eg havi verið úti fyri hesum, sigur hann. Rektarin í Hoydølum hevur sent Mentamálaráðnum bræv um tilburðin og sína avgerð, og næmingurin hevur nú eina viku at svara. [...] Ein næmingur á HF-skeiðnum í Hoydølum er koyrdur úr skúlanum, tí hann royndi at snýta til eina próvtøku í støddfrøði fríggjadagin. Næmingurin hevði við lepum roynt at fingið hjálp til at loysa onkrar av [...] Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. ? Vit hava ikki kunna staðfest, at nakar annar næmingur hevur roynt at hjálpt hesum ávísa næmingi, og tí er tað bara tann eini næmingurin, sum hevur gjørt nakað óregluligt
nógvar virðislønir og hevur ferðast við dansum sínum á sjónleikarhúsum og á fagnaðum í Europa og í Norður- og Suðuramerika. Tim Feldman hevur síðani 1996 sligið navn sítt fast sum ein tann mest evnaríki og [...] Framsýning av ballet í Føroyum er forkunnugt, men komandi hósdag, tann 18. nov., hava fólk høvi at síggja eina danska útgávu. Talan verður bert um ta einu framsýningina. Ballettin er býtt í trý brot. Fyrst [...] bygd á eina persónslýsing hjá Egon Schieles. Fysiska eftirlit dansarans verður boðið av og tugað í hvør sína ætt. Imponerandi og hart kropsligt arbeiði. Tim Feldman stendur fyri dansi og koreografi í "Credits"
Cristiano Ronaldo hevur fingið eina bót á góðar 150 túsund krónur, fyri at vísa óhøviskan atburð í samband við 3-0 sigur á Atletico Madrid, ið tryggjaði Juventus víðari luttøku. Sostatt fær Cristiano Ronaldo [...] Ronaldo ikki leikbann, sum hevði gjørt at hann hevði sitið yvir móti Ajax í fjóðrigsfinaluni. Les eisini: UEFA ákærir Ronaldo Hendingin eftir dystin var eitt aftursvar til venjaran hjá Aletico Madrid, [...] uppgerðina vísti hann eisini óhøviskan atburð, eftir at Atletico Madrid vann 2-0. Diego Simeone fekk eina bót fyri sín atburð. Nú svaraði Cristiano Ronaldo aftur, við at gera somu tekin, har rendi hendurnar
Í tíðindunum í útvarpinum fríggjakvøldið gjørdi Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greitt, at hann fer ikki at brúka heimildina í verandi fiskivinnulóggávu til at leingja verandi loyvir [...] loyvir í fimm ár. Hann segði somuleiðis, at Fiskimálaráðið hevur ikki fyrireikað seg til ta støðuna, at uppskotið um fiskivinnunýskipan ikki verður samtykt: Í D&V kvøldið fyri segði formaðurin í Vinnunevndini [...] trupulleiki, at vit lata verandi skipan halda fram í eina tíð, meðan arbeitt verður víðari við nýskipanini og at fyrireika umsitingina og vinnuna til at umsita eina nýggja skipan. Anfinn Olsen, reiðari
óttast summi Í Almannamálaráðnum leggja tey í hesum døgum síðstu hond á eitt uppskot til eina kunngerð um broytingar í skipanini við hjálpartólum, sum landsstýriskvinnan so kann seta í gildi. -Talan er [...] um eina stiga-skipan, har brúkarar fáa so og so nógv stig til at ogna sær hjálpartól fyri árliga. Hetta er ein skipan, sum verður brúkt í summum av okkara grannalondum, og hon kann seta fólk í eina óhepna [...] er um eina kunngerð, sum fer at geva okkum greiðari reglur á økinum, sigur Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannmálaráðnum. Fólk, ið brúka Hjálpartólamiðstøðina, sum Rás2 hevur tosað við, óttast tó fyri
Heðin á Lakjuni eina ferð í næstu viku. ? Hetta er so eitt sera gott høvi hjá einum ungum føroyskum spælara at fáa eina heildarmeting frá nøkrum av heimsins bestu ungdómsvenjarum, sigur Jákup í Stórustovu. [...] Jákup í Stórustovu, sum vegna Nordplayer hevur fingið sambandið millum Jákup á Borg og Liverpool í lag, sigur, at tað bert eru nakrir fáir dagar síðani tað kom upp á tal, at B36-áleyparin skuldi sleppa [...] eisini komin á A-landsliðið, sigur Jákup í Stórustovu. Hann sigur, at Watford eru kunnaðir um, at Jákup á Borg fer til Liverpool í eina viku, og at London-felagið sum so einki hevði ímóti hesum. Hann væntar
eru dømi um sjúkur, sum serlig atlit verða tikin at. Vísir tað seg, at ein maður hevur eina óstýrda sukursjúku ella hevur reglulig líkfall, so fær viðkomandi ikki loyva at mynstra. - Sjón og hoyrn verða [...] læknanum, at útskriva eina heilsuváttan við styttri gyldistíð enn tveimum árum. - Hetta verður gjørt, um vit av onkrari orsøk ivast. Tá kunnu vit útskriva eina heilsuváttan, ið varar í eitt hálvt ár ella [...] mynstra, uttan at viðkomandi hevur bláu bók. Verður eitt skip kannað, meðan tað er til fiskiskap, og onkur av manningini ikki hevur heilsuváttan, verður skiparin revsaður við bót, og í ringasta føri kann skipið
forstjóri í Fíggjarligum Støðufesti í kvøld. Teir siga, at BankNordik hevur goldið eina goodwill upp á 350 milliónir krónur, men samstundis hevur Fíggjarligt Støðufesti og Amagerbankin góðtikið eina virðislækking
Lív hevur havt áleið 230 hjálparuppgávur síðan báturin bleiv settur í tænastu.?? Manningin telur 15 mans og eina kvinnu. Manningin gongur vakt tvær vikur og síðan frí í tvær vikur. Manningin hevur nógvar [...] sløkkiliðinum, MRCC og fiskiveiðiefturlitinum. Dagurin verður hildin við at manningin møtist til eina hugnaløtu fríggjakvøldið at hátíðahalda fimm ára dagin hjá Rescue Lív.
Ein týskur hondbóltsfjeppari hevur eina enskt mælta rás á YouTube, ið viðkomandi nevnir Handball Nation. Handball Nation hevur gjørt eina meting av øllum seks EM-bólkum, og har verður spátt hvørji endastøðu [...] liðini fáa í teimum ymisku bólkunum. Handball Nation væntar, at Noreg og Slovenia enda fremst og vinna seg víðari úr okkara bólki, bólki D, men væntar samstundis, at Føroyar enda frammanfyri Póland í bólkinum