Vandi fyri at vit detta niður ímillum tveir stólar

- Vit mugu ansa eftir, at vit ikki detta niður ímillum tveir stólar. Vit eiga at fara eftir tí besta og tað er limaskapur í ES, sigur Johan Dahl, løgtingsmaður og formaður í uttanlandsnevndini

Føroyar og útheimurin
 

- Tað er vandi fyri, at vit detta niður ímillum tveir stólar. Tað má ikki henda og tí mugu vit ansa eftir, hvat vit gera.
Johan Dahl er løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum. Men hann er ikki treytaleyst samdur aðrar politikarar í samgonguni um politikkin hjá føroyingum mótvegis umheiminum.
Og hann er í øllum førum rúkandi ósamdur við Jørgen Niclasen, sum ræðist ES limaskap so illa, at hann vil ikki hoyra talan um føroyskan limaskap í Evropasamveldinum, soleiðis sum støðan er nú.
Á uttanríkispolitiska økinum hevur samgongan sett sær fyri at satsa upp á limaskap í EFTA fyri at fáa marknaðaratgongd til tey londini, sum ikki eru limir í ES.
Hetta er ein politikkur, sum Jørgen Niclasen sigur, at Fólkaflokkurin  tekur fult út undir við. Hann sigur, at verða vit limir í ES, endar stýringin av okkara fiskivinnuríkidømi í Brüssell og tað heldur hann fer at verða okkara undirgangur. Hann sigur eisini, at fáa vit eina oljuvinnu, verður tað ES, sum fer við einum stórum parti av inntøkunum.
 
Ótrúliga snævurskygd
Johan Dahl heldur, at hetta er eitt ómetaliga snævurskygd sjónarmið at hava.
- Veruleikin er, at høvuðsmarknaðurin hjá EFTA-londunum eru júst ES londini, tí eini 75% av útflutninginum hjá EFTA-londunum fer til ES. Og hjá okkum fara eisini eini 90% av útflutninginum til ES. 
Tá ið føroyingar hava sett sær fyri at fáa limaskap í EFTA, er er eitt høvuðs argument, at so koma vit eisini undir tær fríhandilsavtalur, sum felagsskapurin hevur við lond uttanfyri ES og at tær skulu vera so góðar.
Men Johan Dahl heldur, at vit skulu ikki yvirmeta týdningin av fríhandilsavtalumum hjá EFTA við lond uttanfyri ES.
- Veruleikin er, at tað er ikki meiri enn 2,3% av útflutninginum hjá EFTA londunum, sum fer til tey lond uttanfyri ES, sum EFTA hevur fríhandilsavtalur við.
- Tað er ikki tekin um, at fríhandilsavtalurnar hjá EFTA eru so góðar, sum sagt verður.
- Samstundis hevur bara EFTA fríhandilsavtalu við eini 14 lond, men ES hevur fríhandilsavtalu við 81 lond, umframt at felagsskapurin hevur aðrar samstarvsavtalur við 26 lond afturat. Alt hetta eru avtalur, ið vit, sum ES limur, høvdu fingið ágóðan av.
 
Niður ímillum tveir stólar
Johan Dahl sigur, at hann tí ongantíð hevur verið samdur í, at samgongan skal satsa so nógv upp á limaskap í EFTA.
- Verða vit limir í EFTA, er hetta  tað sama sum at seta seg niður ímillum tveir stólar, tí hvar er EFTA, tá ið okkurt av EFTA- londunum verður limur í ES. Tað er helst bara ein spurningur um tíð, áðrenn annað av teimum stóru EFTA londunum, Noreg ella Ísland, eru limir í ES. Tá er EFTA kanska farið í søguna og hvat gera vit so??? Hini bæði londini í EFTA eru Sveis og Liktinstein.
- Vit eiga ikki at fara eftir EFTA-limaskapi. Vit eiga at fara eftir tí besta og tað er limaskapur í ES, er Johan Dahl sannførdur um.
 
Ræðist ikki limaskap
Annars ræðist Johan Dahl ikki limaskap í ES.
Hann ræðist heldur ikki fiskivinnupolitikkin, sum er høvuðsargumentið hjá teimum, sum eru ímóti ES-limaskapi. Hann stúrir heldur ikki fyri møguligum oljuinntøkum.
Eru tað møguligar oljuinntøkur, sum skulu gera av, um vit skulu hava limasskap í ES? Spyr hann.
Og, hvat fiskivinnupolitikkinum viðvíkur, metir hann ikki, at tey stóru fiskivinnulondini í ES, Niðurlond, Spania, Frakland og Portugal, eru so illa fyri, men hann ásannar, at í Bretlandi, eru trupulleikar.
 Men annars metir sambandsmaðurin ikki, at okkara fiskidagfaskipan hevur prógvað, at hon skal vera so nógv betri enn allar aðrar skipanir.
- Tað er bara at hyggja eftir støðuni á Føroya Banka, har toskurin er niðurfiskaður. Tað er eisini at hyggja eftir øllum tvídráttinum sum er um samanleggingar av skipum, um útrokningar av veiðiorku o.s.fr. Hann vísir eisini á, at flestu trolararnir hava kryvjimaskinu umborð, men tað verður ikki hugsað um góðskuna, tí við kryvjimaskinu, verður fiskurin ikki blóðgaður, sjálvt um tað stendur í lógini at hann skal blóðgast. 
- Tað gevur ikki eina ábending um eina fullkoma skipan og tað hevur ikki ábending um eina hepnað stýring, heldur hann.
- Tað er heldur ikki tekin um hepnað stýring, har tað ber til at leingja bátar, uttan at tað fær avleiðingar, leggur hann afturat.
 
Kunnu fáa betri sømdir 
Annars heldur Johan Dahl , at fara vit undir veruligar samráðingar við ES um limaskap, kunnu tær enda við, at vit fáa nógv betri sømdir, enn vit hava nú, tí tað kann eisini geva okkum møguleikar aðrastaðni, har vit ikki kunnu fiska nú.
- Annars ivist eg heldur ikki í, at tað hevði borið til hjá okkum at fingið eina skiftistíð upp á eini 10-15 ár.
Hann vísir á, at vit eru eitt lítið land, við fiskivinnuni, sum okkara avgjørdu høvuðsvinnu. Og hann ivast stórliga í, um ES hevur nakran sum helst áhugað at beina fyri høvuðsvinnuni í einum landi.
- Men sum ES limaskapur høvdu vit eisini fingið lut í øllum vinnum og øllum skipanum, sum ES hevur í sambandi við menning, útbúgving, gransking o.s.fr.
- Men alt hetta fáa vit onki at vita um, fyrrenn vit fara undir veruligar samráðingar. Tað skal meiri til enn ein útsøgn frá onkrum tilvildarligum ES politikara til Jørgen Niclasen til at sannføra meg um, at føroyingar ikki kunnu fáa gagn av einum ES limaskapi.
- Kanska er fiskivinnan ein trupulleiki, men kanska eg hon ikki ein  trupulleiki. Tað vita vit ikki, fyrrenn vit fara undir samráðingar.
 
Snúltaralyndið má broytast
Annars ávarar Johan Dahl nógvar føroyskar politikarar ímóti at halda fast um tað, sum hann hann kallar eitt snúltaralyndi mótvegis ES.
- Føroyingar vilja fegnir hava allar fyrimunirnar hjá ES, men tað kann ikki koma upp á tal at lata nakað afturfyri. Við slíkum snúltaralyndi koma vit ongan veg, tí soleiðis er heimurin ikki sktrúvaður saman. Skulu vit hava, mugu vit eisini vera til reiðar at lata. Sputrningurin er, um fyrimunirnir eru størri enn vansarnir. Eru teir tað, eiga vit at taka av, men tað kunnu bara samráðingar vísa, sigur Johan Dahl.   
Hann sigur, at tí hevur sambandsflokkurin gjørt Løgmanni greitt, at nú hann ætlar at samráðast um EFTA limaskap, skulu møguleikarnir fyri ES limaskapi eisini kannast av álvara.
- Fara vit ikki eftir beinleiðis limaskapi í fyrstuni, eiga vit undir øllum umstøðum at royna alt, vit kunnu, fyri at fáa betri marknaðaratgongd til ES og betri avtalur við ES í allar mátar.
Johan Dahl vísir eisini á, at møguliga ber EFTA limaskapur við sær, at kanska noyðast at gera nakrar yvirtøkur.
- Men tað er sambandsflokkurin als ikki sinnaður til, uttan víðari, bara fyri at fáa limaskap í EFTA. Í útgangsstøðinum eru vit ikki sinnað at yvirtaka meiri enn tað, sum er avtalað í samgonguskjalinum. Tí fara vit ikki í holt við nakrar yvirtøkur, uttan at tað er prógv fyri, at tað er ein stórur fyrimunur.
Hann sigur, at tá ið landsstýrið hevur samráðst við EFTA, má hann leggja úrslitið fyri samgonguna og so verður støða tikin til tað.
- Men vísir tað seg, at EFTA limaskapur krevur fleiri yvirtøkur, er tað ein nýggj støða, sum vit mugu taka støðu til tá, sigur Johan Dahl.