(EM) VIDEO: Væntar Føroyar enda frammanfyri Póland

(Video) Síggj og hoyr metingina hjá Handball Nation av øllum teimum 24 EM-liðunum

Ein týskur hondbóltsfjeppari hevur eina enskt mælta rás á YouTube, ið viðkomandi nevnir Handball Nation.

 

Handball Nation hevur gjørt eina meting av øllum seks EM-bólkum, og har verður spátt hvørji endastøðu tey 24 liðini fáa í teimum ymisku bólkunum.

 

Handball Nation væntar, at Noreg og Slovenia enda fremst og vinna seg víðari úr okkara bólki, bólki D, men væntar samstundis, at Føroyar enda frammanfyri Póland í bólkinum.

 

Metingin av okkara bólki, bólki D byrjar við 3:55 minuttir:

 

##med2##