Alt livandi tráar eftir ljósinum

- Granntræið ella jólatræið, sum er grønt alt árið, er sjálv ímyndin av ævigu vónini, sum ongantíð doyr og sum vit menniskju krøkja okkum fast í ? ikki minst hesa myrku tíðina av árinum. Tað er júst tí, vit nýta hetta træið til jólatræ ? granntræið, sum er ímyndin av ævigum ávøkstri, segði Árni Joensen í Æðuvík sunnukvøldið

Jólahýrur

Í røðu síni í Æðuvík sunnukvøldið, tá ið ljósini í "jólabygdini" alment vórðu tendrað, takkaði Árni Joensen, borgarstjóri í Oyndarfirði, fyri, at hann hevði fingið høvi at siga nøkur orð.
- Hetta høvi havi eg ivaleyst fingið fyri at vísa á, at Oyndarfjørður og Æðuvík um ein mánaða verðar partar av somu kommunu.
Hann helt fyri, at nýggja kommunan helst verður ein hin longsta í landinum - heilt hiðani úr Æðuvík og norður í Funningsfjørð, út á Skála og til Oyndarfjarðar.
Árni vísti á, at fyri ikki so mongum árum síðani var kunnleikin um hesa bygd, Æðuvík, mest tað rusk, sum varð koyrt til Æðuvíkar og brent á Fossdalsbakka - ella slept á sjógv.
- Æðuvík var eins og ímyndin av bygdini, ið hýsti ruskplássinum hjá kommunum í oynni. Men tíbetur broyttist hugburðurin og tilvitanin hjá fólki um alt landið, soleiðis at hetta nú er undir skipaðum viðurskiftum á brennistøðini hjá IRF. Samstundis er Æðuvík vorðin til eina framúr vakra og vælrøkta bygd ? og í 2001 fekk hon heiðurin sum Føroya best røkta bygd.
Borgarstjórin segði, at hann kendi seg ivaleysan í, at fólkið, sum býr í Æðuvík, vil gera alt fyri at varðveita hetta umdømi, tí í bygdini býr veruliga eitt virkið, rakst og røkið fólk.
Árni reisti spurningin, hví vit skulu tendra ljós og koma saman.
- Jú, tí alt livandi tráar eftir ljósi, ið er ein avgjørd fyritreyt fyri lívi her á jørðini. Vit tráa øll eftir ljósinum, nú bert tríggjar vikur eru fram til stytsta dag.
Hann segði, at vit menniskju í hesi tíðini líkasum skulu hava okkurt til ugganar og troystar.
- Vit skulu hava nakað at gleðast um - og hvat er tá meiri nærliggjandi enn at tendra ljós og lýsa upp, har vit eru, soleiðis at tann, ið ferðast úti hesa myrku tíð, fer til ljósið?
Árni segði, at eins og børnini gjøgnum ævintýrini tráa eftir onkrum betri, soleiðis tráa tey vaksnu hesa myrku árstíð eftir ljósi og trivnaði, har alt gerst lættari og betri.
- Granntræið ella jólatræið, ið er grønt alt árið, er sjálv ímyndin av ævigu vónini, sum ongantíð doyr, og sum menniskju krøkja seg fast í, kanska serliga hesa myrku tíðina. Og tað er júst tí, vit nýta hetta træið til jólatræ. Ímyndin av ævigum ávøkstri. Granntræið er so grønt og lívsjáttandi ? eisini, tá ið alt annað er følnað.
Hann vísti á, at vónin hevur sín uppruna í, at vit á jólum minnast, at Jesus varð føddur inn í henda heim at frelsa falnar syndarar.
- Vit lesa um hann, at hann elskaði okkum so høgt, at hann gav lív sítt fyri okkum at keypa okkum leys frá banni syndarinnar og deyðans og at so mongum, sum tóku ímóti honum, gav hann mátt til at vera Guds børn - teimum, ið trúgva á navn hansara. Vit mega taka ímóti honum eins og børnini, tá ið tey taka ímóti eini gávu, sum frelsan veruligan er.
Og Árni helt fram:
- Hann er lívsins gáva, og tí er tað, at vit geva hvørjum øðrum gávur og soleiðis gleða hvønn annan. Hvør gleðist ikki um eina gávu, og hvussu mikið meiri um hann, sum er lívsins gáva?
Hann segði, at gleðin leiðir okkum til at geva og sýna hvørjum øðrum kærleika - og sjálv gleðin við at geva ger tað veruliga vert at geva.
- Ímyndin av jólunum er barnagleðin, tá eygu teirra smáu strála um kapp við ljósini - ja, tá er av sonnum jól í hjørtunum, og vit kunnu syngja, at "Føgur er foldin, dýrdarríkur himin? "
Árni Joensen, borgarstjóri, endaði við hesum orðum:
- Latið okkum soleiðis tendra jólabýin og ynskja hvørjum øðrum eini góð og gleðilig jól, samstundis sum vit minnast til gávu lívsins, Jesus Kristus, frelsara heimsins.