Valið í Danmark

Flestu eygleiðarar halda kommunuvalið í Danmark vera eitt stig til høgru í donskum politikki. Um hugsað verður um, at danski fólkaflokkurin vann stórt, so mugu vit geva hesum eygleiðarum rætt. Hetta er sjálvsagt ikki uttan týdning al tann tíð, at danskur politikkur viðkemur okkum.

Orsøkin til høgransaringnina er tann, at flóttafólkaspurningurin gjørdist ein aðalspurningur í valstríðnum. Tað eydnaðist fólkaflokkinumn at píska upp eina øsing móti fremmandum og innflytarum. Tann víðagitna danska tolerancan hvarv sum døgg fyri sól, og allir flokkar uttan teir radikalu og eindarlistin lupu upp á vognin. Men bert fólkaflokkurin fekk atkvøður burtur úr hesum. Hetta kann ongan undra, tí valtaktikkur kann geva baksláttur, og hetta hendi í ólukkumát bæði fyri vinstra og fyri danska javnaðarflokkin.


Danski javnaðarflokkurin hevur til fyri stuttum rikið ein liberalan flóttafólkapolitikk. Aðalumboðið fyri hendan politikk var fyrrverandi innanríkisráðharrin Birthe Weiss, ein klókur og humanur sosialdemokratur. Men tá so flóttafólka og innflytaraspurningurin kom upp og øll sóu, at hann fór at avgera valið, skifti Nyrup Weiss út og setti Torkild Simonsen í hennara sess. Simonsen var kendur sum harðrendur í innflytaraspurninginum og heur sum borgarstjóri í Århus rikið ein harðan politikk mótvegis flóttafólkum og innflytarum.


Men kúvending Nyrups gav ongan vinning - tað geva taktiskar atgerðir nevnioga sjáldan. Ungdómurin, tey intelellektuellu og tey mongu tiulvitandi fólkini gj´rdust so vónsvikin av Nyrupi, at tey vendu sær frá flokkinum og fóru til teir radikalu ella til eindarlistan. Teir sosialdemokratar, sum óttast ov stóra innflyting, fóru til fólkaflokkkin. Hetta var ein sorgarleikur fyri danska javnaðarflokkin og dasnkan politikk, sum hevur hart brúk fyri einum sterkum javnaðarflokki.


Ein niðurstøðan av kommunuvalinum er sambært valgranskarar at fólkatingsvalið verður ikki fyrr enn í september næsta ár. Setningur Nyrups verður at reka ein politikk, ið kann fáa tey fráfallnu aftur til flokkin. Hetta gerst við at reka ein reglurættan og heilhjartaðan sosialdemokratiskan politikk. Hetta saman við tí sera skilagóða og úrslitaríka búskaparpolitikki Nyrups skuldu givið flokkinum eitt gott val á heysti 1998