Tað er kostnaðarstøðið fyri miðilin, sum er avgerandi, tá lýsingarprísir skulu sammetast út frá einum kappingarbarometri
Sum fyrrverandi partaeigari og stjóri í P/F Miðlafelagnum eri eg kanska ikki heilt gegnigur í míni fatan av spurninginum, nú Kringvarpið enn einaferð hevur dumpað prísirnar í eini roynd at tekkjast lýsarum.
Loyvi mær kortini at koma við eini viðmerking til tað, sum Kringvarpsstjórin, Dia Midjord, førir fram í miðvikuútgávuni av Sosialinum. Hetta sum svar til stjóran fyri KissFM, Voxbotn og Rás2, ið vil vera við, at Kringvarpið við prísdumping høggur beinini undan privatu útvarpsstøðunum.
Í síni viðmerking sigur Dia, at talan má verða um rættvísa samanbering av prísum, fyri síðani at samanbera ymsu pakkarnar hjá Kringvarpinum og Miðlar.fo.
Eitt er, at Dia “gloymir”, at hann samanber prísirnar hjá eini rás, sum røkkur til hvønn krók í landinum, við tríggjar rásir, harav ein er á leið landsdekkandi, meðan hinar eru lokalradio.
Meira týdningarmkið, so er - sæð úr einum kappingarsjónarmiði - einasta logiska samanberingin, at prísirnir verða settar í mun til kostnaðarstøðið á einstøku miðlunum. Í eini kappingarstøðu verður jú altíð roynt at laga prísirnar soleiðis, at samlaða sølan verður nakað hægri enn samlaðu inntøkurnar. Tí er tað í útgangsstøðinum fullkomuliga líkamikið, um prísirnir hjá Kringvarpinum er 5 ferðir, 20 ferðir ella 100 ferðir so høgir sum hjá Miðlar.fo. Tað áhugaverda er, hvør prísurin er í mun til kostnaðarstøðið.
Uttan at hava innlit í rakstrartølini fyri Miðlar.fo, so er eitt kvalificerað skot, at samlaðu útreiðslurnar eru onkra staðni millum 4 og 5 mió kr. Við øðrum orðum skulu tær tríggjar útvarpsstøðirnar hjá fyritøkuni so ella so selja lýsingar fyri hesa upphædd, og sjálvandi verða lýsingaprísir og –pakkar ásettir í mun til hetta.
Skal ein sammeting gerast út frá hesum, so er fíggjarætlanin hjá Kringvarpinum samansett av fleiri ymsum faktorum. Í fíggjarlógini fyri 2014 var budgetteraði raksturin 58 mió kr. Hartil kemur íløgujáttan, játtan til rakstur og nýgerð av sendineti, játtan til talgilding og avskrivingar av støðisogn. Soleiðis fer samlaða talið helst at líkjast nøkrum, sum byrjar við einum 8-tali.
Allir hesir faktorar mugu takast við, tí hjá eini privatari útvarpsstøðu er talan um postar, sum skulu fíggjast við teimum lýsingarpengum, sum koma inn.
Gott nokk eru hesir pengar eisini til sjónvarpsvirksemið, men tað er neyvan heilt av leið at gita, at helmingurin ella so av hesum fer til útvarpsvirksemið.
Nú ber til at samanbera. Mett eftir einum sjónarmiði um javnbjóðis kapping, so skuldu lýsingarnar hjá Kringvarpinum kosta á leið 9-10 ferðir tað, sum tær gera hjá Miðlar.fo. So tá Dia Midjord sigur, at prísirnir hjá KvF eru 5-6 ferðir dýrari, so eru teir altso framvegis eini 40-50% lægri, enn teir áttu at verið.
Og so kundi eg kanska lagt afturat, at tað sjáldan er ein gongd leið at dumpa prísin í eini roynd at vinna inntøkur. Tað kann væl vera, at lýsingarnar gerast fleiri í tali, og kanska skapa tær tá fleiri inntøkur til provisiónslønt sølufólk. Men tær skapa ikki fleiri inntøkur til stovnin. Ein veruleiki, sum Dia átti at skilt, nú tey í fleiri umførum hava roynt seg við príslækkanum, uttan at hetta hevur havt stórvegis positiva ávirkan.
ES. Haldi annars slettis ikki, at Kringvarpið skal hava lýsingar. Tað skaðar trúvirðið hjá stovninum. Tað skapar eina økta kommercialisering av tí, sum skuldi verið okkara fremsti mentanarberi, og tað máðar støðið undan privatu miðlunum, sum annars skulu vera við til at skapa eitt fjøltáttað miðlalandslag.