HF-næmingur tikin í at snýta til próvtøku

Ein næmingur á HF-skeiðnum í Hoydølum var fríggjadagin tikin í at snýta til próvtøkuna í støddfrøði. Rektarin burturvísti næminginum beinanvegin, og næmingurin verður nú koyrdur úr skúlanum

Ein næmingur á HF-skeiðnum í Hoydølum er koyrdur úr skúlanum, tí hann royndi at snýta til eina próvtøku í støddfrøði fríggjadagin.
Næmingurin hevði við lepum roynt at fingið hjálp til at loysa onkrar av uppgávunum til próvtøkuna, men lærararnir gjørdust varugur við royndina at snýta, og so fall hamarin beinanvegin.
? Tað var staðfest, at næmingurin hevur óregluliga roynt at fingið hjálp undir próvtøkuni, og næmingurin hevur eisini viðurkent hetta. Tí hava vit einki annað val enn at koyra næmingin úr skúlanum, sigur Mads Winther, rektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum.
? Vit hava ikki kunna staðfest, at nakar annar næmingur hevur roynt at hjálpt hesum ávísa næmingi, og tí er tað bara tann eini næmingurin, sum hevur gjørt nakað óregluligt.

Eingin náði í kunngerðini
Próvtøkukunngerðin er eirindaleys, tá ið tað snýr seg um snýt til próvtøku. Verður tað staðfest, at næmingar hava snýtt ella roynt at snýta, skulu teir koyrast úr skúlanum og sleppa ikki at halda fram. Tað er eingin linari revsing enn at verða tveittur út úr skúlanum.
? Tað var eingin ivi um, at næmingurin hevði roynt at snýtt, og í slíkum førum kunnu vit bara gera eitt, og tað er at koyra hann úr skúlanum, sigur Mads Winther.
? Tað er óvanligt, at næmingar verða tiknir í at snýta til próvtøkur, og hetta er fyrstu ferð í mínum ellivu árum sum rektari, at eg havi verið úti fyri hesum, sigur hann.
Rektarin í Hoydølum hevur sent Mentamálaráðnum bræv um tilburðin og sína avgerð, og næmingurin hevur nú eina viku at svara.