Alt kann henda í HM millumbólki 2

Støðan og skráin í HM millumbólki 2 :

 

Kl. 14.30 Serbia-Makedonia

Kl. 16.30 Danmark-Týskland

Kl. 19.15 Noreg-Pólland

 

Danmark 4 3 0 1 129 - 120 6

Týskland 4 2 1 1 122 - 106 5

Pólland 4 2 0 2 119 - 111 4

Noreg 4 2 0 2 108 - 110 4

Serbia 4 1 1 2 121 - 133 3

Makedonia 4 1 0 3 104 - 123 2

 

Menn sita nú kring Europa og rokna uppá ymisku møguleikarnar. Vinnur Danmark ella fær javnt, og vinnur Noreg. So er stór gleði í teimum norðurlendsku heimunum, tí tá eru bæði Noreg og Danmark í HM hálvfinaluni. Og mong her á landi krossa fingrar fyri tí. Vinna Týskland og Pólland, so hava tey vunnið seg í hálvfinaluna.

 

Tað mest kompliseraða hendir um Danmark vinnur á Týsklandi, Noreg og Pólland spæla javnleik, og Serbia vinnur á Makedonia. Tá hava Noreg, Serbia, Týskland og Pólland øll 5 stig. Noreg er betri innanhýsis ímóti Týsklandi. Serbia er betri innanhýsis ímóti Noregi, og Pólland er betri innanhýsis ímóti Serbia. Men øll hava 5 stig. Men alt hetta ger tað bara meiri spennandi.

 

Synd at siga, at sami spenningur er í HM millumbólki 1. Kroatia og Frakland spæla bólkafinaluna í kvøld kl. 20.15, men bæði liðini hava vunnið sær pláss í hálvfinaluni, og tey hava 8 stig í part. Men bólkavinnarin skal so spæla ímóti nr. 2 í millumbólki 1.