Í kvøld verður X Factor sending nummar 100 send á DR, og í tí sambandi verður gjørt eyka burturúr. Millum annað verða sangarar úr øllum teimum undanfarnu kappingunum við sum gestir í kvøld.
Ein av teimum, sum hevur fingið boð um at verða við, er Sveinur Gaard Olsen, sum var við í X Factor fyri trimum árum síðani.
Eisini føroyska Jasmin Dahl, sum í fjør vann kappingina við bólkinum Athony Jamsin, verður at síggja í X Faftor í kvøld. Og so kunnu vit eisini nevna Jean Michel, sum hevur føroysk ættarbond.
Sangararnir frá undanfarnu kappingum, sum luttaka í kvøld, eru hesir:
Kapping 1:
• Heidi
Kapping 2:
• Lucas
• Asian Sensation
• Alien Beat Club
Kapping 3:
• Thomas Ring
Kapping 4:
• Babou
• Annelouise
Kapping 5:
• Tandberg & Østenby
• Jean Michel
• Sveinur
Kapping 6:
• Karoline
• Zaina
Kapping 7:
• Anthony Jasmin
• Lucy Mardou
• Henriette Haubjerg