Sita dómin heima

Eysturríki, sum hevur formansskapin í ES í løtuni, arbeiðir við at fáa londini at samtykkja eina skipan, sum skal bera í sær, at ES-borgarar, sum verða dømdir fyri lógarbrot í einum av limalondunum, skulu hava rætt til at sita dómin í heimlandinum, vilja teir tað.

Úr Bruxelles verður sagt, at ES-londini taka undir við prinsippinum í eysturríkska uppskotinum, men at summi lond ivast, tí tað er munur á revsilógini frá einum landi til annað. Tað merkir millum annað, at er ein persónur dømdur fongsulsrevsing fyri eitt lógarbrot, sum ikki gevur fongsulsrevsing í heimlandi hansara, kann hann ikki latast heimlandinum.

Herfyri samdust ES-londini um at gera eina avtalu við Noreg og Ísland um at flýggja hvør øðrum fólk, sum eru skuldsett ella undir illgruna fyri okkurt brotsverk. Tað ber millum annað í sær, at eydnast tað einum skuldsettum ísllendingi at flýggja úr Íslandi til okkurt av ES-londunum, kann hann sendast aftur til Íslands, so hann hann koma fyri rættin har.