Alt kann fella uppá pláss

Tað mesta kann avgerast hetta vikuskiftið í Sunset kappingini hjá kvinnum. Heili fýra dystir vera á skránni, harav tveir teirra eru sannir toppdystir. Leygardagin tekur VB ímóti Neistanum og sunnudagin skal sama neistaliðið til Klaksvíkar at møta Stjørnuni

HONDBÓLTUR

Komandi vikuskiftið verður eitt spennandi vikuskiftið í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Heili fýra dystir vera á skránni hetta vikuskiftið, so ikki er óhugsandi, at tað mesta kann vera avgjørt, tá vikuskiftið er av.
Leygardagin vera tveir dystir á skránni. Í øðrum teirra skal liðið á øðrum plássi, Neistin, á vitjan í Vági, har VB tekur ímóti teimum, meðan hin dysturin verður á Skála, har StÍF tekur ímóti Stjørnuni.
Sunnudagin vera eisini tveir dystir á skránni. Annar teirra verður ein rættiligur toppdystur, tá tey bæði ovastu liðini møtast í Klaksvík. Her tekur Stjørnan nevniliga ímóti Neistanum. Í hinum dystinum sunnudagin skal VB norður til Havnar at spæla ímóti Kyndli í høllini á Hálsi.

VB má royna at vinna
Um VB ætlar sær longur upp eftir stigatalvuna í bestu kvinnudeildini, áðrenn liðini fara í gongd við hálvfinalurnar, so skulu tær helst vinna sínar dystir hetta vikuskiftið. VB er longu nú fimm stig aftanfyri Neistan á øðrum plássi, og tí er umráðandi hjá teimum at vinna sínar dystir komandi vikuskiftið.
Fyrri dysturin hjá teimum verður í Vági leygardagin, tá tær taka ímóti júst Neistanum. Her skal VB vinna dystin, um tær ætla sær at fanga Neistan aftur. Vinna tær henda dystin, so vera bert trý stig á muni millum liðini.
Seinni dysturin hjá VB verður sunnudagin í Havn, tá tær vitja hjá Kyndli. Um tær vinna heimadystin ímóti Neistanum, so er hetta eisini ein dystur, sum skal vinnast, um tær skulu halda fast í vónini at fanga Neistan aftur. Leggjast skal tó afturat, at tað ikki endiliga er so neyðugt hjá VB at fáa Neistan aftur, tí at liðini í bestu kvinnufinaluni spæla hálvfinalur, og her hevur VB so at siga tryggja sær pláss á hálvfinaluni.

Neistin má vinna í Vági
Um Neistin ætlar sær at vinna endaspælið hjá kvinnum, so skulu tær fyrst og fremst vinna fyrra dystin um vikuskiftið. Her fara tær til Vágs at vitja hjá VB, og hetta verður als ikki nakar lættur dystur. VB er eitt sera gott heimalið, men um Neistin sksl hava nakran møguleika at fáa Stjørnuna aftur, so skal hesin dysturin vinnast.
Neistin hevur verið í Vági einaferð fyrr hetta kappingarárið, og tá var eingin slingur í neistavalsinum. Tær vunnu ein sannførandi 31-18 sigur, so hetta er helst gott fyri teirra sjálvsálit, áðrenn túrin suður til Vágs leygardagin.

Kapping um seinasta hálvfinaluplássið
Eru trý tey fyrstu hálvfinaluplássini funnin, so er kappingin um seinasta plássið í hálvfinaluni rættiliga stór. Í løtuni liggur StÍF á fjórða plássi við fýra stigum, meðan Kyndil liggur aftast við tveimum stigum. Hesi bæði liðini skulu eisini í dyst hetta vikuskiftið.
Leygardagin tekur StÍF ímóti oddaliðnum, Stjørnuni, í høllini á Skála. Eingin ivi er um, at Stjørnan er stórfavorittur at vinna henda dystin, men seinast liðini møttust á Skála var líka við, at StÍF fór avstað við báðum stigunum. Tíggju minuttir áðrenn tíð førdu tær við trimum málum, men síðstu løtuna setti Stjørnan alt uppá pláss, og so vunnu tær dystin.
Sunnudagin skal hitt botnliðið, Kyndil, so í dyst, tá tær taka ímóti VB. Kyndil hevur fleiri ferðir í ár verið nær við at steðga toppliðunum, og nú fáa tær so ein nýggjan møguleika. VB hevur vunnið allar dystirnar ímóti Kyndli higartil í landskappingini í ár, men munurin hevur ikki verið stórur, so kanska sunnudagurin verður dagurin, tá Kyndil fær fyrsta sigurin í landskappingini á VB.