Tað kostaði føroyska BankNordik 235 milliónir krónur at keypa privatkundpartin og minni vinnukundapartin av Amagerbankanum frá Fíggjarligum Støðufesti, eftir virðislækking upp á 115 milliónir krónur.
Tað siga Henning Kruse Petersen, nevndarformaður og Henrik Bjerre-Nielsen, forstjóri í Fíggjarligum Støðufesti í kvøld.
Teir siga, at BankNordik hevur goldið eina goodwill upp á 350 milliónir krónur, men samstundis hevur Fíggjarligt Støðufesti og Amagerbankin góðtikið eina virðislækking upp á tilsamans 115 milliónir krónur. Tí verður samlaða nettogoodwill´in gjaldið 235 milliónir krónur, siga teir.










