tað [...] plagar jú at siga, at tað er á teimum longu teinunum, at tú vinnur kappingarnar, men í dag taptu vit hana á styttru teinunum. - Vit skjóta als ikki nóg gott í dag, men fyrst og fremst er tað vindurin, sum spælir [...] ikki samanberast við hetta. Tá tað er somikið lýtt, so kennis vindurin heilt øðrvísi, og tí hava vit ofta lyndi til at undirmeta, hvussu sterkur hann í veruleikanum er. Tú følir tað at kalla ikki, men tá
upp í slag, og eftir sum vit hava hoyrt, so er talan um met, síðani skipanin við at geva stig kom í gildi í 1973. Men nú er tað okkum kunnugt, at tað áður er komið fyri, at ein bátur hevur vunnið fleiri [...] aftur. 5-mannafør dreingir Hetta er tann kappingin, sum ofta hevur víst seg at vera kappast. Bátarnir plaga at koma bóltandi á mál í einum stórum trunka, men soleiðis er ikki í ár. Nýggi vestmannabáturin [...] og aftur vunnið í einastu kappingini, sum var, nevniliga um næstfremsta plássið. 6-mannafør kvinnur Her var lítil kapping. Jarnbardur skræddi seg framum beinanvegin, og so vóru tað tær, ið stýrdu kappingini
havnarmeistarin, Jackie Zachhau, at bátafestivalurin er ein hugnaligur familjudagur á Toftum. - Vit hava nógv og gott fólk at taka sær av festivalinum, og her verður nógv á skránni, bæði til børn og vaksin - [...] motorsúkklu. Eg eri altíð til reiðar at taka eina hond í - og ganga fyrireikarunum til handa - tá tørvur er á onkrum. Jackie Zachhau sigur, at tá bátarnir koma inn í havnina seinnapartin leygardagin, plagar [...] bátaeigararnir plaga at finna út av tingunum í sátt og semju. Umstøðurnar í deksbátahavnini eru góðar, og her kunnu bátarnir fáa landstreym og vatn.
veruligan er. Og Árni helt fram: - Hann er lívsins gáva, og tí er tað, at vit geva hvørjum øðrum gávur og soleiðis gleða hvønn annan. Hvør gleðist ikki um eina gávu, og hvussu mikið meiri um hann, sum er lívsins [...] Granntræið ella jólatræið, ið er grønt alt árið, er sjálv ímyndin av ævigu vónini, sum ongantíð doyr, og sum menniskju krøkja seg fast í, kanska serliga hesa myrku tíðina. Og tað er júst tí, vit nýta hetta træið [...] vert at geva. - Ímyndin av jólunum er barnagleðin, tá eygu teirra smáu strála um kapp við ljósini - ja, tá er av sonnum jól í hjørtunum, og vit kunnu syngja, at "Føgur er foldin, dýrdarríkur himin? " Árni
kanska, at hetta er eitt gamalt mál, og at nú er ov seint at gera nakað við tað, men eg haldi at tað er neyðugt at tala at, tí eg veit, at máttloysi er eitt nógv verri alternativ. Her er gjørd ein »fadesa« [...] djóraslag er í økinum, skal ein møgulig útbygging ikki fara fram. Ein planta er mist Hetta er kortini hent við Eiðisvatn, tí har var ein planta funnin, sum er heilt serlig. Orsakað av, at Eiðisvatn nú er blivið [...] vissu, tí tað er ikki kannað! Um so er, at tað ikki eru onnur eintøk av hesi plantuni har á leið, er hon kanska mist fyri alla eftirtíð, vísir Durita Brattaberg á. Broyta náttúruna ? Møguleiki er eisini fyri
drúgva bók um samtíðarlist í Føroyum, er at uppliva verk hjá listafólkum, sum ikki eru í bókini. Hendan herliga kenslan av, at alt kann henda, at alt møguligt spennandi er í væntu. Tað hendi í gjár í atelierinum [...] blómum, fyri várhagasóljum, skrivar Kinna Poulsen. Alt ummælið kann lesast her Vár Bænadikta Samuelsen: Móttakari — Listaportal og her eru eisini fleiri myndir at síggja. [...] Tað er ikki á hvørjum degi vit kunnu siga, at føroysk list hevur fingið ein munagóða kontemporeran skulptør. Til lukku! Samstundis gevur ein tílík framsýning eisini varhuga av einum nýggjum seriøsum f