Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, skal nú greiða tinglimum frá um lýsingar og dumping av lýsingarprísum í Kringvarpinum
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur fingið tveir grein 52a spurningar um stigið, sum Kringvarpið tók fríggjadagin, tá tey »tillagaðu« lýsingarprísirnar – ella »dumpaðu« prísirnar á lýsingum, sum privatu miðlarnir siga.
Tað eru Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum og Gunvør Balle úr Tjóðveldi, sum hvør í sínum lag hava sett landsstýrismanninum hvør sín spurning.
Rigmor Dam spyr, hvat landsstýrimaðurin heldur um, at almenni public-service stovnurin, Kringvarp Føroya, nú »tillagar« handilsliga lýsingapartin, so fleiri lýsingar koma inn á sendiflatuna?
– Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við ágangandi lýsingarstrategiina hjá Kringvarpi Føroya?
– Nær kunnu vit rokna við, at vit sleppa undan at verða díkt undir í lokkandi handilslýsingum, tá ið vit tendra fyri almenna kringvarpinum, sum av røttum átti at verið landsins fremsti mentanarberi?
Gunvør Balle spyr, um landsstýrismaðurin kann vátta, at Kringvarpið hevur lækkað prísin á ljóðlýsingum í útvarpinum við 80 prosentum.
– Um svarið er játtandi, ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við hetta? spyr hon og í triðja lagið spyr hon, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at tryggja, at alment fíggjaða Kringvarpið ikki undirgrevur tilverugrundarlagið hjá privatu miðlunum.
Í viðmerkingunum vísir Gunvør Balle á tað, sum Sosialurin skrivaði mánadagin um, at Kringvarpið hevur sent handilsvinnuni bræv, har tey boða frá, at prísurin á ljóðlýsingum í útvarpinum verður lækkaður við 80%. Ein lýsing sum í farnu viku kostaði 1400 krónur, kostar í hesi vikuni 280 krónur.
– Tað sigur seg sjálvt, at hetta er stór provokasjón yvir fyri privatu miðlunum, ið royna at yvirliva einans upp á lýsingarinntøkur. Við hesum verður grundarlagið undir privatu fjølmiðlunum skrykt burtur. Frammanundan er stór ónøgd í privatu miðlavinnuni um, at tað yvirhøvur er loyvt alment fíggjaða Kringvarpinum at eta av avmarkaða lýsingarmarknaðinum, sigur Gunvør Balle.
Spurningurin er, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera við hetta, sigur hon og spyr.
– Ætlar hann framvegis at lata Kringvarpið virka í kapping úti á lýsingarmarknaðinum, ella ætlar hann at tryggja stovninum nøktandi almenna fígging, so til ber at nokta stovninum at fáa inntøkur av lýsingum.
Grein 52a spurningar verða svaraðir skrivliga.