Farið varð av Havnini við Norrønu hósdagin 6. apríl. Ferðalagið hevði ein góðan túr niður við Norrønu. Veðrið var av tí besta, og fríggjadagin var sangløta í Viking Club umborð. Kórið sang sjey sangir, og síðani varð harmonikan tikin fram og felagssangir sungnir.
Føroyingum dámar serstakliga væl at syngja saman, og meðan bíðað var í geingini at sleppa í land í Hanstholm leygarmorgunin, tók Jóhan harmonikuna fram. Skjótt tyrptist fólk saman, og felagssangurin mundi runga í næstan ein heilan tíma, áðrenn farið varð í land.
Tá ið komið var í land í Hanstholm, stóð danskur bussur fyri ferðalagnum á havnalagnum. Klokkan 13:00 varð kósin sett móti Esbjerg, har kórið skuldi vera gestur hjá Føroyingafelagnum í Esbjerg. Vitjanin var løgd soleiðis til rættis, at fyrst skuldi konsert vera í hølunum hjá Frelsunarherinum, og síðani skuldi ferðalagið til døgurða í hølunum hjá føroyingafelagnum. Alt ferðalagið merkti ein ómetaligan blíðskap frá fyrireikarunum frá tí vit komu úr bussinum, til vit aftur vóru til reiðar at halda leiðina fram til Prag. Rættiliga fitt av fólki var komið saman í hølunum hjá frelsunarherinum. Tá døgurðin var etin, varð harmonikan tikin úr kuffertinum, og felagssangurin rungaði um allar geilar.
Nakað eftir klokkan sjey um kvøldið vóru fólk komin aftur í bussin at sita, og so varð kósin sett móti Prag. Onkuntíð varð steðgað á í Týsklandi, so fólk kundu strekkja beinini og kanska fáa sær ein drekkamunn. Um hálvgum átta tíðina sunnumorgunin varð steðgað á matstovu nakað innan fyri kekkiska markið, so troyttu føroyingarnir kundu fáa sær ein morgunmatarbita. Síðani varð hildið fram móti Theresienstadt, sum nasistarnir brúktu sum fangalegu undir øðrum veraldarbardaga. Ferðaleiðari vísti runt og greiddi frá teimum ræðuleikum, ið her gingu fyri seg. Aftur eitt dømi um tann óndskap, sum býr í menniskjunum.
Nakað aftan á døgurða sunnudagin var ferðalagið komið á mál. Hotellið Vitkova skuldi vera okkara bústaður, meðan vit vitjaðu kekkiska høvuðsstaðin. Kórnevndin hevði lagt ferðina væl og virðiliga til rættis: Rundferðir í býnum vórðu gjørdar og siglt varð á Moldau ánni. Undir siglitúrinum, har føroyingarnir kundu fáa sær okkurt til matna av sjálvtøkuborðinum, kom kekkiski ferðaleiðarin og bað kórið syngja onkrar føroyskar sangir. Alt ferðalagið var eisini og fekk sær ein døgurðabita saman einar tvær-tríggjar ferðir, vitjað varð í leikhúsinum Laterna Magika, nøkur vóru til opera, føroyingarnir upplivdu framúrskarandi vatnshow við ljósi og tónleiki, og sjálvandi varð eisini farið til handils og marknað bæði her og har.
Ferðalagið ferðaðist nógv við metroini ella undirgrundstokinum. Onkur minningarrík løta var á metrostøðini, tá føroyingarnir vóru á veg til hús um kvøldið. Veitrandi við føroyskum fløggum trivu allir 50 føroyingarnir í at syngja. Fyrst flaggsangin, síðani tjóðsangin, og meðan farið varð upp gjøgnum tær óendaligu rullutrappurnar, rungaði Flóvin Bænadiktson undir metrohválvinum. Kekkar stóðu púra býttir og lýddu á.
Mánakvøldið 10. apríl skuldi fyrsta konsertin vera - í býnum Brandýs nad Labem einar 25 km uttan fyri Prag saman við einum kóri har. Kórleiðararnir báðir høvdu í langa tíð frammanundan havt dúgligt teldupostasamskifti, og avtalað var, at kekkiski kórleiðarin skuldi koma á hotellið hjá føroyska ferðalagnum og syrgja fyri, at bussurin kom beina leið til konsertstaðið. Sum sagt, so gjørt. Klokkan 16:00 varð farið við bussinum, og um fimm tíðina sótu øll til borðs í matstovuni á slottinum í Brandýs nad Labem. Føroyska kórið hevði bjóðað kekkiska kórleiðaranum at eta saman við sær. Hugnaligt var at sita í kongaligum umhvørvi og njóta ein góðan bita, meðan eldurin brann so lystiliga í opnu kaminuni.
Eftir ein megnar døgurða varð farið inn í slottskirkjuna, har konsertin skuldi vera klokkan 19:30. Kekkiska kórið hitaði upp í einum øðrum rúmi, men tá føroyska kórið kom framvið, varð tað fagnað við miklum lógvabrestum. Síðani hitaði føroyska kórið upp og sang ymiskt ígjøgnum.
Kekkiski kórleiðarin segði seg ikki vænta stórvegis av fólki. Ikki plagdi nógv fólk vanliga at koma til konsertir og uppaftur minni, tá veðrið var sum henda dagin heldur illfýsið. Men ikki gongur altíð, sum prestur prædikar. Tá klokkan nærkaðist hálvgum átta, var kirkjan fullsett við áhoyrarum, so tað var sera hugaligt at byrja konsertina í tí stásiligu slottskirkjuni við tí góða akustikkinum. Tað gjørdi tað ikki minni spennandi, at sjónvarpsfólk og myndatøkufólk vóru komin á staðið.
Sum avtalað sang kekkiska kórið fyrst einar tríggjar-fýra sangir á kekkiskum. Væl framført og hugaligt hjá okkum føroyingum at lýða á. Síðani átti Kórið hjá Jóhan tørn. Skráin hjá kórinum varð send kekkum langt frammanundan, so allir áhoyrararnir fingu kekkiska konsertskrá upp í hondina, har greitt varð frá føroyska kórinum og sangunum, tað framførdi. Skráin var rættiliga fjølbroytt, og serliga dámdi kekkum væl rótføroysku løgini. Ungi klaversnillingurin, Jórun Hansen av Skipanesi, varð boðin við kórinum sum pianistur. Hon spældi fylgispælið til nakrar av sangunum hjá kórinum, men fekk eftir steðgin eisini høvi at vísa, hvat hon dugir sum klaverspælari. Fólk sótu við virðing og andakt og lurtaðu, meðan Jórun á Steinway og Son flyglið spældi triðja sats úr Pathetique av Beethoven. Áhoyrararnir settu prís upp á hennara frálíka spæl og fagnaðu henni við rungandi lógvabrestum.
Eftir hetta steig føroyski kórleiðarin fram fyri áhoyrarafjøldina og helt røðu á kekkiskum máli. Fólk vóru púrasta tikin á bóli, og fagnaðurin var ovurstórur.
Kórleiðarin handaði eisini vegna kórið kekkiska kórinum eina gávu úr føroyskum gróti Síðani varð konsertskráin sungin at enda fólk klappaðu dúgliga, og sjálvandi mátti kórið syngja okkurt eykalag. Til allarsíðst sungu bæði kórini saman Ave verum corpus av Mozart Jórun spældi fylgispælið, og Jóhan stjórnaði.
Eftir eina sera væl eydnaða konsert fingu føroyingarnir ovurstóra blíðskapin hjá kekkum at kenna. Vit vórðu boðin inn í stóra høll á slottinum, har borðreitt var við øllum góðum tað var sum at vera í brúdleypi. Kekkar vitstu ikki alt tað góða, teir skuldu gera fyri okkum. Ein ógloymandi hugnaløta. Føroyingar og kekkar skiftust um at syngja fyri hvørjum øðrum, og endin var, at allir føroyingarnir fóru upp á gólv at vísa kekkum føroyska dansin. Eisini var áhugavert at heilsa upp á kórformannin í kekkiska kórinum, sum hevði roynt umstøðurnar í Theresienstadt upp á sín egna kropp. Eftir hugnaligu samveruna varð føroyska kórið biðið um at fara inn aftur í slottskirkjuna at syngja fyri kekkum. Hetta varð gjørt við gleði, og hátíðarlig var løtan, tá endað varð við føroyska tjóðsanginum. Aftan á drúgt og hendingaríkt kvøld, varð tikið í hondina á kekkum, takkað varð so hjartaliga fyri, og føroyska ferðalagið setti kós móti Prag. Við sær í hotellíbúðirnar høvdu føroyingarnir nakrar pappeskjur við køkum, sum blíðu kekkarnir endiliga vildu sleppa at geva okkum.
Kórið hjá Jóhan hevði tvær konsertir í Kekkia. Hin seinna konsertin var mikukvøldið 12. apríl í kirkjuni Sankta Mortan í Múrinum saman við einum øðrum kekkiskum kóri. Kirkjan, sum er avgomul fyrsti parturin bygdur longu í 1100-talinum liggur inni í miðbýnum í Prag. Spennandi var at vita, um nakrir áhoyrarar mundu fara at koma. Í Prag er ørgrynni av konsertum av øllum sløgum, so torført kann vera at fáa áhoyrarar til tær allar. Væl vísti seg tó at bera til. Kirkjan var so at siga fullsett við áhoyrarum, ið fagnaðu føroyingunum óført. Kanska hjálpti tað væl, at danska sendistovan í Prag hevði tíðindini um konsertirnar inni á heimasíðu síni.Eisini hetta kórið fekk gávu frá føroyska kórinum, og føroyski kórleiðarin bar aftur fram røðu á kekkiskum.
Síðsta kvøldið í Prag fekk alt føroyska ferðalagið sær døgurða á sera stásiligari kekkiskari matstovu. Matstovan er í bygninginum Obecni dum, har kekkiska tjóðveldið varð kunngjørt í 1911. Framúr góður døgurði í áhugaverdum søguligum umhvørvi. Beint eftir døgurðan fekk Petur Jákupsson nápað sær eina harmoniku frá einum spælimanni á matstovuni, og skjótt trivu føroyingarnir í Niklas hjá Pena.
Hóast føroyskt veðurlag niðri í Prag settu føroyingarnir seg væl nøgdir innaftur í bussin seinnapartin fríggjadagin. Nú var steðgurin í Kekkia av, og kós sett móti Danmark. Koyrt varð alla náttina og út á morgunin. Um níggju tíðina kom ferðalagið til Hanstholm. Hjá teimum flestu mundi svøvnurin hava verið lítil, og tí var tað lívgandi at seta seg til borðs á sjómansheiminum og fáa sær ein góðan morgunmatarbita.
Veðrið var heldur ruskut heim við Norrønu, men kortini møttu allir kórsangararnir til páskasangløtuna í Viking Club seinnapartin páskadag.Páskaevangeliið varð lisið, kórið sang eina stutta skrá, og síðani var felagssangur sálmar og sangir. Jórun hevði klaverfylgispælið.
Árla mánamorgunin komu troyttu, men kortini væl nøgdu, føroyingarnir aftur heim á klettarnar.