Eftirlønir hjá landsstýrismonnum
- Ein Landsstýrismaður skal ikki vera verri fyri enn ein løgtingsmaður.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at tað er tann einfalda orsøkin til, at eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum nú eru hækkaðar.
Ella sagt við øðrum orðum: Hereftir skal Jóannes Eidesgaard, sum er løgmaður, skal skal hava somu sømdir í arbeiðnum sum Edmund Joensen, ið er løgtingsformaður.
- Hví skal løgmaður og hinir landsstýrismenninir hava eina nógv verri eftirlønarskipan enn Edmund Joensen og øll hini í Løgtinginum, spyr Jóannes Eidesgaard.
Sum vit sóu í Sosialinum um vikuskiftið, hevur tað skapt rættiliga øsing í føroysku fakfeløgini, at pensjónin hjá landsstýrismonnum nú verður hækkað og at hetta verður galdandi fyri allar landsstýrismenn, ið eru valdir síðani 1998.
- Eg hoyrdi í eini røðu 1. mai á Vaglinum í Havn, at tað var ikki meiri enn rímiligt, at politikarar arbeiddu í tveir mánaðir um ári fyri onga løn.
- Skal hetta vera grundsjónarmiðið, skilji eg, at funnist verður at, at eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum verða hækkaðar, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Hinvegin skilir hann ikki, hví fólk halda at tað er ílagi, at ein landsstýrismaður skal vera nógv verri fyri til eftirløn, enn ein løgtingsmaður.
Løgmaður sigur, at nýggja eftirlønarskipanin hjá landsstýrismonnum, hevur einans til endamáls at ein politikari í landsstýrinum skal ikki vera verri fyri enn ein politikari í Løgtinginum.
Ein løgtingsmaður hevur eina rættiliga góða pensjónsskipan tí hann fær 60% av lønini í eftirløn, eins og tænastumenn, almennir stjórar og onnur, fáa.
Harafturat kunnu løgtingsmenn leggja allar sínar eftirlønir saman, til teir koma upp á hægstu tænastumannaeftirløn.
Hinvegin hava landsstýrismenn fingið 45% av lønini í eftirløn. Og var eftirlønin sum landsstýrismaður tann hægsta, fingu teir bara hana og so misti hann allar aðrar eftirlønir.
Løgmaður staðfestir eisini, at tað var undanfarna samgonga, sum hækkaði eftirlønina hjá løgtingsmonnum upp í 60%.
- Tey, sum hava ilt av, at eftirlønin hjá landsstýrismonnum nú verður hækkað upp í 60% av lønini, áttu eisini at havt ilt av, at undanfarna samgonga hækkaði eftirlønina hjá løgtingsmonnum upp í 60% av lønini, heldur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at orsøkin til, at eftirlønin hjá landsstýrisfólkum skal roknast út við afturvirkandi kraft frá 1998, er at so verða landsstýrisfólk heilt javntsett við løgtingslimir og tað helt meirilutin í Løgtinginum vera rætt, tí eftirlønin hjá løgtingslimum kom í gildi í 1998.
Spæla fríspæl
- Eg haldi ikki, at vit kunnu hava eina skipan, sum fær skikkað fólk at aftra seg við at átaka sær uppgávuna sum landsstýrisfólk, tí at sømdirnar eru ov vánaligar í mun til arbeiðsbyrðuna. Tað ber heldur ikki til at bjóða sínum næstringum tað at átaka sær eitt starv, har sømdirnar eru so vánaligar, skuldi tað gingið galið onkusvegna.
Kortini harmast Jóannes Eidesgaard um, at hvørja ferð illa dámdar avgerðir skulu takast, sum at áseta lønir og eftirlønir hjá løgtingslimum og landsstýrisfólkum, eru tað altíð ávísir politikarar, sum spæla fríspæl, hóst teir kanska innast ikki ikki hava so nógv ímóti, at tað verður gjøgnumført.
Hann nevnir ongi nøvn, men onki er at ivast í, at hetta er ein skot til sambandsflokkin, sum atkvøddi blankt, tá ið uppskotið um at hækka eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum varð samtykt í tinginum. Atkvøddi sambandsflokkurin ímóti, fall uppskotið.
Nýggja eftirlønarskipan í vetur
Skilir tú ikki, at fólk illneitast inn á, at politikarar syrgja fyri síni egnu eftirløn, samstundis sum pensjónirnar hjá øðrum ikki eru komin í rættlag?
- Vit skulu ikki gloyma, at rættiliga nógv í Føroyum hava eina góða eftirløn, bæði starvsfólk, lærarar, prestar, løgreglufólk, læknar og nógv onnur.
Men tað er eisini rætt, at privati arbeiðsmarknaðurin er eftirbátur, bæði tey tímaløntu, fiskimenn og onnur.
- Men vit hava sett okkum sum mál at fáa pensjónirnar hjá vanligum fólki í rættlag og ein arbeiðsbólkur arbeiðir við málinum.
Løgmaður sigur, at stór øll verður løgd í at fáa arbeiðið frá hondini skjótt, so at ein nýggj eftirlønarskipan kann fáast ígjøgnum Løgtingið næsta vetur.
- Samgongan leggur heilt stóran dent á, at fáa hesi viðurskiftini í lagi og tað havi eg eisini rættiliga góðar vónir um, fer at eydnast.
Endamálið er, at eftirlønin skal byggja á tríggjar súlur, sum eru fólkapensjónin, samhaldsfasti eftirlønargrunnurin og privatar eftirlønargrunnar, har hvør sær at tekna sær eina eftirlønarskipan.
- Samhaldsfasti er styrktur nakað, men 1. januar verður hann enn meiri styrktur og tá fer útgjaldið úr honum at vera næstan 2.000 krónur um mánaðin.
Men hava vanlig verkafólk hava ikki stóran møguleika at seta pening til viks til sína egnu eftirløn.
- Tað er júst endamálið við at hava eina almenna fólkapensjón og Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin afturat. Men vit halda eisini, at møguleikin at tekna privatar eftirlønarskipanir, eisini skal vera til staðar.
Samgongan hevur fyrr nevnt, at málið er, at ein stakur pensjónistur skal hava 10.000 krónur um mánaðin í eftirløn og eini hjún, 17.000 krónur um mánaðin.
- Samgongan hevur sett tað sum eitt av sínum allarfremstu málum at fáa eftirlønarviðurskiftini í rættlag, so eg havi rættiliga góðar vónir um, at tað fer at eydnast, sigur Løgmaður.