Óttast broytingum við hjálpartólum

Tey sum hava tørv á hjálpartólum gjøgnum Hjálpartólamiðstøðina, skulu fyrireika seg upp á broyttingar. Men broytingarnar kunnu gerast til ta verra, óttast summi Í Almannamálaráðnum leggja tey í hesum døgum síðstu hond á eitt uppskot til eina kunngerð um broytingar í skipanini við hjálpartólum, sum landsstýriskvinnan so kann seta í gildi.

-Talan er um eina kunngerð, sum fer at geva okkum greiðari reglur á økinum, sigur Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannmálaráðnum.

Fólk, ið brúka Hjálpartólamiðstøðina, sum Rás2 hevur tosað við, óttast tó fyri, at skipanin nú fer at gerast verri. Tey vísa á, at verandi føroyska skipanin við hjálpartólum, er ein tann besta av sínum slagi, og tí vóna tey ikki, at hon fer at versna.

Serliga óttast tey, at talan nú verður um eina stiga-skipan, har brúkarar fáa so og so nógv stig til at ogna sær hjálpartól fyri árliga. Hetta er ein skipan, sum verður brúkt í summum av okkara grannalondum, og hon kann seta fólk í eina óhepna støðu. Er til dømis talan um ein brúkara, sum hevur tørv á fleiri hjálpartólum, men ikki hevur nóg nógv stig, skal viðkomandi gera av, um hann ella hon t.d. skal klára at sita væl ella klára at ganga væl.

Eyðun Mohr Hansen sigur, at tað er ov tíðliga at siga nakað um stigaskipan ella ikki, men hann váttar, at slík skipan hevur verið umrødd í sambandi við fyrireikingar av kunngerðini.

Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur at málið um nýggju leiðreglurnar fyri hjálpartól er somikið nýtt enn, at hon ikki kennir so nógv til tað.

Men tað verður so hon, sum í síðsta enda skal seta kunngerðina í verk. Brúkarar av skipanini vóna tó at verða hoyrd áðrenn brotingingina.