Farið varð av Havnini við Norrønu hósdagin 6. apríl. Ferðalagið hevði ein góðan túr niður við Norrønu. Veðrið var av tí besta, og fríggjadagin var sangløta í Viking Club umborð. Kórið sang sjey sangir [...] rótføroysku løgini. Ungi klaversnillingurin, Jórun Hansen av Skipanesi, varð boðin við kórinum sum pianistur. Hon spældi fylgispælið til nakrar av sangunum hjá kórinum, men fekk eftir steðgin eisini høvi [...] miðbýnum í Prag. Spennandi var at vita, um nakrir áhoyrarar mundu fara at koma. Í Prag er ørgrynni av konsertum av øllum sløgum, so torført kann vera at fáa áhoyrarar til tær allar. Væl vísti seg tó at bera til
sum hava ilt av, at eftirlønin hjá landsstýrismonnum nú verður hækkað upp í 60% av lønini, áttu eisini at havt ilt av, at undanfarna samgonga hækkaði eftirlønina hjá løgtingsmonnum upp í 60% av lønini, heldur [...] politikari í Løgtinginum. Ein løgtingsmaður hevur eina rættiliga góða pensjónsskipan tí hann fær 60% av lønini í eftirløn, eins og tænastumenn, almennir stjórar og onnur, fáa. Harafturat kunnu løgtingsmenn [...] eftirlønir saman, til teir koma upp á hægstu tænastumannaeftirløn. Hinvegin hava landsstýrismenn fingið 45% av lønini í eftirløn. Og var eftirlønin sum landsstýrismaður tann hægsta, fingu teir bara hana og so misti
einum øðrum flogfari av sama slagi, har fleiri setur eru. FaroeJet hevur einar 10 flogternur í heiltíðarstarvi, men felagið krevur ikki, at allar arbeiða fulla tíð. Tí er talið av flogternum, sum knýttar [...] onga løtu í, at felagið er komið fyri at vera. - Um bert onkur av okkara mongu ætlanum og hugskotum verða veruleiki, verður Sólja bert ein av mongum í einum veksandi sóljuteigi, sigur Jóhan E. Simonsen. [...] royndum innan flúgving í Føroyum hava verið við frá fyrsta degi. Tey allar flestu av starvsfólkunum hjá FaroeJet, helst eini 23 av 25, hava fyrr ella seinni verið í starvi hjá Atlantic Airways. Jóhan sigur,
flogfarið hevur støð í Kastrup, men manningarskifti fer fram í Føroyum. Nakrar av flogternunum búgva í Danmark, men tær flestu av teimum tilsamans 15-16, sum eru í starvi hjá felagnum, búgva í Føroyum. - Nú [...] flogfarinum hjá FaroeJet er eins og í fleiri øðrum flogførum eingin røð nummar 13, og hetta er ikki av tilvild, men av pátrúgv um, at 13 er eitt óeydnistal. - Tað er nú einaferð soleiðis, at summi eru full í pátrúgv [...] 30.000 fóta hædd. Av øllum, sum vit skuldu fáa upp á pláss, áðrenn farið varð á flog, er hetta ikki avgreitt enn. Vit arbeiða nú við hesum, og hetta kemur væntandi upp á pláss ein av fyrstu døgunum. So
legði fyri tingið, var at minka um oljuavgjaldið. Hetta er nú so høgt, at landskassans meirinntøkur av mvg munnu skjótt fara at vera eins stórar og alt oljuavgjaldið. Vit kunnu staðfesta, at landskassin [...] vanliga fólkahugsan. Uppskotið fekk bert undirtøku frá 4 tingmonnum, Kári P. Højgaard, Marjus Dam, Jenis av Rana og Bill Justinussen. Undanførslan hjá samgonguni og Tjóðveldisflokkinum var sum ikki eina ferð [...] ymsan hátt. Ein máti er at gera barnafrádráttin vaksandi fyri hvørt barnið, sum kemur afturat. Hendan skipan er galdandi aðrastaðni, og hugsanin er helst at økja um føðitíttleikan, sum er ein kendur trupulleiki
tænastumenn, tí tá varð samtykt, at allir tænastumenn so líðandi skuldi missa pensjónina av viðbótunum og í 2011 er eftirlønin av viðbótunum heilt burturdotnar. Tað merkir, at tænastumenn missa eini 2.000-3.000 [...] lønina í eitt hálvt ár, men at fáa tvær fullar lønir, er heilt burturvið og hetta er tað mest órættvísa av øllum. Ikki fyrstu ferð Kári P. Højgaard vísir á, at nú løgtingið samtykti eftirlønina hjá landsst [...] Annars heldur Kári P.Højgaard ikki, at tað er nøkur loysn at seta eina serliga nevnd at gera eina skipan fyri, hvussu lønir og eftirlønir hjá politikarum skulu vera. - Samstundis hoyra vit, at summi embætisfólk
landafrøðiliga, men hava nógv til felags, eftirsum bæði lond eru sjálvstýrandi partar av einum øðrum landi. Nógv av tí, sum eg tosið við tey á Mentamálaráðnum um, eru trupulleikar, ið vit eisini hava á [...] fylgja, er øgiliga rættað ímóti úrslitinum og ikki so persónliga mennandi. Tað kann vera, at tykkara skipan er betri til at menna persónligheitina hjá næminginum - og ikki líka sterk fagliga, sigur Camilla [...] skúlanum, tá tey eru sjey ár, og ganga níggju ár í fólkaskúlanum. Aftaná tað fara heili 97 prosent av næmingunum víðari á student. Vit hava sum mál, at tá næmingarnir eru lidnir við student, skulu tey
í løtuni, arbeiðir við at fáa londini at samtykkja eina skipan, sum skal bera í sær, at ES-borgarar, sum verða dømdir fyri lógarbrot í einum av limalondunum, skulu hava rætt til at sita dómin í heimlandinum [...] ber millum annað í sær, at eydnast tað einum skuldsettum ísllendingi at flýggja úr Íslandi til okkurt av ES-londunum, kann hann sendast aftur til Íslands, so hann hann koma fyri rættin har.
hesa skipan, sum gevur teimum ein spennandi og avbjóðandi dag. Her er ongin ivi um, at Dagsstovnurin er á rættari leið, tí ein av mongu trupulleikunum í føroyska fólkaskúlanum er, at stórur partur av tíðini [...] dag, og dentur verður lagdur á, at tað er heilsugóður matur, tey fáa. Hetta er væl at merkja ein skipan, sum verður goldin yvir vanligu játtanina hjá stovninum. Foreldrini sleppa undan at smyrja matpakkar [...] eisini barnagarðsøkið verið sett undir lupp og tað eisini við røttum. Nomið hevur verið við týdningin av, at yvirgongdin millum barnagarð og skúla verður javnari, og at børnini verða fyrireikaði til skúlan
stýringin av okkara fiskivinnuríkidømi í Brüssell og tað heldur hann fer at verða okkara undirgangur. Hann sigur eisini, at fáa vit eina oljuvinnu, verður tað ES, sum fer við einum stórum parti av inntøkunum [...] aðurin hjá EFTA-londunum eru júst ES londini, tí eini 75% av útflutninginum hjá EFTA-londunum fer til ES. Og hjá okkum fara eisini eini 90% av útflutninginum til ES. Tá ið føroyingar hava sett sær fyri [...] Dahl heldur, at vit skulu ikki yvirmeta týdningin av fríhandilsavtalumum hjá EFTA við lond uttanfyri ES. - Veruleikin er, at tað er ikki meiri enn 2,3% av útflutninginum hjá EFTA londunum, sum fer til tey