tó vita, at honum verða settir nógvir spurningar, sum uttan iva eisini vera nærgangandi um viðurskifti, ið viðvíka bankamálinum og um leiklut hansara í hesum sambandi. Tað er at fegnast um, at leiðandi [...] leiðandi politikararnir úr øllum trimum økjunum í ríkinum hittast - og at hetta er fingið í lag í slíkum formumi, sum ein ríkisfundur er, og hesum kunnu vit fáa nógv gagn av. Men stríðsmálini millum føroyskar [...] myndugleikar eru ikki gloymd. Lat okkum nú líta frameftir - og lat tað farna fara - soleiðis at vit í framtíðini kunnu fáa eitt gott og konstruktivt samstarv millum ríkispartarnar. Tá bankakanningin í
eisini til at tekna seg sum haldara av vanliga Sosialinum. TAÐ er ikki hvønn dag, at høvi er at koma inn í hvørt heim í Føroyum. Hetta er tó málsetningur okkara, tá vit runda næstu øld. Av tí at vit í løtuni [...] fara vit at menna í komandi ári. Harumframt fara vit at seta á stovn líknandi lokalredaktiónir aðrastaðni í landinum. Eitt er tað at vera á staðnum og útvega tíðindi og annað tilfar. Annað er at hava gott [...] ferðir um vikuna. Enn er tó nakað á mál. Men við tí hugburði, sum er á blaðnum, nevniliga at vit skulu koma enn longur út, so er greitt, at komandi árini fara at hava nógv nýtt at bjóða uppá. Vit arbeiða
okkum at ivast stórliga í, hvussu væl vald løtan er til at royna eitt minnilutastýri fyri fyrstu ferð. Tað sigur okkum so mikið sum, at hesi samgonguni verður ikki langt lív lagað. Kann vera at hon fer [...] minnilutastjórn. Eftir at teir báðir miðflokkarnir hava boðað frá, at teir fara ikki í Tinganes, er greitt, at verandi samgonga sleppur at royna seg sum minnilutastýri. Hon fer at fáa sær undirtøku fyri [...] sohvørt tey eru fyri í tinginum. HETTA er í sær sjálvum áhugavert, tí tað er ein avbjóðing fyri okkara politisku skipan. Men spurningurin er so, um hetta er rætta tíðin at royna eina slíka, nú tá leiðarin av
føroyingar seint at gloyma landsstýrismanninum. Um her vendist við aftur, nú SPÍG er farin, er óvist. Men her er so ein møguleiki at taka alt málið framaftur so ella so, nú ein náttúrlig forðing er tikin burtur [...] úr høvdatrog - at koma við eini ?neyðhjálpsætlan? fyri at loysa ovurstóru trupulleikarnar, sum SL-flotin hevur at dragast við. Ein kann siga, at hetta er ikki sørt av lagnunnar speisemi, at maðurin, sum [...] almenna stjóra frá fyri ikki at hava ?yvirblikkið? - sjálvur var eiðasørur. Tá tað er sagt, so halda vit, at arbeiðið við Vágatunnlinum hevur verið gott politiskt handverk, har tað einaferð skyld ikki verður
lokkurin bara fór at velja ein nýggjan landsstýrismann uttan at gera ein vørr, so tykist løgmaður at vera dekan ov góðtrúgvin. HEVÐI løgmaður so trupult at fáa Sámal Petur í Grund at virka væl og loyalt [...] ráðharrastýri. Tað kann ikki vera rætt, at hvør landsstýrismaður rekur politikk eftir sínum høvdi. SAMANUMTIKIÐ hevur formaðurin í sambandsflokkinum aftur víst, at hann hevur torført at fáa politiska [...] samstarvið at rigga, og hann hevur aftur víst, at javnaðarflokkurin hevði rætt, tá hann fór úr samgonguni í fjør, tí tað bar ikki til at samstarva við Edmund Joensen. Spurningurin er bara nú, um restin
meira ófatiligt er, at løgtingsmenn ikki sláa nevan í borðið, tí tað kann ikki vera rætt, at loftmiðlarnir nærum skulu kappast um, hvør er snildari at kroysta pengar úr fólki. Og er tað ikki at ganga jólahátíðini [...] ansins sigur, at Gekkurin hevur ikki árin á annað spæl ? bingospøl hjá áhugafeløgunum ella V4 ? og tí var eingin grund at tala at. GAV frágreiðingin eina rætta mynd og hvør metti? Tað er eitt, men meira [...] kortini leggja afturat, at »spælivarp« er sjálvandi sagt í myndaðum týdningi, tí nógvar væla sendingar verða gjørdar og sendar, men gongdin seinastu tíðina eigur at fáa okkum at hugsa um støðuna. Í SÍNI
dygd. Bara tað, at so stór mótstøða er ímóti javnstøðulógini man vera besta prógvið fyri, at ein slík lóg er neyðug - eisini her hjá okkum. Víst er tað so, at politikararnir verða »kroystir« at seta kvinnur [...] múlabinda og tvinga kvinnur«, sum hon vil. Eftir stendur, at fyri at styrkja demokratiið, so er tað av týdningi at allir bólkar í samfelagnum eru við til at taka avgerðir, bæði kvinnur og menn - og ung sum gomul [...] tingmann Fólkafloksins í Norðoyggjum, er hesin spurningum meiri nátúrligur, tá menn heilsast í Eysturlondum, enn at spyrja: Hvussu hevur konan tað? Tí hevði har helst verið gott við eini javnstøðulóg, heldur hon
okkara tilfeingi meira, tí vit halda, at tað kann ikki vera rætt, at týskara, bretar ella danir skulu virka okkara fisk, so hann er klárur at leggja á pannuna, koyra í grýtuna ella í mikrobylgjuovnin. Nógv [...] Poulsen ger greitt, at vit umsita ikki okkara fiskatilfeingi nóg væl. Í samrøðuni vísir hann á, at vit bera okkum skeivt at á fleiri mótum. FYRI tað fyrsta løgdu vit aftur alla orku í at tráðroyna toskastovnin [...] toskastovnin so skjótt tað aftur fór at bragda, ístaðin fyri at lurta eftir fiskifrøðingunum. FYRI tað annað selja vit eina hálvlidna vøru til heilsølur at góðska og selja víðari til brúkaran. Landsbankastjórin
SAMBANDSFLOKKURIN heldur ikki, at tað er nøkur grund at broyta heimastýrislógina. Á hinum bógnum heldur Tjóðveldisflokkurin fast við, at tað er eingin leið millum loysing og verandi óhaldbaru støðu. FLOKKARNIR [...] løgmaður at leggja uppskot fram um oljulóggávu, hóast marknatrætan ikki er greidd. Spurningurin er nú, um hann í heila tikið er fyri lógaruppskotinum, hann sjálvur hevur lagt fram, ella um hetta bara er sam [...] danskt amt. At enda gekk sambandsflokkurin so við til at góðtaka heimastýrislógina. Í SAMBANDSFLOKSINS eygum er henda lóg ? sum í stóran mun bygdi á tjóðskapartankar javnaðarfloksins ? so góð, at hon má ikki
Orsøkin til høgransaringnina er tann, at flóttafólkaspurningurin gjørdist ein aðalspurningur í valstríðnum. Tað eydnaðist fólkaflokkinumn at píska upp eina øsing móti fremmandum og innflytarum. Tann víðagitna [...] javnaðarflokki. Ein niðurstøðan av kommunuvalinum er sambært valgranskarar at fólkatingsvalið verður ikki fyrr enn í september næsta ár. Setningur Nyrups verður at reka ein politikk, ið kann fáa tey fráfallnu [...] humanur sosialdemokratur. Men tá so flóttafólka og innflytaraspurningurin kom upp og øll sóu, at hann fór at avgera valið, skifti Nyrup Weiss út og setti Torkild Simonsen í hennara sess. Simonsen var kendur