Vodafone í Føroyum hevði eitt avlop á 10,7 milliónir í fjør eftir skatt. Tað boðar fjarskiftisfelagið frá í tíðindaskrivi beint nú. Í 2013 var úrslitið 6,8 milliónir krónur.
Tey siga, at árið í fjør var merkt av stórum prísfalli á telesamskifti og hetta sæst aftur í roknskapinum hjá Vodafone, ið hevur lægri umsetning. Men hóast eru tey væl nøgd við úrslitið
Úrslitið merkir, at Vodafone nú kann gera fleiri íløgur, sigur stjórin, Gudny Langgaard. Hon sigur, at árið í fjør var merkt av harðari kapping og harvið lægri prísum á fjarðskiftismarknaðinum. Hetta førdi við sær, at umsetningurin hjá Vodafone var nakað lægri enn árið fyri.
Samstundis eru stórar íløgur gjørdar í 3G netið í 2014, og hetta arbeiði heldur áfram í ár. Somuleiðis fer Vodafone at bjóða 4G, sum gevur munandi skjótari internetsamband á fartelefonini.
Stjórin sigur, at eisini tey á vodafone hava merkt, at framgongd er í samfelagnum og hon væntar, at úrslitið í ár verður á sama stigi sum í fjør. |