skrivað, og hetta gekk somikið væl, at hann varð sendur víðari í kappingini. Hann er nú triði føroyingurin, sum er komin víðari í kappingini í ár. - Eftir øllum at døma hevði onkur teknað meg til kappingina [...] sum taka lut. Hetta er jú kapping, sum fevnir um so nógv annað enn sang, og tað er í nøkrum førum heilt fantastiskt at síggja alt tað, sum luttakararnir framføra, sigur Rókur. Í fyrsta umfari er hann nú [...] r, sum eg at byrja við helt vera spamm, men tað tóktist hampuliga seriøst, so eg setti meg at enda í samband við tey, sum høvdu sent, sigur Rókur um luttøkuna hjá sær. - Tað vísti seg so, at hetta var
fyrrverandi partaeigari og stjóri í P/F Miðlafelagnum eri eg kanska ikki heilt gegnigur í míni fatan av spurninginum, nú Kringvarpið enn einaferð hevur dumpað prísirnar í eini roynd at tekkjast lýsarum. [...] settar í mun til kostnaðarstøðið á einstøku miðlunum. Í eini kappingarstøðu verður jú altíð roynt at laga prísirnar soleiðis, at samlaða sølan verður nakað hægri enn samlaðu inntøkurnar. Tí er tað í útga [...] førir fram í miðvikuútgávuni av Sosialinum. Hetta sum svar til stjóran fyri KissFM, Voxbotn og Rás2, ið vil vera við, at Kringvarpið við prísdumping høggur beinini undan privatu útvarpsstøðunum. Í síni viðmerking
hálvfinaluna í donksu steypakappingini, eftir at teir vunnu 5-4 í brotssparkskapping. Brandur H. Olsen bleiv skiftur inn fyri at skjóta í brotssparkskappingin. Tað gjørdi hann trygt. Einki mál kom í vanligari [...] vanligari spælitíð í fjórðingsfinaluni. Tá 118 minuttir vóru farnir, og bara ein restaði í til brotssparkskapping, skifti Ståle Solbakken føroyska stjørnuskotið, Brand Hendriksson Olsen, á vøllin. Donsku við [...] vøllin at skjóta brotsspark. Brandur var ísakaldur frá ellivu metrum og sendi bóltin til sína vinstru og í mál. Málverjin valdi røttu síðu, men náddi ikki út til bóltin. Bæði FCK og Randers brendu fimta brotssparkið
undirtøku í lóg. Slíka lógarheimild hevur landsstýrismaðurin ikki í løtuni. Tað framgongur eisini av nevndu grein í grundlógini, at fult endurgjald skal latast í sambandi við ognartøku. Í praksis verður [...] skilja sundur elframleiðsluna og elnetið. Slík sundurskiljing er hend í útlandinum. Í ES fór hetta fram eftir einum ES-direktivi frá 2003 og í tí verður givið undantak fyri sundurskiljing, tá ið talan er um [...] roknað við minst kr. 55 mió frá hesum fyritøkum – beint niður í landskassan. Hvussu nógv ætlar man, at SEV skal gjalda í landskassan? At enda Í hesum máli standa allar kommunurnar saman. Kommunurnar fara
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, skal nú greiða tinglimum frá um lýsingar og dumping av lýsingarprísum í Kringvarpinum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur fingið tveir grein 52a [...] Kringvarpið hevur lækkað prísin á ljóðlýsingum í útvarpinum við 80 prosentum. – Um svarið er játtandi, ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við hetta? spyr hon og í triðja lagið spyr hon, h vussu landsstýrismaðurin [...] privatu miðlunum. Í viðmerkingunum vísir Gunvør Balle á tað, sum Sosialurin skrivaði mánadagin um, at Kringvarpið hevur sent handilsvinnuni bræv, har tey boða frá, at prísurin á ljóðlýsingum í útvarpinum verður
kvinnufótbóltinum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya. Í løtuni hava Føroyar átta landslið í fótbólti, sum á hvørjum ári taka lut í ymsum altjóða kappingum. Men um ikki so langa tíð [...] Cup í Danmark, sum verður um mánaðarskiftið juli-august. Seinastu fimm árini hevur U15-landsliðið við dreingjum tikið lut í Brøndby Cup, men nú sleppa genturnar so eisini at royna seg í hesi kapping, sum [...] Í summar fara Føroyar fyri fyrstu ferð at luttaka við einum U15-landsliðið fyri gentur. FSF hevur avgjørt, at fyrsta avbjóðingin hjá gentunum verður Brøndby Cup í Danmark, skrivar heimasíðan hjá Fótbó
Frá byrjan av ársins X Factor kapping hjá Danmarks Radio hevur hon verið mett sum kanska sterkasti luttakarin, og veddingafyritøkurnar eru ikki í iva um, hvør er favorittur at vinna X Factor hesaferð. [...] nógv tey lægstu oddsini, tá ið tippast skal um vinnaran av X Factor. Hon hevur í løtuni odds 1.90 hjá Danske Spil. Næstur í røðini eru City Boys, sum hava odds 3,50. Jógvan Joensen hevur næsthægst odds
Vodafone í Føroyum hevði eitt avlop á 10,7 milliónir í fjør eftir skatt. Tað boðar fjarskiftisfelagið frá í tíðindaskrivi beint nú. Í 2013 var úrslitið 6,8 milliónir krónur. Tey siga, at árið í fjør var [...] Vodafone var nakað lægri enn árið fyri. Samstundis eru stórar íløgur gjørdar í 3G netið í 2014, og hetta arbeiði heldur áfram í ár. Somuleiðis fer Vodafone at bjóða 4G, sum gevur munandi skjótari internetsamband [...] Stjórin sigur, at eisini tey á vodafone hava merkt, at framgongd er í samfelagnum og hon væntar, at úrslitið í ár verður á sama stigi sum í fjør.
kappingum, sum luttaka í kvøld, eru hesir: Kapping 1: • Heidi Kapping 2: • Lucas • Asian Sensation • Alien Beat Club Kapping 3: • Thomas Ring Kapping 4: • Babou • Annelouise Kapping 5: • Tandberg & Østenby [...] Gaard Olsen, sum var við í X Factor fyri trimum árum síðani. Eisini føroyska Jasmin Dahl, sum í fjør vann kappingina við bólkinum Athony Jamsin, verður at síggja í X Faftor í kvøld. Og so kunnu vit eisini [...] Í kvøld verður X Factor sending nummar 100 send á DR, og í tí sambandi verður gjørt eyka burturúr. Millum annað verða sangarar úr øllum teimum undanfarnu kappingunum við sum gestir í kvøld. Ein av teimum
donskum miðlum. Nú er hann í uppskoti til ársins Deejay. Tað er í bólkinum Årets Danske Upfront-Deejay. Brynjolfur er í hesum bólkinum í kapping við Emil Lange, Flip, Fabian Mazur og DJ Er Du Dum Eller Hvad [...] fótafesti í Danmark. Hann hevur í nøkur ár verið DJ á klubbum og tónleikafagnaðum í Danmark, og hevur navn havsara vunnið meira og meira fram, og hann hevur við jøvnum millumbilum verið umrøddur í donskum