Áland hevur besta skúlan í heiminum

Mentamálaráðharrin úr Àlandi, Camilla Gunell, er í døgunum á vitjan í Føroyum. Hon kemur, nú kjakið um føroyska skúlan leikar á sum harðast. Àland, ið er partur av Finlandi, hevði best úrslit í øllum heiminum í Pisa-kanningini.

Camilla Gunell(s) er í Føroyum fyri at kunna seg um føroysk útbúgvingar-, granskingar- og mentanar-viðurskifti.
Hon smílist tá Pisa-kanningin verður nevnd.
 Eg veit ikki, hvat vit gera rætt á Álandi, og hvat tit gera galið her í Føroyum. Men finska skúlaskipanin, sum vit fylgja, er øgiliga rættað ímóti úrslitinum og ikki so persónliga mennandi. Tað kann vera, at tykkara skipan er betri til at menna persónligheitina hjá næminginum - og ikki líka sterk fagliga, sigur Camilla Gunell.
Nú koma lond úr øllum heiminum til Finland at læra seg um teirra skúlaskipan, og hvat tey gera rætt, sum hava fingið so flott úrslit í Pisa-kanningini.
 Eg haldi, at tit ikki skulu taka hetta úrslit so tungt, uttan seta tykkum niður og greina kanningina og úrslitið, áðrenn tit gera naka, sigur Camilla.
Nógvur peningur
À Álandi verður nógvur peningur hvørt ár brúktur uppá barnaumsorgan og skúlan. Børnini byrja í skúlanum, tá tey eru sjey ár, og ganga níggju ár í fólkaskúlanum. Aftaná tað fara heili 97 prosent av næmingunum víðari á student.
 Vit hava sum mál, at tá næmingarnir eru lidnir við student, skulu tey fara á hægri skúlar uttanlands og á Álandi. Umleið 500 fara til Svøríkis, 200 til Finlands og 200 verða verðandi á Álandi, sigur Camilla Gunell.
À Álandi hava tey sjómansskúla, hotell og restaurantskúla, sjúkrasystraskúla, land-búnaðarskúla, eitt minni fróðskaparsetur og ein háskúla. Tey, sum vilja læra til lærara, mugu fara uttanlands.
 Umleið 70 prosent at øllum lærarum á Álandi hava nomið sær útbúgving í Svøríki, sigur Camilla.
Fyrr hava tey haft trupulleika av ov fáum útbúnum lærarum, men nú er vend komin í, og tá søkt verður eftir lærarum nú, eru tað næstan bara fólk við læraraútbúgving, sum søkja.
Fáa fólk heimaftur
Eftirsum so nógv fólk fara uttanlands at nema sær útbúgving, hevur Áland sama trupulleika sum Føroyar við tí so kallaða »brain drain«. Vælútbúgvin fólk velja at verða verandi uttanlands, og koma ikki heimaftur aftaná lokna útbúgving.
Men har hava tey valt eina aðra loysn enn føroyingar.
 Vit kunnu ikki kappast við Stockholm og Helsingfors í mentannarútboði og býarlívið. Tí velja vit at kappast, har vit kunnu - og tað er á skúlaøkinum. Vit brúka nógvar pengar uppá at hava bestu barnaumsorgan og skúlan, og tað er nakað sum lokkar fólk heimaftur til Álands, sigur Camilla.
Nógv felags
Føroyar og Áland liggja langt frá hvørjum øðrum landafrøðiliga, men hava nógv til felags, eftirsum bæði lond eru sjálvstýrandi partar av einum øðrum landi.
 Nógv av tí, sum eg tosið við tey á Mentamálaráðnum um, eru trupulleikar, ið vit eisini hava á Álandi.
Yvonne Eriksson, sum er deildarstjóri nikkar eisini, og sigur at hon hevur haft nógvan stuðul úr Føroyum, og at áhugamálini ofta eru tey somu í Føroyum og á Álandi.
ìgjár vóru Camilla og Yvonne á vitjan í Fróðskaparsetrinum og á Sjómans- og Maskin-meistaraskúlanum. ìdag skulu tær báðar ein tyrlutúr til Stóra Dímun og til skúlan í Skúvoy millum annað.